Skálatoftir: Minnini tala á grasgrónum gøtum
|
(Her eru fleiri myndir, íð hava tilknýti til Skálatoftir) |
Greinin stóð í 5 Dimmalættingum í juni og juli
|
Í mínum barnaárum á Stongunum hoyrdi eg mangan um Skálatoftir. Tað var tó ikki um ta gomlu bygdina, men um tey húsini, ið stóðu uppi við Ravnagil og vórðu rópt "Uppi á Skálatoftum". Har búðu systkini Karolina og Mikal Malvinus, í dagligari talu Linga og Mikka-Mallus, ella bara Mallus. Saman við foreldrunum fluttu tey inn til Klaksvíkar í 1914, og síðan tá hevur eingin búð á Skálatoftum.
Tað vóru eisini onnur fólk haðani úr bygdini, ið búsettust á Stongunum. Eg minnist ikki Skálta-Kristian, men 3 av børnunum búðu har: Óla Martin, Louisa og Jógvan Linklett, ið var granni okkara norðanfyri.
Linga og Mallus, ið bæði vóru ógift, vóru ógvuliga lágvaksin. Mallus var hvønndagsgestur hjá okkum. Hann steðgaði ikki altíð so leingi, men visti altíð okkurt stuttligt at fortelja. Fyrst eg minnist, vóru tað mest krígstíðindi frá BBC, hann hevði á skránni. Tey vóru tó úr okkara heimliga umhvørvi, og væl lá fyri at gera burtur úr og herma, so øll vistu, hvønn og hvat hann meinti við. Hann var altíð stuttligur gestur at fáa inn á gólvið. Mallus átti ein bát, ið æt Vípan, og ein sunnudag vóru pápi, beiggi mín og eg ein túr í Haraldssundi við honum. Hetta var ein góðveðursdag í juni mánað, og har vóru nógv fólk, haldi eg meg minnast. Okkum varð vístur óførur blískapur inni hjá Símuni har Suðuri og Fíu-Lenu; hon var systkinabarn við Mallus. Har smakkaði eg fyri fyrstu ferð hvannir, og eg helt tær smakka óføra væl. Vit vóru eisini og sóu skúlan. Jógvan Svenn Olsen í Árnastovu í Kunoy, ættaður úr Svínoy, var lærari í báðum bygdunum og var staddur har henda sunnudagin. Pápi og hann høvdu okkurt at práta um, bæði sum starvsfelagar og eisini tí, at hann átti húsini, vit búðu í á Stongunum. Tá eg nevni henda dagin í skúlanum í Haraldssundi her, er tað tí, at eg eini 20 ár seinni kom at starvast við henda skúlan í út ímóti 5 árum. Tá var eg mangan inni á gólvinum hjá Símuni og Fíu-Lenu.
|
Tey bæði systkini á Skálatoftum vóru ógvuliga ólík í sinnalagi. Øll skemtaðust við Mallus, men við Lingu var øðrvísi. Hon var ikki altíð so blíð, tá ið børn komu ov nær húsunum, og tey vaksnu høvdu eisini virðing fyri henni. Best mundi vera at halda seg væl í øgn við Lingu, varð hildið, tí eingin kundi vera heilt vísur í, at hon ikki dugdi gand. Hon skuldi annars vera stak blíð at koma inn til, og nógvir eru teir, ið upp gjøgnum tíðina hava spælt kort inni hjá Lingu.
Einaferð minnist eg, at hon kom oman til okkara, og hon var ikki ørindaleys. Hon bað mammu koma niðan og siga sær, um kálvur var í kúnni. Mamma segði seg ikki hava skil fyri sovorðnum og bað hana heldur spyrja onkran annan; men tað svaraði Linga einki til. Tíbetur fyri mammu vísti tað seg at ganga út, sum hon hevði hildið. Nei, tað var ikki lukkuligt at sýta Lingu eina bøn.
Nú er eitt nýtt ættarlið komið til, síðan tey bæði doyðu, og skjótt verða tey gloymd; men vegurin niðan á "Skálatoftir" kom so at eita Skáltavegur.
|
Tá eg í januar 1960 fór at halda skúla í Haraldssundi og Múla, kom eg at ferðast fram við trimum avtoftaðum bygdum: Strond, Skarði og Skálatoftum. Fjórða bygdin var Fossá, ið eg gekk framvið úr Norðdepli til Múla, tá tað ikki viðraði at koma í land við báti. Tá livdu enn mong av teimum, ið ivaleyst høvdu vitað nógv at fortalt frá, men hann, ið ungur er, hugsar ikki um slíkt. Okkurt hevur tó rinið við, og saman við teimun skrivligu keldunum, ið eru til taks, farið eg at siga eitt sindur um Skálatoftir og fólkið, har búði.
|
Um bygdina kann stutt sigast, at markið norðureftir er Múlagjógv. Suðureftir fram við bakkanum koma vit fyrst til Ásugjógv, til gomlu lendingina á Kleivini, síðani Sílagjógv (sunnanvert bøin), Krákugjógv og Teistagjógv, ið er eitt sindur sunnanfyri Linklett. Sunnara markið móti Strond er úr Vørðuskriðum og niðan í Lokka. Haðani eru tríggir dalar, Krossdalur, Húsadalur (omanvert bygdina), og norðastur er Ørmansdalur. Av Skálatoftum til Múla eru 4 fjórðingar, og tað tók umleið 7 korter at ganga. Tað eru eisini 4 fjórðingar inn á Strond, men tað var meira lættgongt og tók ikki meira enn 1½ tíma. Inn á Biskupsstøð eru 7 fjórðingar, og tað gingu teir 2½ tíma. Nú valdast altíð gongd, og í neyðsendaørindum var ferðin skjótari, meðan tað tók longri tíð við tungari byrðu.
|
Tað er ikki nógv, vit vita um Skálatoftir frá heilt gamlari tíð. Bygdir, ið hava navn eftir toftum, haldast at vera avtoftaðar og bygdar uppaftur. Einki skrivligt prógv er, men sagt varð, at tá Mikkjal á Skálatoftum flutti inn til Klaksvíkar í 1914, doyði bygdin út fyri triðju ferð. Fyrstu ferð var, tá Guttormur í Gerðum hevði forkomið Nóa bónda og gift seg við einkjuni, og onnur ferðin, tá Svínoyar-Jógvan kom á Skálatoftir.
Hvussu eftirfarandi hesar frásagnir eru, er ilt at meta um; men tað er altíð okkurt í tí, ið er varðveitt á mannamunni, um tíðarfestingar og nøvn kunnu koma í bland.
Bygdarnavnið er fyrstu ferð nevnt í 1584, sum vit síggja í bókini "Færøske Kongsbønder" eftir Anton Degn. Men harfyri kann bygdin vera nógv eldri; hon kann vera ein av teimum bygdunum, ið doyðu út í seinnu helvt av 1300-talinum, tá sóttin svarta herjaði.
Søgnin nevnir Nóa bónda í samband við Guttorm í Gerðum. Um hesin bóndin hevur verið til, so hevur hann ikki itið so, men tað kann hava verið eitt eyknevni. Guttormur livdi í fyrru helvt av 1600-talinum. Hann var sonur Niels Andersen tingskrivara, ið var norðmaður, og mamman var dóttír Jón Heinesen løgmann og tískil systir Mikkjal í Lamba. Niels sat við helvtini av festinum á Skálatoftum, til hann doyði í 1631, men hevði uppsitara fyri seg, sum festararnir vanliga høvdu.
