$this->db->query($stmt) failed in read
Freydis
[Úr Oyndarfjarðar søgu]
Bókin Mistøk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

Katrin á Strond

Katrin var seinasta fólkið, ið búði á Strond, men hon var ikki ættað úr bygdini.
Hon var borin í heim í Selvindi á Strondum tann 15. mai 1860 og doyði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 5. august 1931. Mamman, Catrina Christiansdatter, ið var úr Mittúni á Kirkju, tænti á Selatrað, har hon hitti Óla Samuelsen úr Selvindi, ið var húskallur í øðrum húsi á Selatrað. Bæði Óli og Catrina høvdu verið fyri mótburði á ungum árum. Hann misti mammuna 9. desember 1839, dagin fyri sum hann fylti 10 ár. Hon doyði í barsilsong saman við nýføddum soni. Heimið upploystist, og øll 6 systkini fóru út til onnur, meðan pápin ferðaðist um oyggjarnar og spann fyri fólk. Foreldur Catrinu doyðu bæði av landfarsótt, sum gekk í 1832, eisini frá 6 børnum.
[Múli]Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá ognarleysum at sleppa við báti, og Strendur var stór bygd, tá Óli og Catrina giftust inn í barnaheimið hjá honum. Men hann hevði átt ein pápabeiggja norðuri við Gjógv, sum arvaði hjúnini, ið tá vóru á Rætt. Tað var hesin skyldskapurin sum gjørdi, at Óli var á útróðri við Rættarbátinum vanlukkudagin, 30. apríl 1870, og saman við 15 øðrum monnum ikki kom aftur. (Tað var ikki á Rætt, ið Óli vaks upp; húsið eitur Jógvansstova. Abbadóttur hendan eldra Óla giftist inn á Rætt, og maður hennara fórst eisini við Rættarbátinum). Catrina og Óli áttu 4 børn. Synirnir vóru tilkomnir. Sámal Jóhan var 21 ára gamal húskallur í Svínoy, og sama summarið, sum pápin fórst, datt yngri sonurin, Christian Jóhannes, oman í erva í Skorunum í Hattarvík. Hann var 18 ára gamal og hevði verið húskallur har í bygdini. Tann eldra dóttirin, Anna Kirstina, fór 14 ára gomul til Selatraðar, og Katrin, ið var 10 ára gomul, fór út á Kirkju til mammubeiggjan, Jóannes í Mittúni, ið var giftur við Fredrikku Guttormsdóttir úr Múla.
Mamman var einsamøll í húsi á Strondum, tá fólkateljingin var tann 1. oktober 1870, men 10 ár seinni var hon hjá soninum á Morskranesi. Sámal Jóhan var tá giftur við Onnu Katrinu úr Svínoy og hevði fingið eina trøð á Morskranesi; men tá mamman var deyð í 1887, fluttu tey út til Svínoyar.
Katrin var systkinabarn abba, men tað var tíverri ikki fyrr enn langt aftaná, at hann var deyður, at vit komust eftir tí. Langomma á Hellunum, ið var systir Óla í Selvindi, doyði, meðan abbi var smádrongur, og hann vaks tí upp í Oyndarfirði. Hann kallaði mammubeiggja sín upp, so tað kann vera, at hann hevur vitað okkurt um børnini hjá honum.
Sum sagt, fór Katrin út á Kirkju og var har, til hon var tilkomin og fór av bygdini at fáa sær arbeiði. Tá var ikki annað at velja í enn at tæna í onkrum bónda- ella ognarhúsi. Í 1880 síggja vit hana á Norðoyri í húsinum hjá Símuni Joensen í Frammistovu, og 10 ár seinni er hon hjá Julionnu Matras í Uppistovu, ið tá var einkja. Tað, vit vita, varð Katrin verðandi á Oyri, til hon fór norður á Strond at búgva eftir at tey seinastu fólkini rýmdu inn til Klaksvíkar á vári 1915.
