$this->db->query($stmt) failed in read
Freydis
[Úr Oyndarfjarðar søgu]
Bókin Mistøk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

GUTTORMUR Í MÚLA - Vísmaður og vælgerðarmaður

  Fyrilestur hildin í Býráshøllini í Klaksvík 1. mars 1992
  Stóð í Dimmalætting stutt aftaná
Guttormur í Múla varð føddur í Haraldsundi uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Tó vil tað so væl til, at ein bók um Føroyar kom út í 1673. Tað var presturin Lukas Debes, sum fortaldi um alt møguligt, bæði trúligt og ótrúligt. Hann kom ungur til Føroyar 1651 sum hjálparprestur, og tá hann doyði í 1675, hevði hann í nøkur ár verið Føroya próstur. Í bókini sigur hann einastaðni, at luftin her í landinum er so góð fyri heilsuna, aftrat tí matinum, íbúgvararnir altíð eta, at fólk verða ógvuliga gomul. So tekur hann til dømis ein mann í Haraldsundi, íð stutt síðani var deyður 110 ára gamal, men raskur og spelkin til tað seinasta. Lukas Debes sigur seg hava kent Rasmus. Hann var sonur Magnus Heinason, og mamman var einkja úr Skúvoy. Hon hevði verið gift við bónda haðani, íð æt Rasmus, og kallaði sonin upp eftir honum. Tó at nógv, íð Lukas Debes skrivar, ikki samsvarar við tað, sum eftirtíðin hevur funnið í øðrum skrivligum keldum, so fáa vit nógv forvitnisligt at vita frá honum. Um Rasmus sigur hann, at hann á ungum árum giftist. Tey livdu mong ár saman, men fingu eingi børn. Tá konan doyði, var hann rættiliga gamal, men ikki dámdi honum at fara hiðanífrá og ongar eftirkomarar at hava og gifti seg tí við ungari konu. Tey fingu 5 børn (tað vóru helst bert 4); tað yngsta var Guttormur, og hann var føddur, tá pápin var 103 ára gamal. Men Lukas Debes man hava væntað, at fólk fóru ikki at trúgva honum, tí hann legði aftrat: Fyri at eingin skuldi fáa ta ljótu hugsan, at Rasmus einki átti í øllum børnunum, so kundi hann vátta, at konan – hon lá nú í sínari grøv – hevði verið eitt hampafólk í allar mátar, tað bóru øll henni. Viðvíkjandi aldrinum á Rasmusi, so man hann hava gjørt nakað nógv av, tí pápi hansara sigst fyri vist at vera føddur 4. mai 1545, og Rasmus doyði í 1664. Tað hava tí verið 119 ár frá pápin var føddur, til sonurin doyði. Beinast man vera at flyta aldurin á Magnusi upp eftir og á Rasmusi niðureftir. Harvið er ikki sagt, at Rasmus ikki hevur rokkið upp um aðrar menn bæði við aldri og andsevnum. So mikið um pápa Guttorms.
Men hvør var mamman? Onkur hevur hildið hana verið úr Vágum ella Mykinesi, men Símun Hansen vildi halda, at hon helst hevði samband við Viðareiði. Í einum sakarmáli millum Rasmus og ein kunoying var eitt vitni, Hans Absalonsen, íð ikki kundi vitna, tí teir vóru í svágarskapi. Absalon Hansen eitur maður, sum festir 8 merkur í Heimistovu á Viðareiði í 1626. Hann sigst hava verið sonur Hans Jørgensen Fynbo prest, íð misti 4 synir úti fyri Eiðsvík. Prestur stóð sjálvur og sá vanlukkuna, men ikki fekk hann hjálpt. Nær hetta hendi, vita vit ikki; men Fynbo var prestur frá 1571, til hann doyði í 1624, so hetta kann hava verið um ár 1600 ella fyrr. Um Absalon var sonur prest, so hevur hann verið nokk so gamal, tá hann festi, uttan so at nakað er í søgnini, sum sigur, at Absalon var føddur aftaná vanlukkuna. Ein søgn sigur, at pápin dugdi hebraiskt mál, og navnið skuldi merkja “faðirs friður”. Eitt annað er so tað, at nøvnini Guttormur og Absalon eru í Sumba um ta tíðina, og ein Anna Absalonsen stendur fyri festijørð í Mykinesi um hesa somu tíðina. Men eg fari at halda meg til, at seinna kona Rasmus í Haraldsundi onkursvegna var slektað frá Fynbo presti og konu hansara, íð var systir Mikkjals í Lamba, tí alt bendir á, at tað vóru teirra eftirkomarar, íð tóku sær av Guttormi, tá hann misti pápan. Mamman doyði eisini, áðrenn Guttormur var tilkomin. Onkran góðan verja hevur hann havt, íð hevur umsitið tann stóra arvin væl og aftrat tí skipað so fyri, at hann hevur lært at lesa og skriva bæði væl og virðiliga. – Eg vil halda, at tað hevur verið Hanus í Gerðum ella onkur av hansara, íð hevur fingið hetta litið upp í hendur, og eg haldi tað, hóast søgnin sigur, at Rasmus ikki var væl í øgn við gerðaharrarnar, sum hann kallaði teir. Frá 1656 til 1684 var Gerðagarður av størstu gørðum, íð hava verið í landinum í søguligari tíð. Hanus í Gerðum, f. 1626, var sonur Hans Gabrielsen Mitens prest á Viðareiði. Kona hansara, Anna Berintsdóttir, var slektað frá Fynbo presti; mamman var abbadóttir hansara. Hesi fólkini høvdu rættiliga stórt orð at siga tá í tíðini, eisini tí at mong av teimum giftu seg inn í aðrar múgvandi ættir. Sum sagt var Hanus prestasonur av Viðareiði, men hann festi tó allan Gerðagarð í 1656, aftaná at Guttormur í Gerðum var farin til Havnar at búgva og doyði har 10 ár seinni. Eins og undanmaðurin var Hanus løgrættumaður og sýslumaður.
