Brot úr greinum - Varðin bind 65 (1998)
|
Myrkjanoyri
Síðu 53:
10de Martii Er Sunneva Justinusdatter død paa Mørchenøre og begraven i Waijs Kirche-Gaard ved 47 Aar 6 Maaneder og 10 Dage gl.
9de October silde Er Joen Jørgensen død paa Mørchenøre i Bordøe og begraven i Waij, da han var 71 Aar og 10 Uger gammel.
16de November Er Barsel-Qvinden Anna Justinusdatter død paa Mørchenøre og begraven østen for Kirchen i Waij d. 18de, 40 Aar 3½ Maaned gl. ( N.B. Systeren døde ibm. d. 10. Martii a.h.)
20. Novbr. døde hendes Barn Anna Maria, 4 Dage efter Moderen, og begravet hos hende ibm. 3 Uger og 3 Dage gammelt.
Árið fyri ( í 1777):
18. Augusti Er Barnet Justinus Jørgensen død paa Mørchenøre 10 Maaneder gl.
|
Hesir upplýsingar vóru tað, sum fingu meg at steðga á og fáa hug at kanna, hvat kundi vera komið fyri, tá so nógv fólk vóru deyð í sama húsi innanfyri so stutta tíð. Eg havi ikki fingið nakað svar uppá tað; men hesar hendingar komu at fáa álvarsligar fylgjur fyri hini í húsinum, tí tey fáu, íð eftir sótu, máttu sum frá leið lata garðin frá sær; men tað venda vit aftur til, tí fyrst skal eg siga eitt sindur um Myrkjanoyrargarð.
Tann fyrsti Jørundur á Myrkjanoyri skrivaðist Jørgen Hansen og var sonur prestin Hans Gabrielsen Mitens. Prestarnir í Norðuroyggjum búðu á Viðareiði, og tað tykist, sum jørðin á Myrkjanoyri er komin undir kirkjuna tíðliga í tíðini. Tí hava prestarnir havt uppsitarar fyri seg; tann seinasti var Andras Árantson, íð var til 1655, tá Jørundur festi tær 7 merkurnar á Myrkjanoyri. Hanus, beiggi hansara, festi um somu tíð tær 22 merkurnar í Gerðum, so teir báðir brøðurnir sótu á allari eystursíðuni av bygdini norðuri í Vági.
|
Síðu 59:
Beint eftir aldarskiftið kom ein maður sunnan av landi norður í Gerðar at vitja skyldkonuna Marjun av Kvíggjarhamri í Saksun. Hon var gift við Jógvan Ziska bónda í Norðurstovu. Gesturin var hin kendi skiparin Nólsoyar Páll. Tó mundu hann hava eina ætlan við hesi vitjan. Hann var tá einkjumaður, og Marjun átti 18-ára gamla dóttur, íð allarhelst skuldi fáa garðin. Eldra systirin var gift við tilstundandi festaranum í Niðristovu á Norðoyri, so har var einki at ivast í uttan at bera skjótt at. Tað gekk heldur ikki long tíð, til tey vóru gift. Nær og hvar tey giftust hevur ikki verið at sæð nakrastaðni, men elsta dóttir teirra, Sigga Sofía, er fødd 30. august 1802.
Tað kom tó at verða øðrvísi, enn Páll hevði hugsað sær. Svágur hansara tók heldur festið í Gerðum enn 12-markagarðin, hann var borin til. Tí kom tað at laga seg so, at teir báðir dóttirmenninir hjá Jógvan Ziska festu hvør sín garð í 1802; Páll festi 8 merkur úti á Oyri, íð tá varð rópt Uppistova, og hinar 4 vóru eftir í Niðristovu. Lamba-Jákup, íð var giftur við systir Óla, festi tær.
|
Síðu 69:
Jógvan og Elin á Myrkjanoyri og teirra eftirkomarar í 4 ættarlið:
Joen Jørgensen, f. 1773 á Myrkjanoyri og Ellen Magnusdatter, f. í 1777 í Pálsstovu í Mikladali, giftust 7. okt. 1797. Tey fingu 11 børn ( A-K):
A | Jørgen Joensen | f. 1798 á Myrkjanoyri, búsettist á Kirkju. |
B | Magnus Joensen | f. 1799 á Myrkjanoyri, var ikki fullførur; búði í Mikladali. |
C | Anna Sophia Joensdatter | f. 1800, d. lítil. |
D | Anna Sophia Joensdatter | f. 1802 á Myrkjanoyri, giftist til Húsar. |
E | Johan Joensen | f. u. 1804 á Myrkjanoyri, búsettist á Uppsølum. |
F | Elsebeth Maria Joensdater | f. 1805 á Myrkjanoyri, giftist til Fuglafjarðar. |
G | Maren Malena Joensdatter | f. 1806 á Norðoyri, d. 1823. |
H | Ellen Joensdatter | f. 1810 á Norðoyri, búði í Mikladali. |
I | Joen Joensen | f. 1813 í Mikladali, gekk burtur við Mikladalsbátinum í 1838. |
J | Sigga Sofia | f. 1816 í Mikladali, giftist til Fuglafjarðar. |
K | Samuel Joensen | f. 1820 í Mikladali, ógiftur, búði í Mikladali. |
|
|