Heini á Strond og Kristianna, ið var úr Ánunum, búðu á Flyttinum, einari trøð, sum abbi hansara hevði lagt inn, tætt sunnanfyri Strandarbø. Tey fingu 4 børn har norðuri, men Kristianna var sjúklig tey seinastu árini, so tað var ikki ráðiligt at búgva so langt frá fólki. Í 1916 átti hon eina dóttur, men doyði sjálv stutt eftir.
Tað er óvist, hvussu tað bar til, at Katrin slapp at flyta í húsini. Men hon var nú komin so mikið upp í árini, at hon neyvan hevur orkað at gera tað tunga arbeiðið, ið kravdist av tænastufólki. Alla sína tíð hevði hon búð inni hjá øðrum, havt eina koyggju í roykstovuni og arbeitt fyri mat og klæðir. Tað hevur tí verið ein lætti hjá henni endiliga at sleppa at ráða sær sjálv. Hon var tá 55 ára gomul og enn væl før fyri at lívbjarga sær við einum sindri av hjálp frá góðum fólki.
Onkur er enn á lívi, ið minnist Katrina, men nú eru tey fá. Tó vil so væl til, at Robert Joensen, 1912-1997, ið var inni hjá henni, meðan hon búði norðuri á Strond, var so hugtikin av henni, at hann skrivaði um hana søguna "Í einbýli", sum stendur í stuttsøgusavninum "Knassar eru tit". Eg loyvi mær at taka nøkur brot burturúr. " Ein dagin, tá eg var um 12 ára aldur, slapp eg við pápa mínum og Elduvíks-Jógvani norður í Haraldssund at fiska gággur. Ofta talaðu útróðrarmenninir um Katrina á Strond, tí tá teir fiskaðu gággur í Haraldssundi, fóru teir stundum at landi og bóru henni nakrar smáfiskar, sum teir høvdu tikið norður við sær. Og so fingu teir kaffi. Eg gleddi meg til, at vit hendan dagin fóru inn á gólvið hjá einbýliskvinnuni á Strond, so eg fekk at síggja, hvussu har var vorðið. – Meðan vit høvdu drigið línuna, hevði Katrin gingið niðri í fjøruni og savnað smásprek at hava til brenni. Hon tveitti tey niður á vøllin. Jógvan segði, at hetta átti hon rætt til, tí gamalt var, at tann, sum fekk loyvi at festa búgv í einari bygd, fekk samstundis rætt til at henta smá rekasprek til brenni og rætt til torvheiðar. Grúgvurættindi og torvskurður hoyrdu saman, segði hann, og eisini rættindi at royta lyng at brenna, at henta lesull, ber og blómur. – Jógvan steig á land í sínum vatnstivlum við træbotni og leðurskøftum. Meðan vit tóku bátin fram á sandin, kom Katrin oman í fjøruna. Hon hevði bæði bundnaturruklæð og høvdaturruklæð, langar ermar og í vovnum skjúrti oman á øklar. Hon var í broddahosum og í klássaðum kálvskinnsskóm við bláum tveingjum. Tey søgdu, at hon livdi av tí, sum hon loysti úr lagdi til at selja, og síðani av tí, hon fekk frá Gudi og góðum fólki. Men hon biddaði ikki. Hon bar orð fyri at vera vælgerðin í sínum arbeiði. Heimføðislig var hon ikki. Hon toldi væl skemt og læt seg ikki arga. Fryntliga og kvikliga kundi hon geva gløgt