$this->db->query($stmt) failed in read
Freydis
[Úr Oyndarfjarðar søgu]
Bókin Mistøk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

Húsini úti í Grøv undir krígnum


  Brot úr fyrilestri á Klaksvíkar Bókasavni 30. mars 2005
[Úti í Grøv í 1949]Tá eg fyri nøkrum árum síðani fylgdi einum gomlum starvsfelaga til gravar, kom eg at fylgjast við einum bygdarmanni, sum nú býr aðrastaðni. Prátið kom tá inn á, hvør tað var, sum mundi byggja tey húsini, ið stóðu niðanfyri vegin, har parkeringsplássið úti við kirkjugarðin er. At tað var Aksel á Posthúsinum, helt eg meg vita; men hetta fekk meg til at hugsa um, hvør ið av fyrstantíð hevði bygt hini húsini. Tá komst eg eftir, at tað var í tøkum tíma at spyrja, tí nú eru tey so gomul, ið kunnu greiða frá um tey fyrstu árini undir krígnum, tá fólk rýmdu úr bygdini, og sum kom at verða beinleiðis orsøkin til, at húsini vórðu bygd. Fleiri av hesum húsunum eru tikin niður, og skjótt veit eingin, at tey hava verið har.
Nú 60 ár aftaná krígslok, kundi verið vert at umrøtt støðuna, sum fekk fólk at byggja sær hús úti í Grøv; men fyrst fari eg at siga eitt sindur um árini frammanundan.
Tá svenska Aina Cederblom í 1934 fekk byggiloyvi til vevskúla, vóru eingi hús – uttan onkur gróthús – úti í Grøv. Tað var ikki, fyrr enn nýggja jarðarlógin kom í gildi seinast í 1930-unum, at broyting kom í. Tó var tað ikki so, at Aina uttan nakað slapp at seta húsini úti í haganum; men hon hevði sett sær fyri at brúka ein ávísan stein til trappustein, og hon gavst ikki, fyrr enn bøndurnir góvu eftir.
Lógin, ið her verður sipað til, er tann sokallaða Gráabók, har samtykt er, at eisini ognarleys skulu hava rætt til at fáa fatur á jørð til uppdyrkingar. Tað hevði frammanundan borið til at fingið traðir, og onkrar vóru eisini innlagdar longur úti móti Oyri eins og aðrastaðni í bygdini, men henda broytingin gav aðrar møguleikar, eitt nú smærri lutir – kolonihavar.
Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú) skrivar í endurminningum sínum m. a. um tíðina sum landbúnaðarráðgevi, og á bls. 269 sigur hann:
------- Tann tíðin sum nú kom var ring fyri fiskimannin í Føroyum, fyri skip og reiðaravirki. Føroyingar komu so fyri síðst í tjúgunum og upp gjøgnum tríatiárini, at teir mistu fiskamarknaðin, so henda framleiðsla fór fyri lítið og einki. Tað nívdi so hart á her heima, at tey, sum høvdu bert sjógvin at líta á, fingu ikki mat í munnin.
Fyri at bøta eitt sindur um neyðina, hevði løgtingið reist eitt mál fyri ríkisstjórnini, um at fáa hjálp til tey sum trongdu. Men tað dró út, sum tað mangan er við tílíkum málum. So í 1929 samtykti løgtingið sjálvt at lata eitt sindur av hjálp til menn, sum veltu upp úr nýggjum. Hesin studningur varð latin tíðliga um várið, og tað var mítt arbeiði at sýna hesar veltur, sum menn boðaðu frá. Teir, sum onga trøð áttu, royndu nú at fáa sær eina. -
Vanliga stóðst eingin illstøða av, at yvirvaldið játtaði ognarleysum traðir. Men kongsmenninir, sum skuldu lata burtur av haganum, kundu tó mangan verða argir, eitt nú tá synir úr ognarhúsum søktu um traðir. So noktaðu bøndurnir viðhvørt. Men hesin sum søkti, svaraði tá: Væl stóð hann til arv, men hann var líka óhjálpin fyri tað, um hann um eini fimti ár fór at arva nakrar gyllin. Rætt var tað, og hesin fekk eisini vanliga trøð javnbjóðis við ognarleysar.------
Hina minniligu ferðina, tá bøndur vóru her norðuri og mótmæltu, heilsaði landbúnaðarráðgevin uppá bygdarmann sín, Pætur á Trøð í Skálavík, og segði: "Eg eri vissur í, at tú ert tað friðarligasta menniskjað, sum er borið í heim á Sandoynni øll hesi árini, sum eru liðin av tjúgundu øld. Hví ert tú komin higar at mótmæla?"
"Ja, heldur tú tað er skil á, at allur hagin verður tikin frá bøndrunum?"
"Minnist tú ikki, hvat pápi tín segði, hann var hildin at vera skilamaður so langt, hann var kendur. Hann segði: "Hetta er ikki summarhagi, ið tikin verður, men vetrarhagi. Og tað at stik kemur um vetrarhagan, ger at stórdýrið fær ikki etið síðlendið av, og tað verður betri vetrarbit, enn áðrenn traðirnar vóru innlagdar."
At tað skuldi vera so trupult at fáa fatur á jørð til uppdyrkingar, er ringt at skilja í dag, tá vit hugsa um alt tað knossið, hesir menn hava havt av at velta upp úr nýggjum; men vit mugu altíð síggja tað undir teimum viðurskiftum og tí hugsunarhátti, ið tann tíðin bar við sær.
Fyri at finna útav, hvørjir teir vóru, sum søktu og fingu traðir úti í Grøv, var eg á Búnaðarstovuni, sum Jarðaráðið nú eitur, og leitaði í skjølum frá tí tíðini. Men tað tók fyri tað fyrsta langa tíð at leita, og so avgjørdi eg, at tað var ikki so viðkomandi fyri henda fyrilesturin. Tó kann eg nevna teir, sum eg veit um áttu ella leigaðu traðir og kolonihavar:
Norðanfyri áirnar, frá erva:
Vigant Jensen
Eliesar Skómakarin
Eliesar Poulsen
Kaj Johannesen
Palli Marstein
Símun Andreasen
Victorinus Joensen
Richard í Gerðum
Símun Petur Zachariasen
Jógvan Joensen (Segl).