Her kann tað vera, at Guttormur hevur lært at lesa og skriva og at kenna landsins lógir, tí tað er einki at ivast í, at hesi fólk hava verið høgt mentað fólk. Tað var ikki so lítið samband við útheimin tá bæði við Bergen og Keypmannahavn eins væl og aðrastaðir, og Hanus í Gerðum var 2 ferðir niðri hjá kongi upp á landsins besta. Í 1684 læt hann tveir av synunum festa hvør sína helvt. Kristoffur fekk Norðurstovu og Berint Niðristovu. Hanus doyði í 1701. Men fyri tað, um Guttormur hevur verið í Gerðum, er ikki vist, at hann er uppvaksin har. Í 1671 er hann ein av teim mongu, íð keypir jørð – eina hálvmørk í Kunoy – og tá er hann í Múla. Er aldurin beinur, so er hann bert 14 ára gamal tá, og verjin hevur skrivað undir fyri hann.Hetta er um ta tíðina, tá útlendingar selja uml. 276 merkur av jørðini, teir áttu her. Tað er tí óvist, nær Guttormur búsettist í Múla, men hann átti 4 ognarmerkur har, tá hann í 1679 festi tær 2½ kongsmerkurnar. Festarin frammanundan honum æt Niels Jósupsson. Hann man neyvan hava verið múlamaður. Jósupsnavnið er í Útistovu í Kunoy tá og Mykinesi við. Kona Niels æt Malan Jóannesdóttir og var úr Hoyvík. Kona Hanus í Gerðum og hon vóru hálvsystrar; mamma teirra æt Birita og var abbadóttir Fynbo prest. Birita var 2 ferðir gift; fyrri maðurin var Jóannes Torleivsson sýslumaður, búsettur í Hoyvík, og seinni maðurin Berint á Todnesi í Kollafirði.
[Viðmerking 19/6-06 Birita var ikki mamma Maluna. Mamma hennara var fyrra kona Jóhannes Torleivson].
Um Guttormur er komin norður til Múla til Maluna, er ikki gott at vita, men ótrúligt er tað ikki. Aftrat skyldskapinum við bóndakonuna, so hevur tað sjálvandi talt við, tá hann fekk festið, at hann var førur fyri at gjalda ta høgu leiguna av kongsjørðini og so tað, at hann, sum sagt, átti tær 4 merkurnar. Í 1677, sum Guttormur festi 1679, hevur ein Pætur Mikkjalsson givið seg upp til hansara við gávubrævi, men í 1781 møtir Pætur upp á vártingi og kærir seg um, at hann fær ikki tær sømdir, hann heldur seg hava rætt til. Eingi vitnir hevði hann við sær, men teir samdust tó um, at Pætur hvørt ár, so leingi hann livdi, skuldi eiga: helvtina av mjólkini undan einari kúgv, eina tunnu av korni, 5 skurðlomb og so nógv klæðir, hann hevði fyri neyðini. Aftrat tí skuldi hann eiga ein fisk av bátinum, tá hann ikki var við; men tá hann sjálvur var til útróðrar, átti hann ongan fisk frá Guttormi. – Ullina av teimum 5 lombunum skuldi hann tó lata Guttorm fáa aftur. Afturímóti lovaði Pætur at arbeiða fyri Guttorm tað, hann var førur fyri, so leingi hann livdi. Nakað um somu tíð, sum Guttormur festi, giftist hann. Konan æt Billa Jógvansdóttir og skal hava verið úr Mykinesi; men tað er sum við mammuni einki prógv fyri tí. Hon kemur ikki fyri í nøkrum av teimum skiftunum, eg havi kannað; men tey elstu er frá 1700, og tá hevur hon verið upp ímóti 40 ára gomul. Tað, at Guttormur fer so óhøgligan veg eftir konu, kundi bent á, at kennskapur ella skyldskapur var frammanundan; men tað má kannast nærri. Billa var ikki heilt fyri ongum, tá hon kom á Múlagarð, tí hon gjørdi vart við seg rættiliga skjótt. 28. apríl 1682 møtti hon upp á vártingi og klagaði mannin fyri at hava eitt konufólk á Skálatoftum, Malan Jákupsdóttir æt hon. Bæði Guttormur og Malan játtaðu seg sek, og hann sum giftur maður fekk 6 markar í bót, meðan hon fekk 4. Tær átók Guttormur sær at gjalda fyri hana, og tað var einasta ferðin, hann fekk bót fyri nakað. Tá hevur Billa verið ung, tí hon livdi 69 ár eftir tað. Hon hevur íð hvussu er átt eitt barn tá, og ikki bar til hjá henni at hava eyguni eftir Guttormi. Hansara leið lá mangan um Múlan, tá hann skuldi inn í Bø, og væl bar til at avtala okkurt á Skálatoftum; men onkur hevði slatrað, og Billa gjørdi ikki vandari enn, at hon meldaði hann. Tey fingu nógv børn, 3 synir og 6 døtur komu til; men eg bíði við teimum fyribils.