Guttormur Nielsen var eina tíð bóndi í Gerðum og sýslumaður, og eins og faðirin hevði hann helvtina av festinum á Skálatoftum.
|
Í søgnini um Nóa bónda, verður sagt, at Guttormur hevði stríð við hann um seyð. Kona Nóa hevði mælt manninum til at taka seyð frá gerðamonnum og siga, at hann var farin fyri bakka. Av hesum kom klandur í millum teir báðar, og ein dagin avgjørdi Guttormur at fara norður á Skálatoftir at drepa Nóa. Tá ið hann kom norður, var bóndin burturi í haga. Gerðabóndin fór so at leita og fann hann norðuri á Kletti, har hann legði á hann. Men Nói stóð til at vinna, tá múlabóndin kom framvið. Guttormur heitti tí á hann og lovaði honum sín besta geldseyð, um hann kom honum til hjálpar. Múlabóndin játtaði, og saman tóku teir so Nóa og koyrdu hann út av eggini. Tvey sker, ið liggja har útfyri, eita Nóasker. Guttormur fór síðani og segði konu Nóa frá, at húsbóndin var deyður, men uggaði hana við, at hon nokk skuldi sleppa á tann stóra Gerðagarð at búgva.
Tá Guttormur kom til hús, skuldi hann siga við konuna: "Å Sissel min, nu er Noa på Skåletofte død"!
So mikið passar, at kona Guttorms æt Sissal, skrivað Cecilia Staffensdatter, og at hon helst hevur verið norsk ella donsk, men hitt er meira ivasamt.
Tað, ið vit annars fáa at vita um Guttorm í Gerðum í samband við Skálatoftir, er, at hann á vártingi í Streymoy í 1664 segði seg eiga eina mørk har norðuri, sum rætturin eisini staðfesti. Uppsitarin, Heini Nielssøn, var deyður frammanundan, og nú var einkjan, Marjun Tróndardóttir, eisini deyð. Tí vildi hann hava greið ognarviðurskifti, og avgjørt varð, at virðið av jørðini skuldi latast arvingunum eftir Marjuna.
Her síggja vit, at Heini og Marjun hava búð á Skálatoftum og átt arvingar, uttan at tað tó ber til at siga, um nakar av teimum varð eftir í bygdini. Tað er ikki nógv skrivligt at finna um Skálatoftir hesi árini uttan onkur nøvn, ið verða nevnd av tilvild. Ein Óli Nielsen er nevndur í tingbókini í 1658, og tað var tí, at hann hevði brotið halgidagslógina, hann hevði verið burturi í haga ein sunnudag.
|
Tær bestu keldurnar til at kanna ættarviðurskifti eru skiftiprotokollirnar. Men langt frá øll hava átt nakað at skifta, og um børnini vóru vaksin, so mundu tey ikki ómaka myndugleikunum við tí.
Tey fyrstu árini av Gabelstíðini (1655-1709) frættist lítið av Skálatoftum; men í 1682 meldaði Billa, kona Guttorm í Múla, mannin fyri at hava verið ov góður við Malenu Jákupsdóttur á Skálatoftum. Tey viðgingu seg sek og fingu bót. Hetta er einastu ferð, vit hoyra tílíkt um Guttorm; men Billa fann seg heldur ikki í, at hann tók sær slíkt fyri. Malena man hava verið systir Sámal Jacobsen, ið festi í 1690.
|
Her skal ikki gerast meira við ta elstu tíðina á Skálatoftum, men heldur umrøða tey ið búleikaðust har, tá vit hava meira skrivligt tilfar et halda okkum til. Tó er tað heldur ikki so greitt, tí tað kom fleiri ferðir fyri, at tveir samtíðarmenn itu sama navn, ja enntá sama eftirnavn, og tá er skjótt at gera mistøk.
Í skiftinum, 11. apríl 1725, eftir Elsebeth Magnusdatter úr Haraldssundi, gift út til Hattarvíkar, fáa vit at vita, at hon hevði átt ein son giftan á Skálatoftum. Hann æt Dánial Olsen, var deyður, men átti sonin Sámal Danielsen, hvørs verji var Guttormur í Múla.
Elsebeth var bróðurdóttir Guttorms og hevði verið tvær ferðir gift. Fyrri maðurin var Óli Eliassen, bóndi í Uppistovu í Hattarvík, og seinni maður var Jóannes Joensen úr Britustovu á Eiði. Tað vóru børn í báðum giftum. Dánjal var 12 ára gamal, tá pápin doyði og man helst vera vaksin upp hjá abbabeiggjanum í Múla. Á Skálatoftum var um somu tíð bóndi, ið æt Sámal Jacobsen. Hann doyði í 1715. Eftir sótu einkjan Agnes Olesdatter og tær báðar døturnar Sunneva og Marita. Í skiftinum eftir hann sæst, at Berint í Gerðum var verji fyri einkjuna og Guttormur í Múla fyri døturnar. Um somu tíð giftust Sunneva og Dánial, og tvey á seinni, í 1717, fingu tey sonin Sámal. Men Dánial bleiv ikki gamal maður, hann doyði árið eftir 28 ára gamal. Einki er tilskilað, hvørjum hann doyði av so ungur. Eftir hann vóru tvær lestrarbøkur og ein sálmabók, sum ikki var so vanligt tá í tíðini.
|
Sunneva sat so við festinum frá 1718, til hon doyði í 1738. Tá tók Sámal við einans 20 ára gamal. Hann var giftur og átti 4 børn, men vit vita ikki, hvør konan var. Sámal hjá Dániali doyði umleið 1762, og børnini fóru heimanífrá. Dánial var elstur, føddur í 1747; hann vaks upp í Múla og giftist har. Yngri sonurin, Jústinis, vaks upp í Árnafirði og giftist í Glasstovuna. Tann eldra gentan æt Anna og var fødd í 1751 og tann yngra, Sunneva, var fødd í 1758. Anna hevur helst verið ógift, men Sunneva vaks upp í Gerðum og giftist við Mikkjali Hansen í Toft á Uppsølum; tey áttu eingi børn.
|
Eingin veit nakað vist at siga, nær bygdin doyði út aðru ferð uttan tað, at tað skuldi vera, tá Svínoyar-Jógvan kom til bygdina. Hann giftist í 1764, vita vit, men hann búði í ognarhúsinum Innistovu. Bygdin hevur so ikki verið manntóm í fleiri ár, tí bóndaeinkjan læt festið frá sær í 1764 til ein Jógvan Joensen. Tað kundi verið skjótt til at hildið, at hetta var Svínoyar Jógvan; men 5 ár seinni, 30. desember 1769 var Jógvan bóndi farin at reka nakrar seyðir, ið vóru farnir av haga, aftur á støðurnar. Saman við honum var navnin, Jógvan Joensen í Innistovu. Tað vildi so illa til, at tá bóndin, íð gekk niðri á bakkanum, skuldi taka ein veðragjóling, var hann áhaldsin, datt út av bakkanum og varð tikin út av brimi. Einki er funnið um, hvør hesin maðurin var, men hann hevur helst ikki verið giftur.
|
Ein familja hevur búð á Skálatoftum hesa tíðina, ið ikki ber til at fáa at passa inn í ta myndina, at so fá fólk vóru í bygdini tá. Tann 23. september 1765 er skift eftir Samuel Jacobsen á Skálatoftum. Einkjan eitur Agatha Joensdatter, og trý vóru børnini: Joen Samuelsen, 18 ár, Cathrina Samuelsdatter, 15 ár, og Christian Samuelsen, 10 ára gamal. Í kirkjubókini stendur Samuel paa Skaaletofte at vera deyður 45 ára gamal, 4. juli 1762.