Sunnanfyri áirnar:
Sigvald Jacobsen
Jóhan Símun Nystrøm
Poul Marius Krosstein
Josias Matras

Longri úti:
Palli Sólstein
Mikkjal Petur Mikkelsen
Tummas á Hædd
Alfred Petersen
Magnus Arge
Hans Jacob Jacobsen
Jógvan Matras
Ziska á Fløttinum.
Nakrir av hesum monnunum bygdu sær eina smáttu á stykkinum, tí vegurin var langur og tungur hjá teimum flestu. Til heystið 1941 vóru hesi húsini tey einastu, umframt Vevskúlan, sum vóru úti í Grøv. Men tey fýra bumbuálopini á Klaksvík í oktober-november hetta árið loyptu sovorðnan hvøkk á fólk, at mong rýmdu úr bygdini. Tá vóru tey fáu húsini úti í Grøv hent, og har var mangan trongligt.
Nú so langt er fráliðið, og vit dagliga síggja ræðuleikarnar úti í heimi í sjónvarpinum, er helst ikki so lætt at skilja tann óttan, ið var á fólkinum tá. Vit sluppu hóast alt væl, tí eingin mannaskaði stóðst av álopunum.
Niels Juel Arge gevur í triðju bókini "Stríðsárini 1940-1945" eina góða lýsing av tí, sum fór fram í Klaksvík hetta heystið. Eg taki nøkur brot burturúr, sum kunnu lýsa ta álvarsomu støðuna:
------- Tað fyrsta álopið var tann 10.oktober. Umleið hálvgum tvey seinnapartin kom ein týskur flúgvari inn um Pollin vestanífrá og setti kós móti keiini, har fimm enskir trolarar og fimm føroysk fiskiskip lógu. Tá hann kom móti keiini, kastaði hann tvær bumbur. Onnur fell á sjógv norðan fyri keiina og gjørdi ongan skaða; hin fell nærri keiini beint við síðuna av "Fugloynni", og hon fekk so stóran skaða av brestinum, at hon sakk eftir einum minutti, og keiin fekk stóran skaða. Sambindingin millum breiða og smala partin av henni kvettist tvørturav við næstan tríggjar metra gloppi. Harumframt vórðu kisturnar, sum stóðu uppat gloppinum førkaðar úr sínari legu. Tað varð eisini sannað, at "Fimm Systrar" hevði fingið rættiliga stóran leka av somu bumbu og neyðugt var at taka skipið upp á sleipistøð við skund, til tess at tað ikki skuldi søkka. -
Dagin eftir, 11. oktober, kom næsti flúgvarin. Hann kom um hálvgum trý tíðina nokkso lágt sunnanífrá. Norski línubáturin "Silva" lá fyri teym mitt á vágni, og úr flúgvaranum kastaðu teir eina bumbu, sum fór inn gjøgnum skipssíðuna og tvørtur ígjøgnum ljósmotorin, sum fór í pettir, men hon brast ikki og varð liggjandi í maskinrúminum, til hermenn komu úr Havn at taka hana sundur. "Silva" varð hálað móti landi, men tá hon kom móti Olafsa brúgv, sakk hon.
Hesar báðar hendingarnar dag um dag loyptu hvøkk á fólk. Øll bíðaðu í ótta eftir næsta álopi, og tað kom tann 26. oktober, tá ein flúgvari um hálvgum eitt tíðina kom suðureftir gjøgnum Kalsoyarfjørð og høgt inn um Klakk. Úr umleið 1800 metra hædd kastaði hann fýra bumbur, sum allar brustu uppi á landi. Tann norðasta brast á sandinum, hinar tríggjar í eina beina linju norður-suður frá 25 til 6 metrar frá næstu húsum heimi í Vági. Brestirnir hoyrdust hart til Havnar. Fimm hús fórust illa, og eini 35 fingu størri og minni skaða. Ein hundrað punda steinur slongdist úr Vági yvir á Biskupsstøð av spreingingini.