Guttormur er sagdur at hava verið góður bóndi; men hann var eisini skilamaður á sjónum, og stuttan tein hevði hann at rógva út á fiskileið. Men seinnu helvt av 17. øld gjørdu føroyingar sum heild ikki nógv við fiskiskap.Tingbøkurnar siga mangan frá vánaligum fiskiárum. Onkur ár var ikki farandi til útróðrar fyri ódnarveðri – ikki vóru bátarnir so stórir – og við hvørt var eingin terri at turka fiskin aftrat tí, at fiskaloysi var. Hetta førdi til, at fiskiskapurin var ikki so týdningarmikil vinna longur; tað loysti seg betur at binda. Gabel helt lítið um hetta skilið. Hann helt, at tað var meira lív í føroyingum fyrr, bæði at søkja sjógvin og í tí dagliga arbeiðinum. Nú, teir vóru farnir at gera konufólkaarbeiði, blivu hosubandarar og lærdu at brúka kvørnina til at fylla búkin við, sóu teir deyðan í durunum, um teir í handlinum bóðu um eitt sindur av ull – ella fiski – í staðin fyri allar hosurnar, sum handilin ikki slapp av aftur við. Tað kom tí mangan til stóra ósemju, tá farið varð í handilin at avreiða. Føroyingar klagaðu eisini til kong og fóru sjálvir niður. Í 1672 fingu teir væl burturúr, men í 1683 var úrslitið vánaligt. Í 1690 var so ringur standur, at menn heittu á løgmann at kalla fólk saman til fundar í Havn at orða eitt skriv, íð teir so skuldu senda kongi. Nógv fólk møttu upp úr øllum landinum uttan úr Suðuroy, og menn vóru ógvuliga heitir. Orðførari var Harra Jónas á Viðareiði, blaðungur maður, íð hevði verið prestur í 2 ár. Brævið varð skrivað, og 15. juli fekk Gabel boð frá kongi at skipa fyri, at 4 staðkendir menn, so skjótt sum møguligt, møttu upp í Keypmannahavn. Útreiðslurnar skuldu teir einki hugsa um. – Men tingið viðtók at lata teimum 2 skinn av hvørjari mørk norðanfyri og 1 skinn av hvørjari í Sandoy og Suðuroy. Á heysttingi 1690 vórðu 4 menn útnevndir. Teir vóru: Líggjas í Toftum í Fuglafirði, Óli Mikkjalsson við Grógv í Syðrugøtu, Hanus í Pálsstovu í Elduvík og Guttormur í Múla. N. Andersen skrivar um hetta í bók síni um Føroyar 1600-1709, og hann leggur aftrat um Guttorm, at hann var sjálvskrivaður at fara, so royndur (“forfaren”) sum hann var. Men beint tá livdi hann ikki væl, og fyri hann fór Kristoffur í Gerðum. Pápi hansara var við hinar báðar ferðirnar. Tað, teir klagaðu um, var fyri ein part um prísin á ull og hosum síðani 1684. Eisini klagaðu teir um jarðarskattin, ullatíggjund og ta hørðu revsing, íð var fyri at handla við fremmand skip. Fyrr hevði tað verið so, at tíggjund varð latin av óvaskaðari ull og einans av teimum seyðunum, íð vóru flettir. Í norsku lóg Kristians 5. – 1684 – kravdist tíggjund av vaskaðari ull og av øllum lombunum, íð lembd vóru. Hetta hildu føroyingar vera órættvíst, tí tað vóru altíð nógv lomb, sum fóru fyri einki. Tó at Gabel sendi drúgva frágreiðing og segði sína søgu, so fingu teir 4 væl burturúr. Í nógvum av tí, teir førdu fram, fingu teir við hald, og teir fingu broytt treytirnar, so tær vóru mestsum áðrenn 1684. Tað bar sum sagt ikki Guttormi til at fara til Danmarkar ta ferðina; men tá teir hildu tað vera so sjálvsagt, at hann átti at fara, má tað vera tí, at hann hevur tikið lut í kjakinum, og teir hava havt virðing fyri hansara sjónarmiðum. Jónas prestur á Viðareiði og hann hava kenst væl. Teir vóru eisini skyldmenn, bæði frá Fynbo presti og Heina-ættini í Lamba, og kona Niels í Múla var mammusystir Jónasar.
Harra Jónas var 2 ferðir giftur. Hann kom til Viðareiðis í 1688, og longu í 1691 doyði konan frá manni og soni. Hon æt Anna Katrina Klinte og var prestadóttir av Nesi. Nakað aftaná hetta var so ræðuligt ódnarveður, og uppgangurin var so nógvur, at stórur partur av kirkjugarðinum skolaði burtur, og kirkjan fór illa. Kistur og annað rak inn í Sund, og harímillum var kistan við prestakonuni. Alt varð fingið norður aftur og jarðað í vígda jørð. Ein søgn um hesa óhugnaligu hending sigur, at systir prestakonuna skuldi vera komin norður til Viðareiðis saman við fútanum og øðrum fólkum at vitja Harra Jónas. Hon vildi so fegin síggja systir sína einaferð aftur og vita, um hon var nakað broytt, segði hon, og Harra Jónas læt sær eftirlíka. Hann fekk hana uppafturgrivna, men aftaná tað fekk hann ikki frið fyri henni; hann sá hana allastaðni fyri sær, og hon blandaði seg uppí arbeiðið á prestagarðinum. Tað má haldast vera sjálvsagt, at hesi fólkini eru komin norður til Viðareiðis at vera hjástødd, tá kisturnar fyri aðru ferð fóru í vígda jørð, og aftrat teimum øll, sum kundu úr sóknini og aðrastaðni við. Ein so óhugnalig hending má hava verið nógv umtalað og ikki minst, tí prestakonan ikki fekk frið í grøvini. Hetta má eisini hava tikið Jónasi dygt. Hann fekk ikki blund í eyguni men sá konuna fyri sær í heilum. Tað, at hann fekk Guttorm í Múla at hjálpa sær, er altíð sagt at vera tí, at Guttormur dugdi gand.Eg vil heldur halda, at hann kendi Guttorm so mikið væl og hevði so gott álit á honum, at hann tí spurdi hann, hvussu hann skuldi bera seg at í teimum sálarligu trupulleikum, hann var í. Tað, at Guttormur hjálpti honum so væl ta ferðina, kann væl vera ein av orsøkunum til, at hann varð kendur um landið sum gandakallur. – Tað sigst um Per Klæmintsson prest á Sandi, at hann einaferð argandi segði við Harra Jónas: “Tað sigur tú, íð ikki sjálvur fekst í lag at mana spøkilsið av konu tíni burtur men mátti biðja Guttorm í Múla um hjálp”. Seinna kona Jónasar var Beinta, dóttir sorinskrivaran; men tey fingu fá ár saman. Jónas var sjúkligur maður og doyði í 1700. Tá sat Beinta eftir við soninum hjá Jónasi og sonium hjá teimum báðum. Fyri fáum árum síðani fann John West professari áhugaverda bók á skjalasavni í Danmark. Í henni er rokniskapur fyri hvørja kirkju í Norðoyggjum frá 1694-1789. Fyrsti prestur at skriva í hesa bók var Harra Jónas. Prestarnir vóru vanliga kirkjuverjar tá, og tað var Jónas eisini. Hann átti tí at skipa so fyri, at kirkjan fekk tær inntøkur, hon átti, og sum mestsum allar komu av tíggjund av ull, smøri, fiski o.