Sum vit sóu frammanundan, festi ein Jógvan Joensen í 1764 eftir Sámal Danielsen, ið tá var deyður.
Kirkjubókin tekur ikki við fyrr enn í 1760, og tað kann tí væl vera, at bóndin er deyður fyri tað, og hesin seinni er Sámal Jacobsen. Einki skifti er eftir bóndan, men upplýsingarnar eru úr festibókini.
Tað einasta, eg havi funnið um hesi fólkini seinni, er, at Christian Samuelsen á Skálatoftum er konfirmeraður í apríl 1771 - 15 ára gamal, og í kirkjubókini fyri Suðurstreymoy stendur, at 25. juni 1781 doyði Christian Samuelsen, bøkjari, 24 ára gamal. Tað var helst eisini hann, ið var faddur at einum barni í Havn árið fyri; men av nøvnunum sást, at tað var ikki barn hjá systkjunum. Eingin av teimum var á lívi í fólkateljingini í 1801.
Hvør var so Sámal Jacobsen? Kann hann hava verið sonur Maritu Sámalsdóttir? Ella hvar fór Malan, sum Guttormur í Múla var so góður við? Hon kann hava átt ein Jákup, tí hon var Jákupsdóttir. Kann vera, at onkur kemur fram á okkurt um hesi fólkini.
|
Á vártingi, 26. mars 1770, varð festið lýst leyst, og tríggir søktu. Teir vóru: Djóni Hansen, húskallur í Ónagerði á Viðareiði, Jóannes Jacobsen úr Hósvík og Jústinus Samuelsen úr Árnafirði.
Djóni fekk festið, mest tí hann var vanur við brim og brattlendi, meðan Jóannes mest hevði tænt í Hósvík og Kollafirði. Jústinus var so ungur, einans 16 ára gamal, og tó at hann var sonur næstseinasta festaran, so hjálpti tað einki har. Tað taldi eisini við hjá Djóna, at hann nøkur ár frammanundan hevði verið á Skálatoftum og hjálpt til at fáa bygdina upp aftur á føtur, tá hon var heilt niðurundirkomin.
|
Nú var framgongd eina tíð. Djóni var giftur, áðrenn hann festi. Hann giftist í 1767 við Marin (Marjun) Poulsdatter. Hvørgin av teimum eru at finna doypt í Norðoyggjum, so vit kunnu ikki siga, hvaðani tey vóru. Tey fingu 10 børn, men 5 av teimum doyðu heilt lítil. Av hesum stóra barnaflokki sá tað út, sum eingir eftirkomara fóru at verða eftir í bygdini, tí sonurin, ið tók við festinum átti eingi børn. Børnini hjá Djóna og Marjuni vóru (1-10):
1. | Anna Margretha | f. 1767 | gift til Mikladals við Líggjasi Niðri í Húsi |
2. | Hans Djonesen | f. 1769 | giftur í 1793 við Sunnevu Thomasdatter úr Árnafirði |
3. | Maren Djonedatter | f. 1774 | gift í 1800 við Sámali Joensen uppsitara í Ónagerði |
4. | Poul | f. 1776 | doyði 3 vikur og 4 dagar gamal |
5. | Malena | f. 1777 | gift til Skarðs við Tummasi Joensen. Hann fór á sjógv í skalvalopi í 1814. Malena giftist uppaftur í Kunoy |
6. | Katrina | f. 1781 | doyði 6 vikur gomul |
7. | Elsebeth | f. 1783 | doyði 8 dagar gomul |
8. | Lisbeth | f. 1783 | doyði 9 dagar gomul |
9. | Barbara Katrina | f. 1785 | gift til Leirvíkar í 1810 vil Óla Joensen í Uppistovu |
10. | Ódoypt gentubarn | f. 1787 | doyði sum nýføðingur |
|
Áðrenn vit koma til fólkateljingarnar, ið geva eina greiða mynd av støðuni í bygdini í tíðini fram til, tey seinastu fluttu, fari eg at siga eitt sindur um hitt húsið, og aftaná 1801 ber so til at gera viðmerkingar til bæði húsini.
|
Joen Joensen, Svínoyar-Jógvan, giftist í 1764 við Malenu Joensdatter. Hon sigst hava tænt í Gerðum, men vit vita ikki, hvaðani hon var. Tey fingu 5 børn (1-5):
1. | Sigga | f. 1764 | doyði 6 vikur gomul |
2. | Sunneva | f. 1766 | doyði 3 vikur og 5 dagar gomul |
3. | Julianna | f. 1768 | gift til Kunoyar í 1790 við Símuni Olsen í Innarstovu |
4. | Joen | f. 1775 | doyði 5 dagar gamal |
5. | Mikkjal | f. 1776 | giftist inn við Onnu Joensdatter úr Kunoy |
|
Eins og hjá Djóna og Marjuni, so mistu Jógvan og Malena fleiri børn. Tað er ilt at meta um orsøkina til hetta; men man tað ikki hava verið so, at bara tey sterkastu komust undan? Eitt ússaligt barn á einum so óhøgligum plássi, hevði ongan møguleika at liva. Ikki slepst undan at hugsa um allar tær ferðirnar, ið hesir menn máttu rógva inn í Bø at fáa tey smáu børnini í vígda jørð.
|
Í fólkateljingini í 1801 eru tvey hús:
Í Kongsstovuni búgva 5 fólk:
Djóni Hansen | 62 | ár | 1. giftu | kongsbóndi |
Marjun Poulsdatter | 56 | ár | 1. giftu | kona hansara |
Hans Djonesen | 32 | ár | 1. giftu | sonur teirra |
Sunneva Thomasdatter | 45 | ár | 1. giftu | sonarkona |
Malena Hansdatter | 50 | ár | ógift | systir Djóna |
|
Í Innistovu búgva 6 fólk:
Jógvan Joensen | 60 | ár | 1. giftu | húsmaður, ognarmaður |
Malena Joensdatter | 64 | ár | 1. giftu | kona hansara |
Mikkjal Joensen | 26 | ár | 1. giftu | sonur teirra |
Anna Joensdatter | 26 | ár | 1. giftu | sonarkona |
Jógvan Michelsen | 3 | ár | | sonur teirra |
Jákup Joensen | 61 | ár | ógiftur | pápabeiggi Mikkjals |
|
Sum vit síggja, vóru 11 fólk í bygdini. Av teimum vóru 4 hjún og einasta barnið var í Innistovu.
|
Men 31. mars 1817 kom aftur hóttafall á bygdina, tá Skáltabáturin gekk burtur við 5 monnum. Vanliga róðu skáltamenn út við strandamonnum við stórum báti, men við hjálp av avbygda-monnum, ið hetta várið vóru har norðuri og róðu út, bar tá til manna 6-mannafar. Tó henda dagin vóru teir bara 5 við, tá hann brast á við ódn av útsynningi. Teir vóru komnir so nær undir land, at konufólkini hildu seg hava hoyrt teir rópa í myrkrinum.