Tað fjórða og seinasta álopið var tann 8. november. Um middagin kom ein flúgvari lágt inn gjøgnum Borðoyarvík. Hann helt eftir "Polarstjørnuni", sum lá fyri akkeri norðan fyri keiina, kastaði tvær bumbur, men hvørgin brast. Onnur rakti deksspælið og støkk á sjógv. Hin rakti skipið í bakborð í vatnganginum, fór tvørtur ígjøgnum skipið, gjørdi eitt hol uppá tveir føtur í stýriborðssíðu og støkk á sjógv. Flúgvarin helt yvir Kalsoyarfjørð, vendi inn yvir Pollin og helt móti norska línuskipinum "Juvel", sum lá fyri akkeri úti fyri Ánunum. Hann gjørdi tó einki, men helt norður í Haraldssund og vendi aftur, setti kós móti "Juvel" og stoytti seg. Tað kom tó einki burturúr royndum hansara at raka og heldur ikki, tá hann aftur royndi eftir "Polarstjørnuni", tí nú varð skotið bæði frá norska skipinum og frá Lovat Scouts av landi. --------
Hetta var í stuttum tað, sum hendi hesar fýra vikurnar. Fólk vóru skelkað, og tey rýmdu av bygdini, stígur kom í útróðurin, og vandin fyri nógv størri vanlukkum og týning av mannalívum hótti alt bygdarfólkið. Okkurt mátti gerast fyri at fáa vart bygdina. Óli í Skúla, sum var løgtingsmaður fyri Norðoyggjar, hevði skrivað til myndugleikarnar í Havn tann 26. oktober, og 3. november komu 13 mans í bygdini saman og sendu eitt langt skriv til amtmannin um støðuna m. a. um høvuðsorsøkina til, at Klaksvík var eitt bumbumál hjá týskinum. Teir siga m.a.: "Bretskir trolarar hava altíð brúkt Klaksvík til akkerspláss, og síðan tann nýggja keiin varð liðug í 1937 kemur trolaraflotin altíð inn bæði til fiskarí og á heimleiðini. Í 1940/41 hava upp til 26 trolarar ligið við keiina í longri tíð, og øll óttast teir týsku flúgvararnar. - - Yvir helvtin av íbúgvunum, konur og børn, eru rýmd úr Klaksvík, og fleiri av teimum, sum eftir eru, rýma niðan í fjøllini, tá ávaringarlúðurin sigur frá flúgvarum. Hetta hendir fleiri ferðir um dagin".
Tað kann tykjast sum óneyðugt at taka so nógv við um hendingarnar í 1941, men hetta er fyri at fata eitt sindur av tí sum gjørdi, at fleiri hús vórðu bygd úti í Grøv. Óvist er, um nakar hevði sloppið at bygt har úti, um tað vóru vanligar tíðir. Men nú mátti okkurt gerast, so fólk vildu koma aftur. Tey flestu noyddust at vera við hús, og tað var eingin vandi um náttina, tí einki ljós mátti síggjast, øll bygdin var myrkaløgd. Tað var um dagin, flúgvararnir komu.
Tá kríggið var liðugt, fór stór fólkaflyting fram. Nógv fólk komu til stórbygdirnar, har arbeiði var, og higar komu serliga nógvar familjur úr útoyggjunum. Men tað var ringt at fáa tak yvir høvdið, og tí vóru húsini úti í Grøv nú hent. Tað var gravgangur eftir at sleppa at leiga, sjálvt um hesi húsini ongantíð vóru ætlað til at búgva í alt árið. Tey flestu høvdu ikki vatn innlagt enn minni aðrar hentleikar sum ljós, og í mongum førum ikki komfýr. Men fólk vóru ikki so forvand tá, og tey flestu sóu fram til at fáa betri umstøður seinni. Mong eru tey, sum hava búð úti í Grøv ta fyrstu tíðina, tey vóru gift, og meðan tey bygdu sjálvi.
Eg havi roynt at spurt meg fyri, hvør av fyrstan tíð bygdi húsini, og hvør seinni keypti tey. Í nógvum førum havi eg eisini fingið at vitað, hvørji hava leigað har úti; men tað eru ivaleyst mong farin burturímillum og helst onkur komin skeivt fyri. Hetta er ein partur av okkara søgu, og tað kundi tí verið vert hjá onkrum at kanna hesi viðurskifti nærri. Hetta verður mítt ískoyti til hendan partin av bygdarsøguni.
Áðrenn eg sigi nakað um húsini, sum vóru bygd undir krígnum, kann eg nevna Líðargróthúsið, sum stóð nakað ovarlagað í líðini, og sum Hilma og Jóhan Hendriksen ofta hildu til í undir krígnum. Hini húsini eru:
1 Vigant Jensen átti eini lítil hús, har familjan helt til undir krígnum; toftin sæst enn. Fleiri av teimum, sum fingu teir smáu lutirnar at velta, búðu á Ziskatrøð eins og hann.