ø. Jónas hevur ikki dugað nóg væl við pengum, tí tá hann doyði, skyldaði kirkjan honum 55 gyllin og 7 skinn. Tað vóru nógvir pengar, men Jónas hevði, meðan hann lá á deyðastrá, biðið Beintu eftirgivið kirkjuni 50 gyllin. Í einum áhugaverdum skjali síggja vit, at hon helt lyftið og meira enn tað: hon læt restina – 5 gyllin og 7 skinn – aftrat hinum. Verjin, hon hevði valt sær, var Guttormur. Skjalið er dagfest 11. juni 1702, og ta tíðina síðani Jónas doyði, hevði hon fingið tíggjund; hana vildi hon nú lata aftur til kirkjuna. Teir nýggju kirkjuverjarnir, Guttormur í Múla og Hvalvíks-Jógvan, skuldu taka sær av tí. Tey, sum skrivaðu undir hetta skjalið, vóru: Gregers Hansen Varde, stjúkfaðir Jónasar, Hnas Chr. Ferslev, táverandi prestur á Viðareiði, Beinta Kristina, einkja eftir Jónas og Guttormur Rasmussøn. So mikið um Beintu; hon fór tá av Viðareiði við báðum dreingjunum; men løgið er tað, at hon skuldi fáa so vánaligt eftirmæli har norðuri, sum hon fekk. Guttormur var nú kirkjuverji saman við einum øðrum kendum manni norðanfyri. Sum navnið sigur, var hann úr Hvalvík. Á ungum árum kom hann til Viðareiðis og giftist við dóttir Dánjals Mikkjalsson prest úr Hattarvík. Hvalvíks-Jógvan dugdi væl at nøra um ognir sínar. Hann lænti fólki pengar móti, at tey settu jørð í veð, og tá tey ikki høvdu ráð at gjalda aftur, átti hann jørðina. Hann búði tey fyrstu árini á Viðareiði men flutti seinni inn á Norðtoftir. Meðan Guttormur og Jógvan vóru kirkjuverjar frá 1702-1705, var Ferslev prestur; men hann sjólátst 30. okt. 1705 eysturi undir Skorini við Myrkjanoyrabátinum. Ein maður bjargaðist, hinir 7 doyðu. Av teimum var læknin Hans Tausen, íð var einasti lækni í Føroyum. Sama summarið vóru pokurnar farnar at ganga ógvuliga ringar.
Í 1706 bleiv Clement Jensen Færø prestur í Norðoyggjum og var her í 60 ár. Hann var abbasonur Harra Klæmint á Sandi og bar orð fyri at duga meira enn at mata seg. 23. januar 1709 var ógvuliga harðført á Viðareiði, og kirkjan, sum var í ringum standi, fór av grundum og í smildur. Longu 8. mars varð heitt á fólk í sóknini at lata pengar til nýggja kirkju. Tey kundu tekna seg fyri so nógv, sum tey vildu, men máttu ansa eftir ikki at seta seg fyri meira, enn tey vóru før fyri at lata. Á listanum vóru 30 fólk, og av teimum lótu Guttormur í Múla og Hvalvíks-Jógvan tveir gyllin og 10 skinn. Summi høvdu pengar at lata, onnur hosur, fisk ella byggitilfar. Sum arbeiðslønirnar vóru tá, kundi handverkari fáa 4-5 skinn um dagin, og arbeiðsmaður 1½ skinn; so Guttormur og Jógvan hava latið 10-12 handverkaradaglønir hvør. Tað, sum inn kom, var ikki nó mikið, men arbeiðið varð gjørt, og í 1714 átti kirkjan aftur pengar tilgóðar.
Søgnin, um hvussu Guttormur fekk sín stóra vísdóm, sigur, at prestur í Ónagerði lá í andaleypi og beyð, at allar bøkur hansara skuldu forkomast. Arbeiðskonan fór oman á Kneysin við bókunum og blakaði tær á sjógvin. Tá lá Guttormur úti fyri Helluni og fiskaði. Hann fekk fatur á bókunum, tók tær við til hús og hevði tær síðani at lesa í. Hvussu nógv tað er í hesum, er ilt at meta um, men Dánjal Mikkjalsson prestur, íð var giftur við Sáru, systir Hanus í Gerðum, doyði í 1682, so tað má vera hann, sipað verður til. Ikki var nógvur lesnaður at fáa fatur á tá í tíðini, og prestarnir hava verið teir, íð vóru best fyri í so máta. At Guttormur hevur tikið sær av bókum, sum komu honum so lagaliga upp í hendurnar, er einki at ivast í. Tað mundi heldur ikki vera mangur tá, íð fekk stórvegis burturúr bókum. Á Guttorm´sa døgum hildu fólk flest, at tað, prestarnir høvdu lært, var mest um gand, at teir høvdu gingið á niðurgangsskúla. Men í útlondum hendi so mangt hesa tíðina, sum broytti alt samfelagið. Tann, íð fylgdi við tíðindum uttaneftir, annaðhvørt tað var frá teimum, sum komu hendanvegin úr útlondum, ella tey fóru heimanífrá og komu aftur, vistu frá mongum ótrúligum at siga. Tað vóru ikki so fáir av teimum, sum fóru til orlogs, íð komu aftur. Ein samtíðarmaður Guttorms var vísindamaðurin og verkfrøðingurin Ole Rømer, íð livdi frá 1644 til 1710. Hann var stjørnufrøðingur og fann fram til mangt, eingin fyrr hevði gáað eftir. Í París var hann eisini í sambandi við stjørnufrøði, og har var hann við at gera gosbrunnarnar uttanfyri tað kenda slottið í Versailles. Afturkomin til Keypmannahavnar setti hann nógv í verk, sum hevur fingið stóran týdning fyri eftirtíðina. Rømer hevði nógv álitisstørv av ógvuliga fjølbroyttum slag. Hann var professari á lærda háskúlanum, borgarstjóri og politimeistari aftrat tí, at hann var hægstarættarsakførari. Hann fann uppá nýggja uppmáting og í árinum 1700 fekk hann tann gregorianska álmanakkan viðurkendan í Danmark og Noregi. Tey ortodoksu londini viðurkendu hann ikki fyrr enn aftan á 1. heimsbardaga. Eitt ókent fyribrigdi sum at hava skipaða burturbeining av ruski fekk hann eisini í lag og at seta gøtulyktir. Tíverri fyri eftirtíðina, so fóru allar gerðabøkurnar hjá honum fyri einki, tá Keypmannahavn brann í 1728, uttan ein, íð er givin út í bók. Eg kundi nevnt onkran annan kendan mann frá somu tíð, t.d. Isaac Newton, sum greiddi frá tyngdarlógini í 1684 ella flogvitið Peter Griffenfeld greiva, íð kom so langt sum at hava meira vald enn kongur, men sum endaði dagar sínar í fangahúsi á einari oyggja uttan fyri Tróndheim. Eisini hann var sum ungur í París at nema sær meira kunnleika, enn hann fekk heima. Teir komu heim aftur við nýggjum hugskotum og broyttu teirra samfelag, og nakað av tí kom eisini okkum til góðar.
