$this->db->query($stmt) failed in read
Freydis
[Śr Oyndarfjaršar sųgu]
Bókin Mistųk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

Śtróšur

"Taš man neyvan vera nakaš fólk ķ heiminum, sum hevur sųgu sķna og lagnu, ella tilveru sķna sum fólk, soleišis knżtta til haviš sum vit ķ Fųroyum. Vit liva lķv okkara viš andlitinum vendum móti sjónum. Haviš er uppi ķ, annašhvųrt viš ella ķmóti, ųllum okkara dagliga arbeiši og strķši fyri lķvinum ---". Soleišis endurgevur Robert Joensen śr einara prędiku eftir J. Dahl ķ bókini "Śtróšur 1845 - 1945". Nógv er skrivaš um śtróšur og fiskiskap annars, men hvųr bygd hevur sķna sųgu. Taš er ikki sųrt av tilfari um bįtar, iš eg eri komin framį og havi hoyrt fortalt. So mikiš įhugavert er taš, at taš er spell ikki at višgera taš meira nįgreinilig, enn eg eri fųr fyri. Onkur annar tekur vónandi tann tįttin upp.
Men her er tó ein tilburšur, iš tikin veršur viš, og sum ikki einaferš, tį vit fįa nakaš at vita śr tķ dagliga lķvinum, so er taš, tį sżslumašurin kemur uppķ, og sakarmįl spyrst burturśr. 22. mai 1850 var ein góšur dagur, tķ allir bįtar śr bygdunum į eystursķšuni į Eysturoynni vóru į floti. Nakaš vestanfyri Gjįar bygd sį ein funningsbįtur grind og bošaši hinum bįtunum frį. Teir vóru sjįlvir illa mannašir, trķggir menn og ein hįlvvaksin drongur, og teir vóru móšir, so taš gekk ein lųta, til teir komu til grindina. Taš framgongur av sakarmįlinum, at finningarbįturin vildi hava grindina inn į Funningsfjųrš, iš var gomul grindavįg, og fleiri vóru samdir ķ tķ eisini tķ, at grindin vildi tann vegin. Men taš vóru ašrir, iš vildu hava hana riknaš noršur ķ Vįg, tķ eftir tķ nżggju reglugeršini skuldi ikki farast inn į Funningsfjųrš, tį ašrir mųguleikar vóru. Endin var, at grindin legši beinini ķ Funningsfirši, og teir į finningarbįtinum fingur bót.
Henda dagin vóru 6 bįtar śr Oyndarfirši į Noršhavinum. Śr vitnisfrįgreišingunum fįa vit at vita, hvųrjir formenninir hava veriš. Teir vóru: Jóhan Joensen og Dįnjal Jįkup Jacobsen ķ Garshorni, Klęmint ķ Billustovu, Antinis ķ Ansastovu, Óli ķ Hśsi og Sakaris Johannesen. Av ųšrum vitnum eru nevndir: Petur viš Liš, iš var viš Dįnjali ķ Garšshorni, Hans ķ Ansastovu viš pįpanum og Jįkup viš Stein, iš helst eisini hevur veriš viš Antinesi, tķ teir vóru svįgrar. Men hann fór ķ bįtin hjį Sakarisi, tķ har vóru einans trķggir menn, og Sakaris segši seg venda aftur eftir einum stųrri bįti og grinda-reišskapi. Viš Klęminti var pįpi hansara, gamli Jógvan ķ Billustovu.
Teir hava ivaleyst veriš ójavnir į mįli um, hvagar grindin skuldi, men taš kemur ikki so klįrt fram, hvat oyndfiršingar hildu. Tó er eingin ivi um, at menninir vóru móšir, og serliga teir, iš vóru illa mannašir, hava hildiš taš veriš mųtumikiš at skula rógva alla leišina noršur ķ Vįg aftanį ein stravnar śtróšrardag į Noršhavinum.