2 Eliesar Joensen (Skós) av Eiði bygdi hesi húsini. Onkur av børnunum búðu har; men annars kom Óli Vesturlíð av Eiði við famijuni í 1952. Tey búðu har eina tíð og bygdu seinni á Gørðum. Bernhard Brim keypti húsini í 1958.

3 Eliesar Poulsen í Bókahandlinum bygdi hesi húsini. Fleiri fólk hava búð har eitt nú Palma og Rasmus Rasmussen. Danska lærarindan, Esther Lange Müller, og møguliga eisini Dania Poulsen úr Porkeri, sum seinni giftist við beiggja frk. Müller, búðu har. Agnete Olrik (Nettie), ið var gartanari, búði har, men hon búði eisini úti á Oyri, í húsunum hjá Kjølbro. Umleið 1953 keyptu Tórbjørg hjá Hans bónda og Birger Kirkeby húsini. Hans Nielsen úr Vatnsoyrum gjørdi eina nýggja takkonstruktión, og húsini vórðu bygd heilt av nýggjum uttan teir fýra veggirnir. Tey búðu har nøkur ár og áttu tey eftir tað, at tey fluttu til Noregs. Svend Lundmark gjørdi vegin niðan, so tey kundu koma til við barnavogni. Síðani áttu Jenny og Jóhannes Gaard húsini nøkur ár til 1964, tá Elkin og Daniel Petersen keyptu tey. Elkin seldi tey í 1977 til Jósvein Christiansen.

4 Kaj Johannesen bygdi hesi húsini; hann búði tá á Ziskatrøð. Í 1946 seldi hann tey til Eliesar Sørensen, sum hevur átt tey síðani. Eliesar, sum 23. november fyllir 100 ár, eigur mong spor av Stongunum og út í Grøv. Dania Poulsen, sum er nevnd omanfyri, búði helst eisini í hesum húsunum, og Hjalgrím Andreasen búði har eina tíð.