svar. Hon bar høvdið høgt og var løtt til fóts, var høg og mjá við hondum, sum vóru merktar av strongum arbeiði.. – Hetta var fyrstu ferð, eg sá hana. Andlitið var veðurbart við rukkum, sum mintu um mynstrið á fleygastong. Men andlitsrukkurnar vóru henni ellisprýði heldur enn nakað annað. Hennara blídliga brá um tey sjóbláu eyguni sýndi, at hon var hvørki dølin ella dølsk. Tá vit høvdu sagt góðan morgun øll somul, helt Jógvan við hana, at hon mundi hvørki ræðast trøll ella gand, tá tað hugnaði henni at vera einsamøll so langt burtur frá fólki og tætt við gøtuna, sum Guttormur í Múla so mangan gekk. Hon smíltist við, koyrdi turruklæðið longur niðan á pannuna, streyk hárið aftur um oyrað og segði, at hon var í Harrans hondum og ræddist einki uttan ódnarveður, og at hvirlurnar við hvørt kundu vera so harðar, at húsini kundu fara av grund. Jógvan tók eina teggju við okkurt um tíggju smáfiskum upp úr bátinum og bar niðan á vøllin, sum var eini tólv fótafet niðanfrá. Katrin skoðaði fiskin og takkaði so mangar ferðir, tá Jógvan nú eisini bar ein dunk við petroleum til hennara og setti hann nakað burturfrá fyri ikki at dálka fiskin". - - -
Robert Joensen minnist í somu søgu aftur á ein várdag, tá motorbátarnir vóru afturkomnir av útróðri. Katrin á Strond kom oman eftir Varpabrúnni við tómum leypi. Hon prátaði við menninar, sum stóðu og avhøvdaðu, tá ein av teimum legði frá sær og fór um borð á motorbátin, sum hann var við. "Løtu seinni sást hann koma upp úr lugarinum, fór yvir til Katrina og stakk henni okkurt í lógvan. – Onkuntíð seinni, tá eg spurdi pápa mín, fekk eg at vita, at tað vóru pengar, sum útróðrarmaðurin hevði givið Katrini. – Tað var ein dagin, at tað hevði gingið illa í hond hjá tí bátinum á Norðhavinum. Tá var bátsskipanin komin við uppskotinum at lova olmussu.
Ánamenn vóru ørindi inni í bygdini við árabáti, fýramannafari, henda sama dag. – Tá var eingin vegur hagar. – Útróðrarmenn søgdu við Katrina, at teir skuldu fáa henni einar tveir posar við toskarhøvdum norður við ánamonnum og eisini ein pjøka við rognum og longulivrum. Tað var styttri hjá henni at bera úr Ánunum, hildu teir við hana. Katrin takkaði og bað teir endiliga støkka niðan á gólvið at fáa sær kaffi, tá teir royndu eftir agni í Haraldssundi. – Tá hon skuldi fara, kom ein útróðrarmaður við einum gomlum bommblikki. Hann setti tað niður í leyp hennara. Kaffi, te og nakrir sukurmolar vóru í blikkinum." Her kann eg leggja aftrat, at Katrin gjørdi gott kaffi. Andras Samson segði einaferð, at teir plagdu at fara inn til hennara, tá teir vóru á fjalli á Skálatoftum. Hon var altíð blíð og bjóðaði kaffi við eggjareyða útí. Tað smakkaði minst líka væl, sum var tað rómi.