Teir, ið fórust við Skáltabáinum vóru:
Hanus bóndi í Kongsstovuni | 47 | ár |
Pól Eliasen úr Mikladali | 24 | ár |
Mikkjal í Innistovu | 40 | ár |
Jógvan, sonur hansara | 18 | ár |
Niklái Niclasen úr Havn | | |
|
Tað hava neyvan verið fleiri enn 11 fólk í bygdini; av teimum fóru 2, umframt bóndan eisini systirsonur hansara úr Mikladali, ið hann hevði gift inn, og sum skuldi taka við festinum eftir hann. Úr hinum húsinum fóru Mikkjal, eldri sonur hansara og ein fostursonur úr Havn.
|
Enkjan eftir Pól Eliasen, Anna Katrina Johannesdatter úr Frammistovu á Viðareiði, flutti stutt eftir vanlukkuna norður aftur til Viðareiðis við dóttrini Onnu Malenu, fødd í 1816 og seinni gift út til Svínoyar við Jóhannes Jacob Heinesen (Jóa) frammi í Garði. Tey vóru bæði komin nakað til árs, tá tey giftust og fingu eingi børn; men tey fostraðu systirson hansara, Óla Hans upp. Hansara børn fingu eftirnavnið Gaard eftir húsunum frammi í Garði.
|
Á Skálatoftum var nú aftur vandi fyri, at bygdin avtoftaðist. Gamli Djóni var tá 78 ára gamal. Men ein dóttir hansara, Malenu, var gift á Viðareiði við manni úr Syðrugøtu, ið æt Sámal Joensen og hevði verið uppsitari í Ónagerði. Tey áttu tá 17 ára gamlan son, Jógvan Samuelsen, ið festi eftir abban. Árið eftir giftist hann við Elsebeth Mariu Niclasdatter úr Uppistovu í Kunoy, ið eisini var 18 ára gomul. Hesi bæði ungu átóku sær at halda lív í bygdini, og tað gekst væl. Tey fingu 4 børn:
Niclas Hans | f. 1820 | giftur við Súsonnu Petersdatter, hann festi |
Samuel | f. 1825 | giftur við Kristionnu úr Mittúni á Kirkju |
Cathrina | f. 1829 | giftist til Viðareiðis við Tummasi Jacobsen á Millanum |
Poul | f. 1834 | giftist út til Svínoyar við Sunnevu Johannesen úti á Lað |
|
Úr Innistovu fóru, sum áður nevnt, 3 mans við Skáltabátinum. Teir vóru: faðir, elsti sonur og fostursonur. Eftir sótu einkjan við 12 ára gamla Jákupi og 2 ára gomlu Marin Malenu.
Trý ár seinni giftist Anna upp aftur við Mikkjali Joensen av Lað í Svínoy, ið var systkinabarn og navni við fyrra mannin. Tey fingu dóttrina Siggu, ið giftist út á Kirkju við Jacob Hendrik Isaksen á Fløtti. Marin Malena giftist til Trøllanesar við Jógvani Johannesen, bónda í Innistovu. Hann var tá einkjumaður við 4 børnum, og saman fingu tey 3 børn: Elias í Uppistovu á Selatrað, Mikkjal Paula bónda í Innistovu og Jákup á Nesi, ið var kendur bátasmiður.
|
Í fólkateljingini í 1834 eru 13 fólk í bygdini í trimum húsum. Tey vóru:
Í Kongsstovuni
Joen Samuelsen | 34 | ár | kongsbóndi |
Elsebeth Malena Nichlasdatter | 35 | ár | kona hansara |
Nichlas Hans | 15 | ár | sonur |
Samuel | 10 | ár | sonur |
Cathrina | 5 | ár | dóttir |
Poul | 1 | ár | sonur |
Maren Djonedatter | 58 | ár | einkja, mamma Jógvans |
|
Í Innistovu
Michel Joensen | 46 | ár | óðalsmaður og handverkari |
Anna Joensdatter | 59 | ár | kona hansara 2. gifta |
Jacob Michelsen | 30 | ár | sonur hennara |
Maren Malena Michelsdatter | 20 | ár | dóttir hennara |
Sigga Michelsdatter | 13 | ár | dóttir teirra |
|
Í 3. húsinum
Simon Simonsen | 39 | ár | uppsitari |
Susanna Pedersdatter | 30 | ár | kona hansara |
|
Aftaná bátsvanlukkuna í 1817 stóð illa til við vaksnum monnum í bygdini. Ein av teimum, ið tá kom at hjálpa til, var Símun Simonsen úr Miðstovuni á Viðareiði. Hann giftist í 1827 við Súsonnu, dóttur Pætur bónda í Útistovu í Vági (B), og tey búsettust á Skálatoftum, har hann skuldi hava eina mørk av Viðareiðisjørðini í hondum. Tey búðu í tí roykstovuni, ið var bygd millum Kongsstovuna og Innistovu, so alt var ein samanhangandi long lon.
Símun og Súsanna fingu eingi børn, men tey fostraðu ein bróðurson hennara upp. Hann æt Albert Michael Justesen og var úr Geilini á Viðareiði. Albert giftist í 1858 inn Har Norð í Múla við Elsebeth Danielsdatter. Símun doyði longu í 1839, og í 1841 giftist Súsanna upp aftur við Niklasi í Kongsstovuni, ið var 15 ár yngri enn hon.
|
Í 1840 vóru aftur einans tvey hús í bygdini:
Í Kongsstovuni
Joen Samuelsen | 40 | ár | kongsbóndi |
Elsebeth M. Niclasdatter | 41 | ár | kona hansara |
Niclas Hans Joensen | 21 | ár | sonur |
Cathrina Joensdatter | 11 | ár | dóttir |
Poul Joensen | 6 | ár | sonur |
Maren Djonedatter | 65 | ár | einkja |
|
Í Innistovu
Michel Joensen | 51 | ár | húsmaður, fiskimaður |
Anna Joensdatter | 64 | ár | kona hansara 2. gifta |
Sigga Michelsdatter | 19 | ár | dóttir teirra |
Jacob Michelsen | 36 | ár | sonur konuna í 1. giftu |
Cathrina Poulsdatter | 28 | ár | kona hansara |
Jóhanna Michelsen | 2 | ár | dóttir teirra |
|
Frá 1841 til Niklas Hans festi í 1855 vóru tvinni húsarhald í Kongstovuni.