5 Palli Marstein úr Havn bygdi hesi húsini. Tað kann vera, at onkur veit, hvørji hava búð her tey fyrstu árini aftaná kríggið. Seinni hava fleiri onnur átt tey, eitt nú Karl Nielsen úr Vatnsoyrum og Frida Heinesen. Dóttir hennara, Jacobina Hansen, eigur húsini nú.

6 Vevskúlin, sum Aina Cederblom úr Svøríki bygdi veturin 1934-35, var sum fyrr nevnt fyrsta húsið uttanfyri garðarnar. Har búði vist eingin undir krígnum, men onkur kann hava hildið til har, tá ringast stóð til. Í 1946 læt Aina vinkonuni Wendlu Biskupsstøð húsini, sum Klaksvíkar Kommuna keypti árið eftir.

7 Ullmann Knudsen bygdi umleið 1954 eini lítil hús omanfyri hjá Símun Peturi, sum Tummas Lenvig keypti í 1956. Hann tók tey niður og bygdi nýggj hús í 1970.

8 Símun Petur Zachariasen bygdi í 1941 eini lág hús á trøðni hjá sær. Tey vóru ein hædd við flagtaki. I norðara enda hevði hann kúgv, og sunnari endi var eitt rúm við koyggjum, borði, beinki og komfýri. Fyrst í 50-árunum tók hann hesi húsini niður og bygdi sethús at búgva í, tá hann fór frá sum lærari. Umframt familjuna hava onnur búð har stutt tíðarskeið, eitt nú Birna og Jógvan Ravnsfjall frá 1978 til 1981.

9 Olaf Olsen læt byggja hesi sermerktu húsini niðri við vegin norðanfyri áirnar. Gunnar í Fugloy, svágur Olaf, og Nordal Jacobsen bygdu tey. Sum hjá øllum tá, var eingin viður, alt varð stoypt. Takið var ólíkt øðrum tøkum, tað var avrundað. Húsini vóru gjørd til fleiri familjur at búgva í; tað vóru tvey rúm í hvørjum endanum við ovni í, og køkur var í miðjuni. Av teimum, sum hildu til har undir krígnum, verða nevnd: Mourits Winther, Annibetta Olsen, Svend Lützen og Michael Jacobsen (Kal).

Húsini hava alla tíðina verið í familjuni, men mong eru tey, sum hava búð har hesi árini. Hannelena og Óli Joensen, bóndi í Gerðum, vóru har, til húsini í Gerðum vóru liðug. Frá 1950-52 Sanna og Magnus Miðskarð, og Hjalgrím Andreasen búði eina tíð, til tey fluttu norður á Kósina í november 1954. Rebekka og Joleiv Anda búðu har frá 1956, til tey fluttu til Noregs í 1961. Hertha og Niels
Johannesen búðu fleiri ár, og Sonja, dóttir teirra, hevur eisini verið har eina tíð. Annars eru nevnd: Maiken og Magnus Johansen, Bibbi og Michael Hughes og ein gamal danskari, sum helst var tann seinasti, ið búði har.

10 Palli í Vátutoft bygdi hesi húsini saman við Niels Vang, sum tá var í handlinum á Biskupsstøð. Kona Niels Vang og John Thomsen vóru systkin. Tá tey fluttu til Havnar, mundu Jonhild og John Thomsen keypa teirra part. Tað vóru nógv, sum búðu til leigu har, eitt nú Dánjal Tausen av Eiðí, sum flutti av aftur bygdini. Men tað vóru eisini fleiri sum búðu til leigu, meðan tey bygdu sær hús. Vit kunnu nevna Hervør og Monrad Niclasen, Ebbu og Allan Adam og Siggu og Albert Michaelsen, sum møguliga eisini áttu húsini. Rannvá og Brinck áttu tey eisini eins og Elin hjá Skós og Torleif Joensen, til Kirstin og Jóhannes Danielsen keyptu tey í 1958. Hann doyði í 1961, og ta fyrstu tíðina eftir tað búði ein ung donsk familja eitt stutt skifti í húsunum; men annars hevur Kirstin búð har øll hesi árini.