Um teir, sum ráddi fyri borgum og høvdu ábyrgd av øllum í sóknini vóru so fegnir um, at Katrin búði einsamøll í norðuri á Strond, man vera ivasamt. Hon hevur tó verið har eini 10 ár, og ikki vildi hon flyta, sjálvt um Heini fleiri ferðir strongdi á at sleppa at taka húsini niður. Men í 1925 varð Klávus í Trøllagili sendur norður eftir henni. Hon vildi ikki uppá nakran máta til at fara, so Klávus bæði leiddi og bar hana allan vegin niðan á Dungan á Uppsølum. Dungastova var bygd uppá gamla mátan. Í ovara borð gekk tekjan niður á jørðina, og úr durinum gekk onnur hurðin inn í fjósið í sunnara enda og hin í roykstovuna. Har var moldgólv, fýrstaður og tvær koyggjur. Eitt lítið kamar var við trægólvi. Hetta átti ikki at verið so galið hjá Katrini, men myndugleikarnir høvdu ikki ætlað, at hon skuldi sleppa at húsast einsamøll. Teir ætlaðu nakað heilt annað. Niðri í Vági gekk ein gamal drongur, Líggjas í Vági nevndur, sum ongan fastan bústað hevði. Hann ætlaðu teir eisini skuldi búgva har. Søgan sigur einki um, hvat Líggjas sjálvur helt um hetta, men Katrin segði kortanei til, at hann slapp at sova undir somu lon sum hon. Elspa Katrina úr Depli, sum hevði arbeitt í fiski so leingi, hon orkaði, var eina tíð á Dunganum; men hon kom til ilnar við Katrina, sum hon segði ikki vera nóg reinføra. Høvuðsorsøkin var, at Katrin hevði so nógvar kettur inni hjá sær. Hon hevði givið øllum navn og passaði tær so væl, at tær vóru bæði stórar og feitar. Tær týmdu tí ikki at fara út, og tá allir kettlingarnir sluppu at liva, kunnu vit ætla, at tað varð ovboðið hjá Elspu Katrinu. Hon búði seinastu árini hjá Barbu (á Tjaldrafløtti). Tað eydnaðist ikki væl at fáa nakran at búgva hjá Katrini. Men sum onkur tók til, so var Dungastova fyrsta royndin hjá kommununi at stovna eitt ellisheim, ella vit kunnu siga eitt dagtilhald.
Børnunum í grannalagnum dámdu væl at fara inn til Katrina. Hon var blíð við tey og segði teimum frá søgum. Serliga var tað ein merkilig søga, sum tey mintust hana fortelja. Tey hildu, at hon bara fann uppá søgurnar, men so var ikki við hesari, ið var ein sonn søga um pápa hennara, og hon er rættiliga ótrúlig. Andreas Weihe á Selatrað hevur hana við í bókini "Tjóðminni", sum kom út í 1934. Vit taka nøkur brot við her. "Um Óla í Seblendi á Strondum, sum gekk burtur fyri o.u. 70 árum síðan, gongur henda merkisverda søga: Tá ið Óli var 2 ár og enn ikki farin í buksur, var hann longu vorðin heldur bannsettur og ófriðaligur; stóð hurðin opin, smoygdi hann sær á dyr. Soleiðis gekkst eisini henda sunnumorgun, vit her skulu frætta um - - - " Hann sigur so frá, at prestur var í bygdini og hevði altargang. Hini fóru í kirkju, men mamman fór ongan veg. Onkur søga sigur, at hon fór eini ørindi oman í kjallaran, og tá hon kom upp aftur, var eingin drongur. Ein sonur var 1½ ár yngri enn Óli, so hann hevur ligið í vøggu. Leitað varð bæði ovarlaga og niðarlaga av fólki allastaðni har um leiðir, ja fólk vóru eisini úr Gøtu, men drongurin var ikki at finna. "Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir var hann funnin á sandinum inni við Havaldaráir, 1½ fjórðing innanfyri Skála og 1 fjórðing uttanfyri Skálabotn, ella 4 – 5 fjórðingar frá Seblendi. Har sat hann bæði heitur og fróður og spældi við eina rúgvu av fjaðrum. Spurdur um, hvussu hann var komin inn hagar, svaraði hann, at ein svørt ær hevði borið seg". Søgan hjá Andreas Weihe ber eitt sindur frá øðrum frásagnum m.a. tann, at tað var ein mua, sum hevði borið hann. Men felags fyri allar er, at hann varð funnin langt innan fyri Skála dagin eftir í øllum góðum.
Katrin doyði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5. august 1931. Tað eru nógvar søgur um, hvussu ketturnar vóru avlívaðar. Onkur hevur sagt, at Knud Nygaard lækni skuldi taka sær av tí. Hvussu var og ikki, so sluppu nakrar undan, tí børnini høvdu tikið sær av teimum.
Copyright © 2004-2025 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster
$this->db->query($stmt) failed in write (select)
$this->db->query($stmt) failed in write (insert)
$this->db->close() failed in close