Brot úr greinum - Varðin bind 72 (2005)
|
Úr Norðskála søgu
Síðu 114:
|
Bygdin er óivað gomul, men hon er einans 4 merkur, harav ein hálv kongsmørk. Tað hevur tí ikki verið grundarlag hjá fleiri familjum at lívbjarga sær av tí, sum jørðin gav. Harafturímóti hevur tað verið liviligari í grannabygdini Oyri. Har var ein tólvmarkagarður, sum tó fór sundur í 1720. Sama ætt kom at sita við jørðini, men tað skuldi nógv fólk til at arbeiða á hesum stóra garði, og tí eru so nógv fólk at finna bæði innskrivað, gift og børnini doypt, meðan tey búgva á Oyri. Fleiri av hesum fólkum finna vit aftur við Norðskála.
Men eitt so fáment samfelag er ógvuliga sárbært, um okkurt kemur fyri. Í 1745 eru fleiri fólk deyð eftir stutta tíð, so onkur sjúka man hava gingið, og millum 1810 og 1814 er okkurt hent, har fleiri menn í bestu árum við smáum børnum eru farnir. Teir eru ikki at finna deyðir í kirkjubókunum, einki sæst um nakra vanlukku hjá myndugleikunum, og munnligar keldur vita merkiliga lítið ítøkiligt – mestsum einki. Tá "Kristina" gekk burtur í 1920 við fleiri monnum frá Norðskála, skuldi onkur siga, at tá vóru 100 ár, síðan eina aðra vanlukku, sum kravdi fleiri mannalív. – Viðvíkjandi teimum skrivligu keldunum fyrst í 1800, er so nógv, sum ikki er at finna m. a. um Eiðis-bátin í 1802 og torvbátin av Oyri umleið 1825. Tey, ið fingu váta grøv, finnast sjáldan í kirkjubókunum.
---
Sum sagt ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógv hús hava verð við Norðskála i søguligari tíð. Um ár 1700 vóru Hendrik Petersen og brøðurnir Sámal- og Óli Simonsen gamlir, og teir áttu allir børn. Onkur annar er, sum giftist fyrst í 1700, og børnini eru fødd har í bygdini.
Við at bera saman kirkjubøkurnar, skiftini og tingbøkurnar havi eg roynt at gera eina mynd av fólkunum, sum hava búð við Norðskála frá seinast í 17. øld og nakað upp í okkara tíð.
|
síðu 127
Joen Johannesen og Marien Olufsdatter giftust í juli 1744. Tað ber ikki til at siga, hvørji tey
vóru, ella hvar tey búðu. Ein annar Jógvan Johannesen var um somu tíð, men vit hava hoyrt um ein
giftan mann, Johannes Olesen, ið kom fyri barn við gentu av Eiði, sum hevði ættarbond til
bygdina. Tann Johannes hevur helst átt annan henda Jógvan. Tá tey giftust, búðu tey, sum so mong
onnur, á Oyri, har eldra dóttirin var fødd. Men tey livdu ikki leingi saman, tí tað er skift eftir
hann í 1751, tá hon skuldi giftast uppaftur í Fuglafirði. Døturnar vóru I-II:
I | Susanna Joensdatter | dpt. 28.09.1744 | giftist við Jacob Jacobsen, f. 1747 við Norðskála. |
II | Elsebeth Joensdatter | dpt. 17.06.1746 | giftist við Tróndi Joensen úr Norðragøtu |
tey koma fyri seinni. Vit venda aftur til Marien Olufsdatter. Hon giftist uppaftur í 1751 við Niclasi Jacobsen í Fuglafirði. Mamma hansara var frá Norðskála, dóttir Óla Simonsen. Tey fingu 4 børn saman III-VI:
III | Lisbeth Niclasdatter | dpt. 30.12.1751 | giftist til Vestmanna við Hansi Abrahamsen, bónda í Lon. |
IV | Jacob Niclasen | dpt. 10.11.1857 | sæst ikki sum vaksin |
V | Joen Niclasen | dpt. 21.02.1767 | Hann doyði ógiftur í Vestmanna í 1823. |
VI | Johannes Niclasen | dpt. 25.09.1765 | giftist i 1787 við Onnu Augustinusdatter av Breyt í Oyndarfirði. |
Hon var tá einkja eftir Klein Jacobsen í Fuglafirði, har tey eisini búðu.
|
II Elsebeth Joensdatter mundi fara við mammuni til Fuglafjarðar. Hon tænti í Gerðum norðuri í Vági, har hon í 1773 giftist við Tróndi Joensen úr Norðragøtu. Bæði vóru tænastufólk á fleiri bóndagørðum og hava ikki átt nøkur hús. Tey fingu 7 børn A-G:
A | Malena Trondedatter | dpt. 21.08.1773 | gift við Jeremiasi Johannesen, bónda á Mørkini í Fuglafirði |
B | Maren Trondedatter (Marria) | dpt. 19.11.1776 | gift við Andreasi Joensen, bónda í Pálsstovu í Elduvík, seinna kona |
C | Joen Trondesen | dpt. 23.12.1778 | giftur við Súsonnu Jacobsdatter í Myrðmansstovu á Eiði, seinni maður |
D | Ole Trondesen | dpt. 20.10.1780 | ógiftur |
E | Jacob Trondesen | dpt. 06.09.1782 | giftur við Onnu Malenu Olesdatter úr Tjørnuvík, búðu við Norðskála. Vit venda aftur til teirra |
F | Michel Trondesen | dpt. 04.10.1787 | ógiftur |
G | Joen Trondesen | dpt. 14.07.1790 | giftist við Marin Jacobsdatter úr Streymnesi og búsettist í Svínáum – í tí norðastu lonini. Saman áttu tey eingi børn, men Tróndar-Jógvan átti sonin Poul Joensen við Súsonnu í Jákupsstovu á Eiði. Drongurin vaks upp í Svínáum og giftist seinni inn til pápan við Biritu Thomasdatter úr Andrasstovu í Funningi |
|
|