11 Jógvan Segl átti trøð niðanfyri vegin, sum hann hevði bygt hús á. Undir krígnum var familjan har úti, men eisini onnur eitt nú tey hjá Hans Erik Olsen. Tá Luddi í Gøtu í 1946 kom til Klaksvíkar við familjuni, búðu tey í húsunum, til tey fluttu inn á Selheygg.

12 Jens Klæmint Isaksen bygdi hesi húsini millum áirnar. (Eg minnist meg fleiri ferðir hava verið har úti saman við pápa mínum, sum kendi so væl tey hjá Jens Klæminti). Beint aftaná kríggið búði John Lassen har, tí tað var nakað trongligt úti í Víkunum, nú systrarnar komu úr Danmark. Aftaná hann búði Mikk Thomassen; teir vóru svágrar. Onnur búðu stutt skiftir í húsunum, men tað var so óhøgligt at koma til við børnum. Seinni keyptu Sanna og Thorstein Thorgeirsson tey og búðu har, til tey fluttu oman í onnur hús. Tá brúktu tey hesi húsini til høsnarhús. Klaksvíkar Kommuna keypti tey í 1995.

13 Dávur Joensen í Gerðum bygdi í 1941. Sonurin, John William, búði har, tá hann giftist. Annars búði Kristian í Rættará har eina tíð. Í 1946 komu Sunneva og Sigfred Persson út í Grøv. Hann smíðaði, og hon var massøsa. Hon arbeiddi á Sjúkrahúsinum og hevði eisini privatklinikk á Vágsheygnum, helst man tað hava verið eitt kamar hjá Janu á Hædd; tær vóru báðar av Sandoynni. Tá tey fóru í 1951, komu Símun Hansen og Gretha og vóru har, til tey fluttu í nýggj hús á Gørðum á ólavsøku 1953. Monrad Niclasen og Hervør fóru tá úr teimum uttaru húsunum og inn higar. Dinna og Hallur Laksáfoss, Elin Jóhanna og Jógvan Petersen og Petur Petersen í Mikladali við familju hava eisini búðu har. Lena og Arne Andreasen vóru har frá umleið 1958-60. Fríðálvur Eysturberg, ið stóð fyri tunnilsgerðini í seinnu helvt av 1960-árunum, búði har, og Ásla í Trøllagili og Edvard Magnussen, til tey fluttu til Fámjins. Í 1970-árunum búðu Bryngerð og Tórur Andreasen har. Húsini høvdu alla tíðina havt sama eigara; men tá Armgarð doyði í 1979, vórðu tey seld til gentuskótarnar hjá K.F.U.K. Tey seinastu árini hevur Mylnuhúsið leigað húsini til barnagarð; men skótarnir kunnu halda til har, tá barnagarðurin ikki er opin.

14 Palli Sólstein bygdi á trøðni; tað vóru tey uttastu húsini. Tá kríggið var liðugt, kom Sofus í Svínoy at búgva í húsunum, sum hann seinni keypti. Hann seldi tey í 1955 til Svend Nystrøm, sum í 1984 seldi tey til Klaksvíkar Kommunu. Tá fór Fridtjof Joensen út har við listarverkum sínum; men hann fekk ikki nógv ár at arbeiða í, tí hann doyði í 1988. Eingin hevur eftir tað búð í húsunum, sum eru niðurtikin fyrst í hesum árinum.

15 Richard Jacobsen bygdi hesi fittu húsini í 1943, sum Klávus í Trøllagili stoypti upp. Familjan brúkti tey nógv undir krígnum, men eftir tað hava fleiri familjur búð har. Jógvan Martin í Gerðum og Anna vóru har, fyrst tey vóru gift í 1945; Anna hevði tænt hjá Richardi. Elisabeth Højgaard og Poul Justinussen búðu har, tá tey giftust eins og Hanna og Franklin Ziska. Frá 1952 vóru Sanna og Magnus Miðskarð har, til tey í 1954 búsettust á Gerðaeiði. Sama árið keypti svágur Richard, Vilhelm Poulsen, húsini, sum hann seldi til Arna Andreasen í 1960. Arne seldi tey til Klaksvíkar Kommunu í 1987; men Hasly, dóttir hansara, búði har heilt stutta tíð, til húsini vórðu tikin niður.