Hetta var ein dagur av mongum, og vešriš var gott; men mangan vóru taš stravnir dagar ķ ódnarvešri at vinna inn um Stongina. Tó kann ikki sigast annaš enn, at bygdin hevur veriš vęl spard fyri vanlukkur į śtróšri. Vit vita um ein bįt ķ 1749, har tveir brųšur av Grunnlendi umkomust. Taš er einki at finna um sjįlva vanlukkuna, og um nakar annar var viš; men at teir bįšir vóru, kemur fram śr einum skifti. Tey mongu skiftini ķ 1716 kundu bent į eina bįtsvanlukku, tó at einki skrivligt finst um taš. Men munlig frįsųgn vil vera viš, at tveir bįtar av Grunnlendi gingu burtur, og at taš var stutt ķmillum. Tį soleišis er, eru 33 įr ikki long tķš.
Ķ nżggjari tķš er ein bįtur farin, sum her skal sigast frį:
Sunnumorgunin, 19. novembur 1939, doyši grind ķ Hvannasundi, og millum ašrar bįtar, sum komnir vóru ķ grind, var ein śr Oyndarfirši, eitt seksmannafar viš maskinu. Vešriš var gott, og taš gekk alt uppį besta mįta; men mešan teir skóru upp, var taš onkur sum helt, at best mundi vera at skunda sęr eitt sindur, tķ ikki var vist, at vešriš fór at halda sęr. Teir avgjųrdu so at fara beinanvegin, sjįlvt um taš var seint į kvųldi og langt lišiš śt į įriš. Men tį teir vóru komnir nakaš noršur, gjųrdist ręttiligt ruskvešur vestaneftir. Teir royndu at tveita grind śt fyri at lętta um; men taš kom eitt ųgiliga ringt rennikavaęl, og hildiš var, at taš var tį bįturin koppaši. Mślamenn hųvdu eisini veriš ķ grind, og taš var so seint, at festallir vóru farnir ķ song. Teir hųvdu fųrt grindina noršur og lagt hana upp inni į Stųš. Hans Jakku Frederiksen fekst viš at bera grind įvegis til hśs, tį hann helt seg hoyra okkurt, men hann sį einki. Tó skilti hann skjótt, at har var ikki alt, sum taš įtti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tį vissu fyri, at menn vóru ķ havsneyš og róptu um hjįlp. Vešriš var so ólagaligt har noršuri, at teir ikki fingu bįt śt og ringdu tķ inn ķ Sund at bišja um hjįlp hašani. Tó taš batnaši so mikiš, at teir gjųrdu eina roynd at flota bįtin, og taš eydnašist. Hin bįturin var tį rikin yvir móti Višareišishellu, og bara ein mašur var eftir į kjųli; taš var Hendrik ķ Kinn. Hinir vóru Karl ķ Hįlvmųrk, Sofus Rinkustein og Hendrik ķ Heišriksstovu, allir av raskastu monnum. Eftir Karl sótu kona og 3 bųrn, og eftir Sofus sat kona viš soni, sum vęntaši 5 dagar ķ 1 įr. Hinir bįšir vóru ógiftir, men bįšir vóru trślovašir. Hendrik var ręttiliga illa fyri, tį mślamenn komu til; men hann kundi greiša frį, hvussu nógvir teir hųvdu veriš, og at hinir vóru farnir. Motorbįturin sleipaši so bįtin inn ķ Sund, og hinir fingu Hendrik til hśs. Teir leiddu hann inn til bóndan, sum fór ķ song viš honum til at fįa hita ķ hann aftur. Hann var har noršuri nakrar dagar, til hann var komin eitt sindur fyri seg.