|
Í 1845
Kongsstovan
Joen Samuelsen | 46 | ár | kongsbóndi, av Viðareiði |
Elsebeth Maria Niclasdatter | 46 | ár | kona hansara, úr Kunoy |
Samuel Joensen | 21 | ár | sonur |
CathrinaJoensdatter | 16 | ár | dóttir |
Poul Joensen | 11 | ár | sonur |
Niclas Hans Joensen | 26 | ár | húsmaður, fiskimaður |
Susanne Petersdatter | 41 | ár | kona hansara, innan úr Vági, seinna gifta |
Simon Frederik Niclasen | 4 | ár | sonur teirra |
Peter Niclasen | 3 | ár | sonur teirra |
Albert Michael Justesen | 9 | ár | fosturbarn, av Viðareiði |
|
Innistova
Anna Joensdatter | 69 | ár | gift, úr Kunoy, maðurin á hospitalinum. |
Sigga Michelsdatter | 24 | ár | ógift, dóttir hennara |
Jacob Michelsen | 41 | ár | sonur í fyrru giftu, stendur fyri ognini |
Cathrina Joensdatter | 33 | ár | kona hansara, úr Haraldsundi |
Johanna Michelsen | 7 | ár | dóttir teirra |
Michel | 5 | ár | sonur teirra |
Anne Marie | 1 | ár | dóttir teirra |
|
Niklas Hans og Súsanna fingu 4 børn (1-4):
1. | Simon Frederik Niclasen | f. 1841 | giftur við Onnu Eriksen úr Ánunum |
2. | Peder | f. 1842 | giftur við Julionnu Frederiksen av Uppsølum |
3. | Joen Frederik | f. 1846 | hevði konu av Viðareiði, tey búðu í Skotlandi |
4. | Susanna Maria | f. 1848 | gift inn í Ánirnar við Jógvani Johannesen |
|
2. Pætur og Julianna giftust í 1867 og búðu tey fyrstu árini á Skálatoftum í tí roykstovuni, sum var føst í sunnara enda á Kongsstovuni. Í 1884 keyptu tey húsini hjá Jóan Paula í Horni í Klaksvík, ið sjálvur flutti heim í Víkarnar. Húsini hjá Skálta-Pæturi kallaðust nú "Úti í Horni" og hini í "Heimara Horni". Pætur og Julianna fingu 6 børn, øll fødd árenn tey fluttu inn til Klaksvíkar. Tey vóru (a-f):
|
a | Anna Sofía | f. 1868 | gift við Erik Petur Eliasen, bónda í Útistovu í Vági. |
b | Niclas | f. 1870 | giftur við Elin Justinussen av Skipanesi, búðu í Klaksvík. |
c | Hans Jacob | f. 1873 | giftur við Cathrinu Sofíu av Tjaldrafløtti; tey bygdu Reyðhús. |
d | Poul Johannes | f. 1877 | giftist inn til foreldrini við Jóhonnu Sofíu Johansen |
e | Elsebeth Maria | f. 1879 | gift við Óla Matras av Norðoyri, búðu í Víkunum. |
f | Johanna Berlina | f. 1884 | gift til Havnar við Jóannes í Króki |
|
3. Jógvan Fr. Niclasen slapp ungur við skotskum línubáti, ið fiskaði gággur í Haraldssundi. Hann giftist við Cathrinu Henrikku Viderø, ið hevði tænt nógv ár í prestagarðinum í Ónagerði, og búsettist í Lieth. Tey fingu 2 døtur: Elspu, gift við Sakariasi Poulsen úr Havn, búðu í Lieth, og Linu, ið giftist við Dánjali Danielsen (Dalla), trúboðara úr Havn.
|
4. Maður Súsonnu Mariu og Anna, bróðurkonan, vóru systkin, tó at eftirnøvnini ikki vóru tey somu. Pápi teirra æt Johannes Eriksen, og teir báðir elstu synirnir komu at eita Johannesen, meðan tey yngru fingu eftirnavnið hjá pápanum. Øll børnini hjá Sannu og Jógvani vóru doypt Eriksen.
|
Í 1850 eru 21 fólk og 3 húsarhald:
Kongsstovan
Joen Samuelsen | 51 | ár | av Viðareiði | bóndi, fiskimaður |
Elsebeth M. Niclasdatter | 51 | ár | úr Kunoy | kona hansara |
Poul Joensen | 16 | ár | úr sóknini | sonur |
Samuel - | 26 | ár | - | eldri sonur, inngiftur |
Christianna Christiansd. | 24 | ár | av Kirkju | kona hansara |
Elsebeth Sophie | 1 | ár | úr sóknini | dóttir teirra |
Niclas Hans Joensen | 30 | ár | - | húsmaður, fiskimaður |
Súsanna Pedersdatter | 45 | ár | - | kona hansara |
Simon Fr. Niclasen | 9 | ár | - | sonur teirra |
Peder - | 8 | ár | - | sonur teirra |
Joen - | 5 | ár | - | sonur teirra |
Susanna Maria - | 2 | ár | - | dóttir teirra |
Albert Michael Justesen | 14 | ár | av Viðareiði | fosturbarn |
Maren Susanna Michelsd. | 14 | ár | úr Mikladali | arbeiðisgenta |
|
Innistova
Michel Joensen | 65 | ár | úr Svínoy | óðalsmaður |
Anna Joensdatter | 74 | ár | úr Kunoy | kona hansara |
Jacob Michelsen | 46 | ár | úr sóknini | sonur hennara |
Cathrina Poulsdatter | 37 | ár | úr Haraldssundi | kona hansara |
Johanna Michelsen | 11 | ár | úr sóknini | dóttir teirra |
Michel - | 10 | ár | - | sonur teirra |
Anna Maria - | 6 | ár | - | dóttir teirra |
|
Í 1855
Kongsstovan
Joen Samuelsen | 56 | ár | haldbóndi og fiskimaður |
Elsebeth Maria Niclasdatter | 57 | ár | kona hansara |
Niclas Hans Joensen | 36 | ár | kongsbóndi og fiskimaður |
Susanna Petersdatter | 51 | ár | kona hansara |
Simon Frederik Niclasen | 15 | ár | sonur |
Peter - | 13 | ár | sonur |
Joen Frederik - | 10 | ár | sonur |
Susanna Marie - | 8 | ár | dóttir |
Peter Eliasen | 78 | ár | pápi konuna, úr Útístovu í Vági |
|
Innistova
Joen Guttormsen | 37 | ár | fiskimaður, úr Múla |
Cathrina Poulsdatter | 45 | ár | kona hansara, hennara seinna gifta |
Johanna | 17 | ár | dóttir hennara |
Michel | 15 | ár | sonur hennara |
Anna Maria | 12 | ár | dóttir hennara |
Anna Margretha Joensdatter | 8 | ár | dóttir teirra |
Michel Joensen | 71 | ár | einkjumaður |
Albert Michael Justesen | 20 | ár | húskallur |
|
Suðuri á Bø
Samuel Joensen | 30 | ár | fiskimaður |
Christane Christiansdatter | 29 | ár | kona hansara, av Kirkju |
Elsebeth Sophie Samuelsen | 7 | ár | dóttir |
Marianna - | 5 | ár | dóttir |
Cathrina Maria - | 3 | ár | dóttir |
|
Vit síggja, at í 1855 eru eini hús komin aftrat. Tað vóru tey bæði, Sámal úr Kongsstovuni og Kristianna úr Mittúni á Kirkju, ið høvdu bygt nakað sunnan fyri tað longu lonina, Suðuri á Bø, ella í Subbuni, ið vanliga varð sagt. Tey fyrstu árini búðu tey í roykstovuni millum hini bæði húsini. Sámal, ið var uppsitari m.a. yvir gerðajørðini, var góður grótmaður. Hann laðaði umframt síni hús eisini teir vøkru grótveggirnar í Kongsstovuni. Seinni laðaði hann húsini hjá soninum Jógvan Hans í Ánunum.