Men aftur til Guttorms. Sama ger, hvaðani hann fekk sína vitan, men gløggur hevur hann verið. Hann var løgrættumaður og onkuntíð dómari eisini. 4. mai 1711 á vártingi hevði landfútin lógligt forfall, og fyri hann var Norðoya sýslumaður Berint Hansen í Gerðum. Beiggi hansara, Hanus á Uppsølum, var settur sorinskrivari, og harumframt vóru 8 løgrættumenn. Men Berint segði, at Guttormur í Múla skuldi døma í hesari sakini, sum fyri ein part var um kongs- og prestaskjúts. Eitt annað, sum var á skránni henda dagin, var at fáa bátarnar mannaðar. Elspa, einkjan eftir Kristoffur í Gerðum, íð gekk burtur á útróðri í februar 1694, bað um at fáa fólk til bátin, sum hon ikki fekk mannaðan. Svágur hennara, Hanus á Uppsølum, segði seg ikki vóna, at tingið bað nakran av Uppsalagarði játta seg, fyrr enn hann fyrst hevði fingið so nógvar góðar menn við sínum báti, sum honum nýttist. Hanus klagaði eisini um jarðarhval, sum bøndur og ognarmenn á Uppsølum undan honum høvdu havt rætt til saman við Vágs- og Myrkjanoyrarmonnum, men hann fekk ongan. Hanus sigur seg vóna, at bróðir hansara – æraði Berint sýslumaður – kom hann í hug, tá Várharra einaferð aftur vælsignaði teir við at senda eina grind. Tvey ár frammanundan – 25. juli 1709 – doyði grind her inni (á vágni) í Vági, og kongsins partur við tíggjundini var 26 føroyskir gyllin og 12 skinn. Metingarmenninir vóru teir 5: Tummas bóndi í Útistovu og Jógvan bóndi í Innistovu í Vági, Berint sýslumaður, svágur hansara Ólavur Mikkjalsson í Syðrugøtu og Guttormur í Múla. Teir hava allir skrivað undir hetta skjalið, og á Guttorm´ sa undirksrivt her, eins og tá hann skrivaði undir hjá Beintu, sæst, at hann var vanur at skriva. Tað, at hann onkuntíð umbar seg at vera skrivari, kann væl vera tí, hann ikki helt seg til at orða frágreiðingarnar so væl, sum hann vildi.
Sum áður sagt var Guttormur skilamaður á sjónum, og tað var eisini neyðugt at duga á at skyna streymviðurskiftir og afturundirgerðir hjá honum, íð skuldi søkja sjógvin úr Múla. Tað átti mangan at vera ótespiligt eftir strævnan róður at lenda aftur í Múla. Undir bønum skal ikki so nógv til at ikki er lendandi, og so varð farið inn á Støð; men tað sigst, at Guttormur hevði neyst inni í Depli, helst saman við monnum innaneftir. Hin minniliga ódnardagin, tá 50 bátar gingu burtur í Føroyum, var Guttormur ein av teimum fáu, íð vunnu upp land. Hann strevaði inn um Stongina og setti upp í Oyndarfirði. Nær hetta ódnarveðrið var, veit eingin, tí tað verður ofta nevnt saman við øðrum, sum var onkuntíð fyrst í 1600-talinum. Tá varð forboð sett fyri at brúka teir smáu norsku tristarnar til havróður. Tá Guttormur hevði synirnar við, kann tað neyvan hava verið fyri 1700. Í 1713 veit eg um, at bátar fórust í ódnarveðri, tí í Norðragøtu er skift eftir tveir brøður, íð fórust á sjónum fyrst í apríl mánaði, og har var skoytt uppí: “iblandt andre Guds børn”. Um tað meinast við hinar, íð vóru við bátinum ella um alt landið, veit eg ikki. Sum veðrið hevur verið her hjá okkum tey seinastu árini, fara vit helst at taka til tað onkuntíð, og tá er skjótt at fara skeivur, nær hvør hendingin fór fram, og tá serliga hjá teimum, sum bert hoyra um tað.
Einaferð á gamalsaldri sigst Guttormur hava bjargað viðingum úr Dranginum. Teir vóru farnir at fleyga, men ódnarveður brast á av norði, og brimið var so øgiligt, at eingin fekk veitt teimum hjálp. Heimafólkið heitti tí á Klæmint prest um at hjálpa, men hann helt seg ikki til og sendi tí boð til Guttorms at fáa hann at hjálpa; men heldur ikki hann helt líkindir vera, sum veðrið var. Aftrat tí helt hann tað vera løgið, at prestur bað hann um hjálp; tað var hann ikki vanur at gera. Guttormur læt sær tó eftirlíka og fekk bát við sær av Viðareiði, tó at monnunum dámdu lítið at fara. Teir fortaldu aftaná, at sjógvurin slætnaði fyri bátinum, so hvørt sum teir róðu úteftir. Tá teir spurdu Guttorm, um hann helt, tað fór at eydnast at fáa menninar í bátin, helt hann fyri, at lógu teir á Miðskjøti, so mundi borið til, men vóru teir inni undir Skarði, sum er hægri uppi, tá fór ikki at bera til, tí tá vóru løgini ov stutt. – Menninir lógu á Miðskjøti, og tað eydnaðist at fáa allar í bátin, tó at brimið stóð meira enn 9 favnar upp í bergið. Bygdarfólkið saman við presti tók ímóti, tá teir løgdu at landi, og tey takkaðu Guttormi so hjartaliga fyri hjálpina, men einki vildi hann hava afturfyri. Tað segðist tó, at múlamenn afturfyri sluppu at fleyga ein dag um ári, og tað var fyrsta dagin, fleygað varð; men onkur misskiljing kom seinni uppí, og so varð tað avlagt.