Heima viš hśs vóru tey bangin um menninar. Klęmint į Sżnini, pįpi Sofus, og andreas ķ Tarti komu av mųti; teir fylgdust. Tį kom eitt so ógvuliga ringt śtnyršingsęl, og aftanį ivašust teir ikki ķ, at taš var tį bįturin fórst. Seinni um kvųldiš, tį ungdómuri kom śr dansi og gingu inn iftir vegnum, sóu tey Andreas į Flųtti, sum hevši telefonina, fara inn til Jóan Paula ķ Hįlvmųrk. Tį grunašu tey, hvussu voršiš var. Har fóru trķggir menn ķ bestu įrum, og hetta var įriš eftir, at Axel ķ Stovuni og Jóhan Petur, mašur Gustu, fórust viš Fossanes.
25.08.1903lķnufiskarķregistertonnage
"Broje"8-mannafar-1,37
Eigarar:P. Hųgnesen, kongsbóndi
Joen Johannesen, fiskimašur
Clement Johannesen -
Anthonius Anthoniussen –
Formašur:Joen Johannesen
"S. X."6-mannafar-1.01
Eigarar:Joen Johannesen, fiskimašur
Peter Petersen –
Clement Johannesen –
Hųgne Petersen –
Formašur:Joen Johannesen
"Stainabįt"6-mannafar-0,76
Eigarar:Hans J. Abrahamsen, fiskimašur
Abraham –
Formašur:Hans J. Abrahamsen
"Oynferingur"6-mannafar-0,79
Eigari og formašur:Poul Andreas Haraldsen
"Svanen"8-mannafar-1,29
Eigarar:Peter Petersen, timburmašur
Jacob F. Olsen, handilsmašur
Joen Poulsen, sjómašur
Z. Zachariasen, fiskimašur
Formašur:Peter Petersen
"Bakkabįt"6-mannafar-0,78
Eigari og formašur:Ole Jacob Garshodn
"Trumfur"6-mannafar0,93
Eigari:Jacob Olsen, handilsmašur
Formašur:Ole Jacob Petersen
Registrering av fartoyum:
"Lundin"6-mannafar-0,97
Eigarar:Marentius Gaard, fiskimašur
Heine Dahl –
Joen Gaard –
Johan Gaard –
Joen Gaard, yngri –
Formašur:Marentius Gaard
"Odin"6-mannafar-0,99
Eigari og formašur:Jacob Garshodn
"Ellen"8-mannafar-1,36
Eigari:Joen Pauli Thomsen, handilsmašur
Formašur:Poul Andreas Haraldsen
"Fram"6-mannafar-0,80
Eigarar:Salomon Gaard, fiskimašur
Heine Gaard –
Johan H. Weihe –
Formašur:Salomon Gaard
21.10.1903
"Sniffilin"6-mannafar0,79
Eigari:Joen Joensen, kongsbóndi
Formašur:Joen Joensen
"Laxen"8-mannafar1,34
Eigari og formašur:Johan Gaard
"Rex"6-mannafar0,68
Eigari og formašur:Jacob Garshodn
"Havfruen"8-mannafar1,32
Eigari og formašur:Johan Hendrik Weihe
"Smut"6-mannafar0,88
Eigari ogformašur:Anthonius Anthoniussen
"Stenbid"6-mannafar0,77
Eigari ogformašur:Zacharias Zachariasen
"Jomfruen"6-mannafar1,10
Eigari:Clement Joensen, haldbóndi
Formašur:Joen Joensen
24.02.1906
"Smut"6-mannafar0,96
Eigari og formašur:Daniel Jacob Anthoniussen
03.03.1920
514 "Silver Lining"2 mastraš slupp
Eigari:Justinus Eidesgaard
Skipari:Abraham Abrahamsen, skipari į Strondum
Hesini fųrini eru śr skrįsetingini; men annars sęst ķ roknskapunum bęši hjį Vķkahandlinum og Hįlvmųrkshandlinum, at menn hava selt part ķ einum bįti, ella allan bįtin, og teir hava eisini skift formenn. Tó eru taš nųvn, iš hava fylgt hśsinum heilt upp til okkara tķš.