16 Erling Høgnesen bygdi eini lítil hús niðanfyri hjá Richardi. Vera og Símun á Gørðum vóru eisini har, møguliga onkur annar. Í 1944 keypti Hans David Jacobsen úr Svínoy húsini og bygdi eini hús omanfyri fast í tey, ið stóðu. Henry Mellemgaard búðu vist eisini har. Tá vóru húsini rættiliga stór, tí Betta og Poul bjóðaðu øllum skúlabørnunum í brúdleyp nakrar dagar eftir, at tey giftust síðst í januar 1948; og vit vóru til borðs í hesum húsunum. Hervør og Monrad Niclasen búðu har eitt skifti, til 1953. Lena og Hans Marius Solmunde hava eisini búð har. Seinni keypti Thorstein Thorgeirsson húsini; Thorleif Thorgeirsson og Sonja búðu í niðaru hæddini. Tey seinastu, sum áttu hesi húsini vóru Martha Nystrøm og Magnus Heinesen. Tey eru tikin niður seinast í 1980-árunum.

17 Aksel Petersen lat hesi húsini byggja í 1942. Tað var Jóhan Petersen (Skard), sum smíðaði tey, og Jens Juul Sólbjørg var lærlingur hjá honum. Eins og flestu av hinum húsunum, vóru tað fleiri familjur, sum seinni komu at búgva í hesum húsunum. Hjalgrím Andreasen av Oyrarbakka, sum vit hava nevnt fyrr, átti tey beint aftaná kríggið. Tá var ikki telefon í hvørjum húsi. Tey høvdu boðstøð og gingu við telefonboðum. (Tað er eisini ein farin tíð, nú hvørt smábarn gongur við fartelefon). Ásbjørg og Lenhard Jacobsen búðu har, men tað er óvist, um raðfylgjan er bein. Anna og Ove Olsen, ið var úr Norðdepli, áttu eisini húsini nøkur ár, og eftir tað Sonja og John Mikkelsen. Tá tey fóru norður í Ánirnar, kom Hans Jacob Olsen bóndi út í Grøv. Tey seinastu vóru Kirstin og Johannes á Forunum. Hesi húsini stóðu niðanfyri vegin og máttu víkja fyri parkeringsplássi.
Nú kom umrøðan av húsunum at verða nóg so drúgv. Tað var ikki ætlanin at gera so nógv burturúr teimum, sum seinni búðu úti í Grøv. Men hvørja ferð, eg havi spurt um onkran, havi eg fingið onnur nøvn at vita, og tað tykist, sum fólk hava stóran áhuga fyri at minnast aftur á hesa tíðina. Tað var ikki altíð so hugaligt hjá teimum vaksnu undir teimum umstøðunum, ið tá vóru; men børnini hava mest góð minnir um hesa tíðina.
Lat meg skoyta uppí, at sjálvandi komu nógvar áhugaverdar søgur fram á Bókasavninum hetta kvøldið, har fleiri av teimum, sum mintust tíðina undir krígnum, kundu fortelja bæði álvarsligar og tíbetur eisini skemtiligar hendingar. Tað kundi verið ein áheitan til tey yngru at spyrja, meðan tíð er. Vit, sum stutt síðani eru farin um pensiónsaldur, eru nú tey yngstu, sum minnast hesa tíðina.
Hjá mær eru tað serliga tvær hendingar, ið hava sett seg fast í minnið. Tann fyrra er 10. oktober 1941, tá keiin varð bumbað; tá spældu vit børn niðanfyri húsini hjá Jóannesi á Heygnum. Og tann seinna er, tá kríggið var liðugt.
Hetta kvøldið, 4. mai 1945, spældu vit norðuri á vegnum á leið hjá Guttormi Matras, tá ein maður rópti á okkum børn og bað okkum fara til hús at siga, at kríggið var liðugt. Tá vóru so fá, sum høvdu radio, so tað var spennandi at bera hesi góðu tíðindini til foreldrini.
Copyright © 2004-2025 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster
$this->db->query($stmt) failed in write (select)
$this->db->query($stmt) failed in write (insert)
$this->db->close() failed in close