Tað seinasta, sum eg síggi til Guttorm í skrivligum keldum, er, tá hann 20. nov. 1734 skrivaði undir sum vitni, at Sára Hanusdóttir á Skarði læt teir 5 gyllin í jørð til einkjuna eftir Berint í Gerðum, sum mamma hennara hevði latið Berinti í pant 36 ár frammanundan. Mamma Sáru æt Anna Absalonsdóttir, og hon hevur verið nær í slekt við Berint og eisini við Guttorm. Pápi Sáru – Hanus á Skarði – datt oman við soninum í 1697, og tá er tað, at Berint hjálpir til at gjalda jarðarleiguna. Hanus á Skarði var annars ein av teimum, sum fóru til orlogs – í krígstænastu – og komu heim aftur. Hann var við í skánska krígnum 1675-79. Guttormur doyði í 1737 og Billa í 1751. John West, professari, fann hesi árstølini í fyrr umrøddu bók. Tá kirkjuklokkan ringdi til jarðarferðir, var tað einans hjá teimum, íð høvdu ráð at gjalda fyri tað, og tí eru tey bæði komin upp í part. Skift er eftir Guttorm 30. apríl 1739, men einki skifti havi eg funnið eftir Billu.
Áðrenn eg sigi nakað um børnini hjá Guttormi, skal eg stutt nevna brøður hansara. Tað verður sagt, at teir vóru 5 brøður, og ein av teimum æt Jákup; men tann Jákup, sum ofta verður nevndur saman við teimum, æt Jákup Magnusson og er viðhvørt hildin at vera hálvbeiggi Rasmus. Elstur var Magnus f. 1642. Lukas Debes sigur um hann, at hann var stórur og prúður maður fram um aðrar ungar menn. Hann hevði konu av Skarði, systir Hanus. Hon æt Gertrud Ólavsdóttir. Magnus festi tær 6 merkurnar hjá pápanum, og Heini bróðurin festi hinar 3. Tá fór Stórastova sundur í Har Uttari hjá Magnusi og Har Innari hjá Heina. Triði bróðurin æt Hanus. Hann festi Útistovu í Kunoy í 1699. Festarin frammanundan æt Jákup Absalonsen av Viðareiði; men hann doyði, meðan sonurin Dánjal var smádrongur, og Hanus var verji hjá honum. Fútin metti ikki, at festið kundi bíða, til drongurin var vaksin, og festi tað tí til Hanus. Hann giftist við einkju, sum átti dóttir; men tey áttu eingi børn saman.
Guttormur og Billa áttu 8 børn. Synirnir vóru: Rasmus, Jóannes og Guttormur; og døturnar: Sunneva, Malan, Elsupa, Katrin og Maria. Rasmus, f. u. 1682, var elstur, men hann festi ikki eftir pápan. Hann giftist inn í Frammistovu úti á Oyri við Lísbittu Jógvandóttir, íð var einasta barn, og festi har í 1706. Tey fingu 4 børn, synirnar Guttorm og Jógvan, og døturnar Onnu og Marjun. Guttormur, f. 1710, festi eftir pápan í 1739. Hann var giftur og átti 2 børn, Jógvan og Marin. Jógvan hevði konu eystan úr Búð á Viðareiði, og tey førdu húsið víðari. Marin giftist við Áranti á Norðtoftum, og teirra eftirkomarar hava fleiri gift seg við skyldfólki úr Múla, so Guttormsnavnið hevur verið rættiliga nógv brúkt har. Jógvan, f. 1714, yngri sonur Rasmus á Oyri, giftist 20 ára gamal við Onnu Jógvansdóttir við Sjógv á Strondum. Í søgnini um Trøllið við Sjógv verður fortalt um Rasmus, tá hann fór við soninum út á Strendur at biðja ta ríku bóndadóttrina til konu. Hann ræddist ikki fyri at royna seg ímóti trøllinum, sum hevði forðað – ella forkomið – øllum fríggjarunum, sum høvdu ætlað sær hana; og væl bar til, Jógvan og Anna giftust og fingu mong børn (9). Av teimum giftust Rasmus, Jógvan, Berint og Lísbitta á Strondum. Guttormur og Malena vóru ógift. Hini veit eg einki um. Anna, eldra dóttir Rasmus á Oyri, giftist út til Svínoyar við Símuni Sivarsson, bónda í Yvirstovu. Tey fingu 4 børn: Sivar, íð festi eftir pápan; Rasmus, íð gifti seg á festið Úti á Bø í Svínoy; Klæmint, íð gifti seg á festið Suður í Stovu á Blankskála; og Sigga, íð giftist til Kunoyar við Kristiani í Nýggjustovu. Tá hann doyði í góðum árum, fór hon til einastu dóttrina, íð giftist til Haraldsunds. Marjun, yngra dóttir Rasmus á Oyri, giftist til Mikladals við Jógvani Niklasson Úti í Húsinum. Tey áttu eina dóttir, Elspa, íð giftist niðan í Hússtovu. Har doyði Marjun út 103 ára gomul. Kirkjubókin sigur hana hava verið “omtrent 100 aar og brun af ælde”. Kona Rasmus doyði um 1732, og 3 ár aftaná giftist hann uppaftur. Seinna konan æt Giljanna Jógvansdóttir, og tey eiga sonin Jógvan. Eg veit einki um hann uttan tað, at hálvbeiggi hansara, Guttormur, var verji hjá honum, tá pápin í 1739. (skift 1739)
Miðlingasonur Guttorms og Billu æt Jóannes. Hann var tiltikin fyri styrki. Heldur ikki hann festi eftir pápan; men hann átti nógva jørð. Kona hansara æt Katrina Magnusdóttir, og tey búðu í teimum norðastu húsunum, Har Norð, íð helst vóru áføst við bóndahúsini. Tey áttu eingi børn, og heldur ikki systirdóttir hennara, íð tey giftu inn, átti nøkur børn.
Guttormur, f. um 1700, yngsti sonur Billu og Guttorm, festi eftir pápan í 1726. Kona hansara æt Anna Ólavsdóttir og var einasta barn úr Uppistovu í Hvannasundi. Tey fingu 2 børn, Ólav, íð fekk festið í Sundi, og Katrin, íð giftist við Jóannesi Kristiansson úr Haraldsundi. Hann festi eftir verfaðirin, og tey fingu 6 børn: Guttorm, festi í Múla; Jóannes festir eftir mammubeiggjan í Uppistovu; Anna Lísbitta, giftist út á Skála við Pól Niklasson bónda; og Billa Katrina, sum giftist við skyldmanninum Jóannes Rasmusson við Sjógv á Strondum. Ólavur hjá Guttormi átti eingi børn; tí fekk systirsonur hansara festið.