16. juni 1906 eru bįtspartar bżttir śt til ein bįt, iš veršur skrivašur "Dólgur". Teir fingu 6 krónur ķ part, og menninir vóru: Hejne Dahl, Niclas Dahl, Hans Dahl, Palle Joensen, J. H. Wejhe, Mourits Joensen, O. J. Petersen og Jacob Olsen.
1911 – 1912 stendur Abraham Abrahamsen fyri bįti, sum eitur "Emma", og ķ 1912 "Grani" viš H. S. Gaard, Haraldi ķ Hįlvmųrk.
Jóan Pauli hevur seinni brśkt 8-mannafariš "Ellen" til lossibįt.
7. oktober 1913 Parturin hjį Joen Poulsen, Jógvani į Trųšni, ķ "Senator":
At seta maskinu ķ25,00 kr.
Seta bįtin ķ stand4,00 –
Olju til bįtin0,64 –
Sigla bįtin į bedingina2,00 –
Avheinta hann ķ Havn5,00 –
36,64 kr.
Bįturin hjį Poul Klein – 1913:
Tilfar63,38 kr.
Lųn til Jógvan į Sżnini20,00 –
Flagermuslykt3,00 –
Kumpas4,00 –
annaš7,38 –
97,76 kr.
Mikkjal og Andrias ķ Tarti keyptu ķ 1924 "Ķlint" fyri 200 krónur. Jóannes ķ Katrinarstovu ķ Funningi hevši smķšaš hann ķ 1922 til Hans Paula ķ Funningsfirši. Hann ętlaši at brśka hann til garnabįt, men hann var ov lķtil. – Hetta įriš hųvdu teir veriš til skips viš William Clowes. Ķlint var ein dygdarbįtur. Mešan teir vóru burtur, stóš hann ķ einari neystatoft; men tķšliga ķ 30-unum fingu teir neyst. Grundin var frį Jóhan Sofusi Haraldsen og ein geiri frį Jonu Klein; Hans ķ Tarti smķšaši taš. Annars įtti Mikkjal bįt saman viš Sakarisi. Hann stóš mest ķ Vķkarneystinum.
Sluppin "Esther". Teir trķggir brųšurnir śr Hoygaršshśsi, Andreas, Heini og Pól, keyptu seint ķ 1922 sluppina "Esther" śr Ķslandi. Hon var bygd ķ Grimsby ķ 1888. Teir hųvdu hana til 1927, tį Napoleon Jensen keypti hana til Klaksvķkar. Seglhśsmenninir, Hans Erik Olsen og Jógvan Joensen, keyptu hana ķ 1938, og hon var ķ reišarķnum, til hon ķ 1992 fór av aftur landinum til Grimsby. "Esther" liggur nś ķ Humber, har almenningurin kann koma at vitja umborš.
Andreas į Marknagili hevši grein ķ Dagblašnum, 14. august 1992, har hann hugleiddi um skipiš, iš mammubeiggjar hansara į sinni hųvdu įtt. Hann sigur m. a. Eg minnist sera vęl tann dagin, hon į fyrsta sinni kom heim viš Lķš. Sum vituligt var, varš bįtur flotašur viš taš sama, og vit smįdreingir sluppu viš umborš. Tį į dųgum var sišur hjį skipsmonnum at geva smįdreingjum keks at eta, tį teir komu at borši. Taš var fyrstu ferš, eg sį eitt stżrhśs og ein motor at ganga. Forvitnir, sum dreingir gjarna eru, varš fariš ķ hvųnn krók. Alt hugtók okkum – maskinan og stżrhśsiš, sum var taš stór unduriš ķ okkara eygum. Eg minnist til rattiš, telegrafin nišur til motorin, og ikki at gloyma hillina aftantil, har ųll flųgg, iš hoyrdu til śtgeršina, vóršu goymd.
Copyright © 2004-2017 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster
$this->db->query($stmt) failed in write (select)
$this->db->query($stmt) failed in write (insert)
$this->db->close() failed in close