Børnini hjá Sámali og Kristionnu vóru 7 (a-g):
a | Elsebeth Sofía | f. 1850 | gift inn í Ánirnar við Heina Johansen |
b | Marianna | f. 1851 | gift til Viðareiðis við Jógvani Thomassen á Oksakletti |
c | Katrina Maria | f. 1853 | gift við Jógvani á Oksakletti, fyrra kona |
d | Joen Hans Samuelsen | f. 1856 | vaks upp í Ánunum. Hann bygdi tætt norðuri við Ánagjógv, ið er mark millum Strond og Myrkjanoyri, har hann hevði fingið eina trøð. Jóan Hans giftist í 1891 við Onnu Sofíu Hermansen úr Vestmanna |
e | Christian Ludvig - | f. 1858 | var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var úr Kunoy og æt Dorthea Poulsen; hon doyði við fyrsta barninum, ið eisini doyði. Í 1890 giftist Skálta-Kristian við Hansinu Jacobsen úr Búrstovu á Eiði, og tey búsettust á Stongunum í Klaksvík. |
f | Poulina | f. 1862 | doyði 12 ára gomul |
g | Jóhanna | f. 1865 | var ógift, men búði hjá systrini á Viðareiði |
|
Í 1860 eru í Kongsstovuni:
Niclas Hans Joensen | 41 | ár | bóndi |
Susanna Pedersdatter | 56 | ár | kona hansara |
Simon Fr. Niclasen | 20 | ár | sonur |
Joen Fr. - | 15 | ár | sonur |
Susanne M. Niclasdatter | 13 | ár | dóttir |
Elsebeth M. Niclasdatter | 61 | ár | einkja, mamma Niclas |
|
Í Innistovu
Joen Guttormsen | 41 | ár | óðalsmaður |
Cathrina Poulsdatter | 49 | ár | kona hansara, hennara seinna gifta |
Johanna Michelsdatter | 22 | ár | dóttir hennara |
Michel Jacobsen | 20 | ár | sonur hennara |
Ane Grethe Joensen | 7 | ár | dóttir teirra |
Elsebeth Fr. Joensen | 4 | ár | dóttir teirra |
Joen Heinesen | 14 | ár | fosturbarn, úr Leirvík |
Isak Jacob Isaksen | 9 | ár | fosturbarn, av Kirkju |
|
Suðuri á Bø
Samuel Joensen | 36 | ár | fiskimaður |
Christianna Christiansd. | 34 | ár | kona hansara |
Elsebeth Sofie | 11 | ár | dóttir |
Joen Hans | 4 | ár | sonur |
Christian Ludvig | 2 | ár | sonur |
|
23. mai 1866 doyði Kristianna, og tey eldru børnini fóru heimanífrá. Í 1880-unum gavst Sámal at vera uppsitari og flutti inn í Ánirnar til sonin; men um 1920 fór hann inn á Stengurnar til Gomlu-Fíu og doyði út har. Fía var úr Andrasstovu í Funningi og var einkja eftir Niels Volles, ið bygdi fast í sunnara enda hjá Kollfjarða-Jógvani. Hann gekk burtur við Stangarbátinum í 1883.
|
Áðrenn vit taka næstu fólkateljingina, venda vit aftur til Innistovu. Í seinastu fólkateljing síggja vit, at nýggjur húsbóndi er í húsinum. Jákup Mikkelsen doyði 27. des. 1850 av bróstsjúku, og í 1853 giftist einkjan við Jógvani Guttormsen úr húsinum Har Norð í Múla. Við fyrra manninum, Jákupi Michelsen, átti Katrina 3 børn (1-3):
1 | Johanna Michelsdatter | f. 1839 | gift við Ole Joen- Frederiksen í Múla; tey bygdu húsini "Har Frammi", ið standa niðri á "Frílandsmusenum". |
2 | Michel Jacobsen | f. 1840 | giftist í 1890 inn við Malenu Frederiksen av Skipanesi. |
3 | Anna Maria Michelsen | f. 1844 | var ógift |
|
Múla- Jógvan og Katrina fingu tvær døtur (4-5):
4 | Ane Grethe Joensen | f. 1854 | giftist í 1885 við Magnus Fr. Christiansen úr Havn og búsettust við Fossá; tey áttu eingi børn. |
5 | Elsebeth F. Joensen | f. 1857 | var ógift; hon tænti nógv ár í Frammistovu á Viðareiði. |
|
Í 1870 vóru 20 fólk.
Í Kongsstovuni:
Simon Fr. Niclasen | 29 | ár | kongsbóndi |
Anna Eriksen | 29 | ár | kona hansara |
Johanna Maria | 3 | ár | dóttir |
Susanna | 1 | ár | dóttir |
Niclas Hans Joensen | 50 | ár | foreldur |
Susanna Petersdatter | 67 | ár | bóndans |
|
Í Innistovu:
Joen Guttormsen | 50 | ár | óðalsmaður og fiskimaður |
Cathrina Poulsdatter | 58 | ár | kona hansara |
Michel Jacobsen | 29 | ár | sonur hennara |
Ane Grethe Joensen | 16 | ár | dóttir teirra |
Elsebeth Fr. - | 13 | ár | dóttir teirra |
Johannes Olesen | 35 | ár | húskallur, úr Funningi |
Poulina Samuelsen | 8 | ár | undir fátækraforsorg |
|
Í Subbø:
Samuel Joensen | 45 | ár | einkjumaður, fiskimaður |
Marianna Samuelsen | 19 | ár | dóttir hansara |
Johanna - | 4 | ár | dóttir hansara |
|
Hjá Skálta-Pæturi:
Peter Niclasen | 27 | ár | fiskimaður |
Julianna M. Frederiksen | 28 | ár | kona hansara |
Anna Sofia Niclasen | 2 | ár | dóttir |
Niclas - | 1 | ár | sonur |
|
Í 1880 vóru 23 fólk á Skálatoftum í 4 húsum, og tað mundi vera tað mesta nakrantíð.
Í Kongsstovuni:
Simon Fr. Niclasen | 38 | ár | kongsbóndi |
Anna f. Eriksen | 38 | ár | kona hansara |
Johanna Maria Niclasen | 13 | ár | dóttir |
Susanna - | 10 | ár | dóttir |
Margretha - | 7 | ár | dóttir |
Niclas Hans - | 2 | ár | sonur |
|
Í Innistovu:
Michel Jacobsen | 39 | ár | fiskimaður |
Ane Grethe Joensen | 26 | ár | hálvsystrar |
Elsebeth Fr. Joensen | 23 | ár | hansara |
Cathrina Poulsdatter | 68 | ár | mamma teirra - Múla-Jógvan doyði í 1873. |
Magnus Fr. Christiansen | 46 | ár | húskallur, úr Havn. |
|
Í Subbø:
Samuel Joensen | 55 | ár | fiskimaður |
Joen Hans Samuelsen | 24 | ár | sonur hansara |
Marianna - | 28 | ár | dóttir |
Johanna - | 13 | ár | dóttir |
Fredrikka Johansen | 5 | ár | fosturbarn, úr Ánunum |
|
Hjá Skálta-Pæturi:
Peter Niclasen | 37 | ár | fiskimaður |
Julianna M. Frederiksen | 37 | ár | kona hansara |
Anna Sofia | 12 | ár | dóttir |
Niclas | 9 | ár | sonur |
Hans Jacob | 6 | ár | sonur |
Poul Johannes | 2 | ár | sonur |
Elsebeth Maria | 1 | ár | dóttir |
|
Tá vit koma til seinastu fólkateljingina í 1800-talinum, eru einans 9 fólk eftir í bygdini í tveimum húsum. Sum áður sagt, so flutti Sámal inn í Ánirnar og Pætur inn til Klaksvíkar.