Sunneva var elst av døtrunum hjá Billu og Guttormi. Hon giftist norður á Trøllanes við Tormanni Jóannesson, bónda í Útistovu. Tey fingu 2 døtur, Marin og Anna. Marin giftist til Mikladals við Andrassar-Símuni, bónda í Innistovu. Tey fingu 5 børn men eiga ongar eftirkomarar, tí Símun var tann einasti, íð giftist, og hann átti eingi børn. Anna giftist við Andrassar-Jógvani, og hann festi Útistovu eftir verfaðirin. Tey fingu 2 døtur, men Sunneva, tann yngra, var ikki fullfør. Maður Katrina æt Pól Símunarson. Hann festi, og tey fingu 3 børn; men næsti festarin átti eingi børn, so tað kom ein nýggj ætt á festið. Einastu eftirkomarar hjá Sunnevu Guttormsdóttur eru teir hjá langommudóttrini Sunnevu, íð giftist við Hanusi fyri Handan í Uttarstovu í Mikladali.
Malan Guttormsdóttir giftist út á Kirkju við Símuni Jógvansson Suðuri í Túni. Tey áttu 4 børn: Jógvan, Mikkjal, Atu og Billu. Jógvan doyði bert 20 ára gamal. Sum smádrongur fór hann við abbanum til bjarga. Hann datt oman og fekk so stóran skaða av fallinum, at hann ongantíð kom fyri seg aftur. 20 ára gamal sat hann og fleygaði. Svøvnur kom á hann, og hann datt útav og doyði. Mikkjal var 2 ferðir giftur. Fyrra konan doyði stutt eftir, at tey vóru gift, og tey áttu eingi børn. Tá hann var 60 ára gamal, giftist hann við Siggu uppi í Dal hiðani av Uppsølum, íð tá var 25 ára gomul. Hon hevði hildið hús hjá honum, og hann helt so nógv av henni, at hann vildi hava hana gifta við tí manninum, hann hevði lovað festið eftir seg. Men hann hevði aðra gentu og tók heldur hana; tí var tað, at Mikkjal sjálvur giftist við Siggu. Hann doyði 2 ár seinni, men 6 vikur eftir tað átti Sigga sonin Mikkjal Petur, íð festi Innistovu. Ein dóttir hansara giftist í Hússtovu í Mikladali; hini 3 búsettust á Fugloynni. Eldra dóttir Maluna hjá Guttormi var Ata. Hon giftist við Jákupi í Uttarstovu í Hattarvík, og einasta barn teirra var Katrin, íð giftist við Sakarisi úr Mikkjalshúsi í Leirvík. Hann festir eftir verfaðirin, og tey fingu 4 børn. Døturnar vóru: Anna, íð giftist við Líggjasi í Keldhúsinum í Hattarvík; Lisbeth, íð giftist við Andrasi har Norð; og Ata, íð giftist við Mikkjali har Norð á Kirkju. Sonurin, Jákup, festi eftir pápan. Hann giftist við Onnu Gulaksdóttur úr Uppistovu, og tey fingu 3 børn: Katrina, íð giftist yvir á Kirkju við Jóhan har Suðuri; Sakaris, íð festi eftir pápan; og Gulakur, íð var ógiftur. Yngra dóttir Maluna hjá Guttormi æt Billa eftir ommuni í Múla. Hon giftist við Símuni Árantsson úr Mittúni á Kirkju. Tey áttu synirnar: Jógvan, Guttorm og Símun. Jógvan var 2 ferðir giftur; átti dóttur á fyrru giftu, sum doyði 18 ára gomul, og í seinnu giftu son, ið doyði 3 ára gamal. So frá honum eru eingir eftirkomarar. Guttormur var uppsitari á Náðingsgarðinum á Viðareiði og giftist í 1782 við Sunnevu Pólsdóttur av Norðtoftum; men 3 ár seinni varð hann tikin út av brimi á Helluni og druknaði. Stutt eftir átti Sunneva sonin Guttorm, og tað vildi so til, at tað kom at verða hann, sum búsettist í húsinum Har Norð í Múla og førdi tað víðari. Tað komst av, at mamman giftist uppaftur við manni av Skálatoftum, sum búði í Múla. Guttormur vaks tí upp í húsinum hjá Jóannesi ommubeiggjanum, sum mamman var gift inn í. Guttormur átti hálvsystkin, men bert eitt av teimum var tilkomið, ein systir, íð búsettist í Svínoy. Sjálvur gekk hann burtur við Múlabátinum í 1828; men sonurin, Dánjal, bjargaðist, giftist og búsettist Har Norð. Jógvan, beiggi Dánjals, giftist við einkjuni eftir Jákup í Innistovu. Tey fingu 2 døtur, sum ongar eftirkomarar fingu. Fredrikka, dóttir Guttorms har Norð giftist út í Mittún á Kirkju við Jóannesi Kristiansson.
Elsupa hjá Guttormi giftist til Kunoyar við Andrassi í Uppistovu. Tað sær út, sum tey áttu bert teir báðar synirnar Jákup og Niklas. Jákup datt oman í 1746, tá hann saman við øðrum kunoyingum var norðuri undir Oynni og dró lunda. Niklas festi Uppistovu í 1751. Hann var giftur og átti dóttrina Elsupu. Fyrri maður hennara var viðingur, Jóannes úr Fodlendi; men hann datt oman á fjalli 26 ára gamal í 1774. Árið eftir átti Elspa sonin Niklas. Hann vaks upp hjá foreldrum hennara og festi eftir abban einans 13 ára gamal; men abbin sat við festinum, til Niklas var tilkomin. Elspa giftist uppaftur við Jógvani úr Innistovu hiðani úr Vági. Hann búði í Kunoy, Suðuri í Stovu, og tey fingu 2 børn: Jógvan, íð varð eftir í húsinum og førdi tað víðari, og Elspu Sofíu, sum giftist við Eiriki í húsinum Har Suðuri í Haraldsundi.
