$this->db->query($stmt) failed in read
Freydis
[Śr Oyndarfjaršar sųgu]
Bókin Mistųk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

Brot śr greinum - Varšin bind 67 (2000)

Ęttargrein av Blankskįla ķ Heimistovu ķ Fuglafirši

sķšu 82:

Taš var į sumri ķ 1727, at teir hųvdu veriš yviri į Vķk og rųktaš torv og tóku upp ķ bįtin heim viš sęr; men hann ruskaši vešriš, og mitt śti į fjųršinum gjįlvaši so mikiš, at bįturin drakk og sakk. Til alla lukku hųvdu tey sęš av Blankskįla og skundašu sęr til hjįlpar; men tį vóru bert tveir mans į lķvi, Bartal og Lykkir, sum hildu sęr uppi hvųr viš sķnum stavni, mešan hinir bįšir menninir, Pętur Niclasen og sonurin Niclas, vóru horvnir saman viš tveimum konufólkum, iš eisini vóru viš ķ bįtinum. Hetta stendur at lesa į bls. 45 ķ bókini " Haviš og vit " eftir J. Sķmun Hansen, har hann skrivar um Blankskįla.
[Blankskįla]Ķ góšvešrinum, sunnudagin 10. juli ķ įr (2000), var stór mannamśgva samankomin į Syšradali, har minnisvarši varš avdśkašur, reistur yvir tey av Blankskįla og Syšradali, iš farin eru av vanlukku. Fyrstu nųvnini į steininum eru į teimum bįšum, iš fórust viš torvbįtinum, Peturi Niclasen og soninum Niclasi Petersen. Nųvnini į teimum vita vit, men ikki į teimum bįšum konufólkunum, sum tó ikki var so óvanligt tį ķ tķšini.
Taš vil so verša, at tey, iš fįast viš at lesa gomul skjųl, viš hvųrt koma fram į okkurt forvitnisligt, iš endiliga mį kannast meira, og henda greinin er eitt śrslit av slķkum forvitni. Elsta kirkjubókin fyri Eysturoynna, iš rųkkur frį 1687 til 1808, er nógvastašni torfųr at lesa fram til 1727; tį tekur nżggjur prestur viš. Millum tey doyptu bųrnini hetta įriš stendur: 19. Nov. 1727 er et Slefrebarn dųbt i Nęs Kirke kaldet Sunava. Parentes (foreldur): Sl.(salige) Niclas Petersen af BlankeSkaale og Elsebeth Hansdatter af Fuglefjord. Slegfredbarn meinast ķ hesum fųri viš, at barniš er fųtt uttanfyri hjśnarlag; men upprunaliga man taš koma av tķ gamla oršinum Slegfred, iš skal vera frilla, ella hjįkona.
Vįriš eftir vanlukkuna viš torvbįtinum er skift eftir Pętur į Blankskįla, og har sęst, at hann og einkjan, Sunnuva Johannesdatter, įttu tvey bųrn umframt Niklas: 12 įra gomlu Onnu og 4 įra gamla Jóannes. Ķ 1711 įttu tey eina dóttur, iš var doypt ķ Eysturoynni og ęt Sunnuva; men taš sęst ongastašni, hvussu gamal Niklas var. Kann taš hugsast, at henda gentan var viš bįtinum og ikki veršur nevnd? Hon var so ikki į lķvi, tį iš taš var skift eftir pįpan, 18. mars 1728. Tveir mįnašar seinni, tann 28. mai, fekk Sunnuva boš frį Noršoya sżslumanni at mųta į ręttarstašnum inni ķ Vįgi. Orsųkin var, at Elsebeth Hansdatter ķ Fuglafirši kravdi hana eftir arvi til barniš, iš sonurin įtti. Taš skal višmerkjast, at taš tykist eingin ivi vera um, at Niklas įtti barniš; men mamman segši einki verša at arva, tķ hann įtti einki uttan eitt sindur av klęšum. Sunnuva valdi sęr Jógvan Poulsen į Blankskįla til verja, og hann hevši gott innlit ķ lógirnar, sum taš framgongur av tķ śrsliti, iš kom burturśr.

sķšu 85:

Nęstu ferš, vit koma fram į navniš į Sunnuvu er, tį hon 24. november ķ 1764 giftist viš Ķsaki Joensen ķ Heimistovu ķ Fuglafirši. Hann var 16 įr yngri enn hon, doyptur 11. juli ķ 1743. Tey fingu 5 bųrn, og summi av teimum fingu ręttiliga nógvar eftirkomarar. Her veršur roynt ķ flestu fųrum at fįa 5 ęttarliš viš. Har, iš ikki er beint, hevši taš komiš vęl viš at fingiš taš ręttaš. Bųrnini vóru:
IJoen Isaksendpt. 08.07.1764ógiftur
IIElsebeth Isaksdatterdpt. 23.07.1767g.v. Jįkupi Hejnesen ķ Leirvķk
IIIJohannes Isaksendpt. 12.11.1768g.v. Marini Joensdatter śr Hósvķk
IVJoen Isaksendpt. 21.11.1770g.1.v. Onnu Hansdatter av Blankskįla
g.2.v. Marini Jacobsdatter śr Fuglafirši
VSigga Isaksdatterdpt. 21.03.1774g.v. Hanusi Joensen į Flųtti ķ Fuglafirši
Copyright © 2004-2017 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster
$this->db->query($stmt) failed in write (select)
$this->db->query($stmt) failed in write (insert)
$this->db->close() failed in close