|
Í 1890 vóru í Kongsstovuni:
Simon Fr. Niclasen | 48 | ár | kongsbóndi |
Anna Eriksen | 48 | ár | kona hansara |
Niclas Hans | 12 | ár | sonur |
Johannes | 7 | ár | sonur |
Margretha | 17 | ár | dóttir |
Niclas Hans Joensen | 69 | ár | haldbóndi |
|
Í Innistovu:
Mikkel Jacobsen | 49 | ár | húsbóndi |
Malena Frederiksen | 32 | ár | húshaldskona, av Skipanesi |
Margretha Johannesen | 16 | ár | arbeiðisgenta, úr Ánunum |
Johanna Sofia Johannesen | 10 | ár | fosturbarn, úr Ánunum |
|
Símun Niclasen í Kongsstovuni festi í 1866, og sama árið giftist hann við Onna Eriksen úr Ánunum. Tey fingu 6 børn (a-f):
a | Johanna Maria | f. 1867 | giftist við Thomas Jóhan Hendriksen í Ovastahúsi í Árnafirði. |
b | Súsanna | f. 1870 | var ógift. Hon átti eina dóttur, ið æt Malena f. 1899. Tær fluttu báðar til Danmarkar, har Malena doyði 17 ára gomul. |
c | Margretha | f. 1873 | var fávitskut; hon doyði 20 ár gomul. |
d | Anna Sofía | f. 1875 | doyði sum smágenta. |
e | Niclas Hans Niclasen | f. 1877 | hann festi, men druknaði 28 ára gamal. |
f | Jóhannes Niclasen | f. 1882 | giftist við Julionnu Larsen og búsettist á Selheyggi í Klaksvík. |
|
Av teimum 6 børnunum hjá bóndanum eiga einans tvey eftirkomarar. Niklas Hans var borin til festið og skuldi føra húsið víðari, men tað kom at ganga øðrvísi. Ein góðveðursdag í juni mánað í 1906 høvdu Niklas Hans, pápi hansara og Mikkjal í Innistovu skjútsað Símun av Skarði norður til Viðareiðis. Afturkomnir fóru teir allir til hús, meðan tann 12 ára gamla Súsanna Margreta lá á báti. Hon var úr Ovastahúsi í Árnafirði, dóttir Jóhonnu Mariu. Niklas Hans var skjótur oman aftur, tí hann skuldi inn í Ánirnar á fjall; men í tí hann steig á stokkin, barst honum á - hann hevði hundin undir arminum - og hann fór fyri borð. Hundurin kom upp aftur og svam í land, men einki sást til Niklas.
Gentan rann niðan at siga frá; Símun og Mikkjal skundaðu sær oman og sóu Niklas Hans liggja á botninum. Teir fingu hann upp, men einki lívstegn sást. Teir róðu av øllum alvi inn til Klaksvíkar. Men ov seint var, hann var deyður, og við honum slóknaði vónin um, at bygdin fór at hóra undan. Niklas Hans hevði gentu inni í Ánunum, og tey ætlaðu at giftast, nú hann hevði fest.
Símun var nú vorðin gamal, men royndi at knossast, so leingi hann orkaði. Hann doyði í 1912, og so var øskukalt í Kongsstovuni.
Tann yngri sonurin, Jóannes, var nú næstur til festið; men hann hevði ongan hug til at flyta norður. Hann var farin til Klaksvíkar at rógva út, tá hann var tilkomin, og hevði betri hug til sjógvin. Honum stóð í boði at festa, men hann tók ikki av, uttan at hann slapp at búgva í Klaksvík, og tað fekk hann loyvi til.
|
Í fólkateljingini fyri 1890 sóu vit, at Mikkjal í Innistovu hevði eina húshaldskonu av Skipanesi. Sama árið giftust tey bæði, og tey fingu tvey børn (1-2):
1 | Karolina Malena Jacobsen | f. 1890 | ógift |
2 | Michael Malvinus - | f. 1899 | ógiftur |
|
Eini hús vóru á Skálatoftum, ið bert stóðu uppi eina stutta tíð. Tað var Jógvan Frederiksen úr Kunoy, sum í 1893 bygdi sær hús av viði, hann hevði keypt av tí gomlu kirkjuni á Viðareiði. Árið fyri var hann giftur við Elsebeth Helenu Justesen úr Múla, og tey skuldu hava Múlajørðina í hondum. Men sama árið átti Elsbelena eina dóttur, og báðar doyðu stutt eftir. Tá var einki at verða eftir til hjá Fríðriks-Jógvani. Hann giftist seinni uppaftur við Jóhonnu Sofíu Hansen úr Tunghúsinum inni í Vági og búði nøkur ár í Íslandi, men kom heim aftur uml. ár 1900 og búsettist í Klaksvík.
|
Mikkjal fór tá við konu og børnum inn í húsini hjá Fríðriks-Jógvani, og seinni keypti hann tey. Tá hann í 1914 flutti inn til Klaksvíkar, tók hann hesi húsini niður og brúkti viðin til tey húsini, hann bygdi við Ravnagil, og sum vit kallaðu "Uppi á Skálatoftum".
Mikkjal á Skálatoftum var tann, ið helt longst á í tí gomlu bygdini, og ikki er tað víst, at hann var so fegin um at rýma. Men hann kom so illa fyri einaferð, at hann breyt beinið. Eftir tað haltaði hann so illa, at tað skuldi vera øgiligt at síggja, tá hann gekk um Múlan og hevði tað styttra beinið ytri. Tað skuldi síggja út, sum hann fór at detta oman í hvørjum spori.
Óhappið hendi ein dagin, tá ið hann í kava og hálku var á veg inn í Bø til handils. Tá hann kom inn á Vallarahøvda - miðskeiðis millum Grønaból og Kósina - var hann áhaldsin og datt út av bakkanum. Tó vildi so væl til, at hann fekk hjálp, tí sjálvur hevði hann einki kunnað gjørt. Stina á Strond, hon var av Selatrað og mamma Antinis, var eisini á veg til handils henda dagin, og tey høvdu prátað saman, meðan tey gingu inneftir. Stina gekk frammanfyri, og einaferð varnaðist hon, at hon einki svar fekk. Tá hon hugdi aftur um seg og ongan mann sá, vendi hon aftur og sá nú, at Mikkjal var farin útav. Hon gekk skjótt inn á Stengurnar eftir hjálp og fekk tveir mans at koma við báti at fáa hann til lækna, ið beinanvegin sendi hann til Havnar, har hann fekk heilsubót; men eftir tað haltaði hann illa.
Fyri hesa viðgerðina fekk Mikkjal so stóra rokning, at hann ikki sá seg føran fyri at gjalda hana. Tá var tað, at læknin í Klaksvík beyð sær til at gjalda rokningina, um hann vildi selja honum húðina av tí sjáldsomu kúnni, hann átti. Hon segðist hava horn allan vegin eftir rygginum.
Mikkjal var glaður við boðið, og Jákup í Gerðum (1838-1919) fekk til arbeiðis at fletta kúnna. Tað segðist, at Mikkjal fekk 50 krónur fyri húðina - ja, onkur vildi verða við, at hann fekk 80 krónur. Hetta hevur verið onkuntíð í 1890-unum.