Katrin hjá Guttormi giftist til Húsar við Hanusi á Heyggi. Tey hava helst átt bert tað eina barnið, sonin Jógvan. Hann giftist við Siggu Jákupsdóttur av Trøllanesi, og tey áttu 5 børn: Jógvan og Jákup doyðu ungir. Hanus festi á Heyggi, og Katrin giftist við Jústinusi á Brekku á Húsum. 5. barnið, sonurin Jóhan, giftist við Siggu úr Árantsstovu á Uppsølum. Tey fingu festið í Toftum í Fuglafirði, tí har var eingin arvingur at taka við, og skyldskapur var frammanundan av Myrkjanoyri. Eftirkomararnir hjá Katrini høvdu meira samband við Eysturoynna við giftingum enn hini børnini hjá Guttormi, sum eg fyrr havi umtalað; men ein langommudóttir giftist út til Hattarvíkar við Hanusi í Útistovu.
Yngsta dóttir Guttorms og Billu var Maria. Hon giftist til Árnafjarðar við Jústinusi í Miðstovuni, og tey áttu 5 børn: Tummas var einasti sonur. Hann giftist við Sunnevu Heindriksdóttur av Kirkju, og tey áttu 5 børn. Av teimum festi yngri sonurin, Tummas, Miðstovuna. Hann átti eina dóttur, ið giftist við Líggjas bónda við Gøtugjógv, og sonurin Mikkjal giftist við einari skyldgentu úr Múla. Av døtrunum hjá Mariu var Billa elst. Hon giftist við Jógvani á Húsamørk, soni Uppsala Pætur. Tey fingu 4 børn: Jústi á Húsamørk; Pætur, giftist inn í Mikkjalshús; Giljanna, seinna kona Sakaris í Árantsstovu (av Myrkjanoyri); og Marin, sum eg einki veit um. Ein dóttir Mariu hjá Guttormi æt Sára. Hon giftist í 1763 til Viðareiðis við Jákupi Dánjalsson við Garð. Tey fingu árið eftir sonin Dánjal. Men í 1773 datt Jákup oman í Líðini, og sama árið í august datt sonurin oman í Settorvu bert 8 ára gamal.
Hinar báðar døtur Mariu og Jústinus itu Sunneva og Anna. Tær giftust báðar inn til Myrkjanoyrar við brøðrunum Sakarisi og Jørgini. Sunneva og Sakaris áttu eina dóttur, Sigga, sum fyrr er umtalað. Tað var hon, íð giftist við Jóhan av Heyggi á Húsum, og tey fingu festið í Toftum í Fuglafirði. Sunneva doyði í 1778, og Sakaris giftist uppaftur við systirdóttur hennara í Leirvík, Giljonnu av Húsamørk, sum fyrr sagt. Tey búsettust í Árantsstovu á Uppsølum og eiga nógvar eftirkomarar. Navnið Giljanna er tað, sum seinni varð skrivað Julianna. Hin systirin, Anna, og Jørgin á Myrkjanoyri fingu heldur ikki nógv ár saman. Hon doyði saman árið sum Sunneva og 2 av børnum teirra eisini. Pápi Jørgin, íð tá var 72 ára gamal, doyði eisini tað árið. Tá Sakaris flutti niðan í Árantsstovu, sat Jørgin einsamallur eftir við soninum Jógvani, ið var 5 ára gamal, tá mamman doyði. Tað var hesin Jógvan, sum seinni skifti um festi við Nólsoyar Páll.

Skiftið eftir Guttorm og Billu.

Bøkurnar í skiftinum vóru: Norska lóg og Kristians V Bíblian, gomul, í 4 pørtum. Nýggja testamenti Gomul sálmabók Gomul bønabók 2 lestrarbøkur “Hemmingii Postill”. Onnur var á Skarði. Hon hevði minni virði enn tann, sum var eftir. Niels Hemmingsen (1513-1600), navnframur danskur gudfrøðingur skrivaði bókina á latíni. Hon varð seinni týdd til onnur mál og kom út á donskum fyrstu ferð í 1576.
2 ljósastakar vóru. Av silvuri: 1 bolli (7 fl), 1 skál (6 fl), 1 skál (1 fl), 1 skeið (1 fl 6 sk), 1 skeið (2 fl), 1 silvurkanna – 4 peglar ( 56 fl). Skreytlutir: silvurbelti (24 fl), silvurbelti (21 fl), 12 silvurspennir til konufólkaklæðir (7 fl 4), 1 silvurnál (10 fl), 1 silvurnál (7 fl), 1 silvurnál (5 fl), 23 mallur (9 fl 1 sk). Annars var alt vanligt, sum hoyir til eitt skifti uttan tað, at jørðin var meira enn vanligt. Eingin skuld var, men nakað fór burturav til at gjalda teimum, sum komu á skiftistaðið, ómaksløn. Embætismenninir fingu sína løn og tey, sum hýstu teimum eisini. Eftir til at býta var virði fyri 324 fl.
Billa átti sín hálva part + 1 bróðurpart.
Brøðurnir fingu 24 fl. 18 6/13 skinn.
Systrarnar fingu 12 fl. 6 3/13 skinn.
Mamman 186 fl. 18 6/13 skinn.
1 fl = florin (gyllin).
Rasmus: (24 fl. 18 6/13 skd.)
 1 silvurskeið, jørð á Skálatoftum + á Skarði.
Jóannes: jørð í Múla + gl. Roykstovu + kálvhúsið.
Guttorm: jørð á Skálatoftum, Fugloy, Depli + Kunoy.
  Jarngrýtu, silvurbelti virði: 21 fl.
Sunneva: arvingar (12 fl. 9 3/13 skd)
  Grýtur 3 p + 5 p, 11 mallur 4 fl. 8 sk., 1 nál 5 fl.
  Jørð á Skarði og í Fugloy.
Malena: 6 mallur 2 fl. 5 sk., nál 7fl.
  Jørð í Fugloy
Elsebeth: 1 silvurskeið 2fl., grýtu 3 p.
  Jørð í Kunoy og á Skarði.
Cathrina: 1 silvurbelti 24 fl., 12 konufólkaspennir 7 fl. 4.
  Jørð í Kunoy og á Skarði.
Marin: 1 silvurnál (½ - 5 fl), 6 mallur 2 fl. 8 sk.
  Jørð á Skarði og í Fugloy.
Copyright © 2004-2025 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster
$this->db->query($stmt) failed in write (select)
$this->db->query($stmt) failed in write (insert)
$this->db->close() failed in close