Annars kann viðmerkjast at Ánirnar vóru bygdar, tá Mikkjal á Skálatoftum var føddur, 25. oktober 1840, sigur munnlig frásøgn. Skáltamenn vóru á veg til Kunoyar eftir ljósmóður og løgdu inn á Strond at fáa fólk við at rógva. Tá var Jóannes fluttur inn í Ánirnar. Ljósmóðurin, teir fóru eftir, var Elspa Sofía Joensdatter, ið hevði lært niðri. Hon doyði longu árið eftir, og eingin lærd ljósmóðir var í Norðoyggjum til heystið 1843, tá Frederikka Hendriksdatter úr Havn búsettist á Strond. Hon var gift við Heina Hansen úr Bóndastovu á Eiði. Drikka á Strond átti ein son, áðrenn hon giftist; hann æt Magnus Frederik Christiansen. Tað var hann, ið giftist við Anne-Gretu úr Innistovu á Skálatoftum og búsettist við Fossá.
|
Tó at tað ongantíð vóru nógv skúlabørn í senn á Skálatoftum, so fingu tey lærara norður, tá skúlaskipanin kom í lag. Jóhan Eliasen í Antinishúsi á Uppsølum var einsamallur lærari í øllum bygdunum í sóknini, sum í 1840 fevndi um: Skálatoftir, Strond, Ánirnar, Árnafjørð og Oyrar aftrat Klaksvík, ella Vági, ið bygdin tá æt. Eini tvey ár hjálpti sonurin, Elias, pápanum at ferðast til tær bygdirnar, ið lógu óhøgligast fyri, men hann doyði 20 ára gamal av bróstsjúku í 1840. Fýra ár seinni helt Jóhan uppat, og Dánjal Jákup Mikkelsen í Heimistovu á Uppsølum tók við. Men í 1848 varð skúlin niðurlagdur, og so var eingin skúlagongd aftur fyrr enn í 1872, tá Samuel Michael Joensen úr Niðristovu í Gerðum fekk lærarastarv í sóknini.
Einaferð Sámal-lærarin var har norðuri, hevði hann gloymt svávuldósina eftir við hús, og tá hann skuldi festa sær í, fekk hann eina til láns frá teimum. Linga, ið var fødd í 1890, segði seg minnast, at hann var komin heilt inn á Malirnar - beint yvir av lendingini í Haraldssundi - tá hann ansaði eftir dósini, ið hann hevði stungið upp á seg, og vendi norður aftur við henni. Hetta var einasta svávuldósin í bygdini, og langt var til handils.
Ja, soleiðis var lívið tá, men tey vistu ikki um nakað annað. Tað var mangan ótýdligt at fara ørindi til gongu, men nógvar ferðir verri kundi vera, tá farast skuldi í bát.
|
Ásugjógv, reiðiliga ein kilometur norðan fyri bygdina á Skálatoftum, er ein stór og djúp gjógv. Væl ber til at koma inn á gjónna, tá kyrt er; har er møl, og lætt er at draga bát flóðfrían. Men har er høgt inni á botni báðu megin, og tað er næstan ógjørligt at koma upp.
Tá bátar komu inn í Haraldssund norðanífrá og noyddust at finna sær skýli fyri at bjarga lívinum, tí teir ikki vunnu longur, var Ásugjógv einasta plássið har um leiðir, ið kundi brúkast til neyðstøð. Tað kom mangan fyri, at bátsmanningar noyddust at seta upp har og noyddust at liggja alla náttina og bíða til veðrið blíðkaði.
Einaferð, viðingar høvdu verið inni í Bø og vóru á veg norðuraftur, var ikki farandi um Múlan. Teir settu tí upp í Asugjógv og lógu nátt har. Dagin eftir var farandi til Viðareiðis. Ein av teimum, ið var við henda dagin, var Dánjal Jóhannes Joensen, vanliga nevndur Dáli, føddur 9. okt. 1860.
Tey fyrstu árini av 1890-unum, upp til 1896, var rættiliga nógvur fiskur á várgrunninum á Norðhavinum, og nógvir bátar royndu har frá grækarismessu til krossmessu. Tá kravdu menn, at okkurt skuldi gerast inni á Ásugjógv, so tað ikki hendi, at menn doyðu har inni aftaná at hava verið noyddir at seta upp. Jógvan Heinesen á Viðareiði (1846-1925), ið var ættaður úr Leirvík, var góður smiður. Í uppvøkstrinum var hann nógv at vera á Skálatoftum, so hann var staðkendur har. Hann var biðin at kanna, um tað bar til at gera nakað í Ásugjógv - helst eina uppgongd - so tað slapst upp á bakkan. Teir sprongdu tá burtur nakað út ímóti gjáarmunnanum. Hann boraði nú hol at seta kongar í og gjørdi so nakað av rekkverki. Tá bar til hjá tómhentum manni at koma sær út av gjáarmølini og upp á tangan á heimara munna á Ásugjógv. Um 1940 varð bøtt um jørnini.
Tað var eisini Heina-Jógvan, ið gjørdi arbeiðið við gøtuna til Árnafjarðar.
|
Tað kundi óivað verið okkurt annað at tikið við um Skálatoftir, men nú má vera nóg mikið her. Fyri tey, ið eru forvitin eftir at fáa meira at vita, kann eg vísa til bøkurnar hjá J. Símuni Hansen "Havið og vit II" og "Tey byggja land VI" og "Minnismyndir og søgubrot 2" eftir Robert Joensen, har hann skrivar um neyðstøðina í Ásugjógv.
|
Eg fari at enda við einum broti úr søguni "Tann dagin um Múlan" eftir Heðin Brú. Hon stendur í bókini "Flókatrøll", sum kom út í 1948. Høvundurin var ein summarmorgun farin norðureftir við postbátinum og bað teir seta seg upp á Borðoynna onkunstaðni, sum til bar. Teir settu hann upp í Krákugjógv. Hesa ferðina - og steðgin á Skálatoftum - lýsir hann so væl, ið einans eitt skald er ført fyri, og hann ger sær sínar hugsanir um, hvat kann hava gjørt, at bygdin doyði út.
|
Eg komi heim at húsatoftum: Vallað tún, vallað gólv millum grótveggirnar, búnýti liggur og rekst. -- Eg seti meg í eina toftina at eta ein bita. Eg síggi steinamosa vaksa á vegginum og drunnhvítan ríkja í veggjarholunum. Fyrr stóðu her konur og løgdu sodnan innløgumat upp í trog og settu á borðstólar til møddar menn, ið leitaðu heim á kvøldi. Her grótu børn, her vaks ungdómur upp, her teskaðust ástarorð, og her andaðust tey gomlu í koyggjunum. - Nú grør grasið, og feitir sniglar skríða í morgundøggini. Uttan fyri toftina sæst farvegur eftir lækju, ið einaferð hevur verið. Tún frá øllum húsunum hava gingið at henni. Her undir lækjuna komu menn at leggja sær skógvar í blot, at tváa sær hosurnar um kvøldini, at seta á vatn. Her tvógu konur klæði, her hittust tær við vatnbyttum og skiftu orð um ting og tilburðir, her hoyrdust fyrstu tíðindini um feigd og fong í bygdini. Nú er eingin fótur á ferð her longur, og lækjan er burtur .....
|
Og Heðin Brú spurdi seg sjálvan, hvat ið hendi, og hví tey rýmdu. Hann kom til ta niðurstøðu, at tað var Klaksvík, stórbygdin, ið vaks upp inni í Bø. Tað var hon, ið hevði fingið tey ungu at strúka av garði, og tá tey vóru farin, máttu tey gomlu við ringum tannabiti eisini rýma.
|
Um tað var so, vita vit ikki. Ella var tað, sum J. Símun Hansen vildi halda, at tað var vanlukkan undir bønum, tá Niklas Hans í Kongsstovuni druknaði, ið gjørdi, at hini mistu álitið á eina framtíð har norðuri? Helst hevur tað verið so, at vanlukkan fekk tey at rýma, og Klaksvík gav teimum møguleikan at lívbjarga sær.
|
|