[Úr Oyndarfjarðar søgu]
Bókin Mistøk Iskoyti Navnalisti Greinir Print

Regina, prestakona á Viðareiði

Regina Isabella Barbara var fødd 28. august 1812, dóttir stórbóndan Johannes Jung á "Gammel Holtegaard" norðan fyri Keypmannahavn, sum nú er fornminnissavn. 21 ára gomul giftist hon við Hans Berlin Kaarsberg, ið var prestlærdur, men tá hevði verið privatlærari hjá systkjum hennara nøkur ár. Fyrsta prestastarv hansara var í Norðoya prestagjaldi við bústaði í Ónagerði á Viðareiði. Tey giftust 19. oktober 1833, og løgdu 9 dagar seinni frá landi í Keymannahavn við seglskipinum Hektor við kós móti Føroyum. Men ódnarveður gjørdi, at tey máttu leggja inn til Kleven í Noregi. Skiparin gjørdi fleiri royndir, men mátti hvørja ferð venda aftur til Noregs, og ikki fyrr enn hálvt ár seinni eydnaðist at koma vegin fram. Kaarsberg segði seinni, at tey vóru fyrireikað uppá at doyggja, og at hann hevði eina fløsku klára við brævi í.
Vit skulu ikki koma meira inn á hesa ferðina, sum fyrr er umrødd m. a. í tveimum sendingum í Útvarpi Føroya um ársskiftið 1996/97. Men fyri 10 árum síðani kom ein fyrrverandi prestur í Keypmannahavn, Johannes Langhoff, fram á nøkur gomul brøv, harímillum frá Reginu, tá ein gomul fastir hansara var deyð. Langomma hansara, Annette Langhoff f. Jung, var systir Reginu, og brøv vóru til hennara og mammuna. 2. juni 1998 hevði Langhoff eina áhugaverda grein í Kristeligt Dagblad við tilfari m. a. úr brøvunum, og tað vildi so væl til, at Petur Andrew Petersen prestur, sum doyði 8. mars í ár, fekk avrit av hesum brøvunum frá Langhoff. – Petur var altíð úti um seg at skaffa okkum søguligt tilfar um Føroyar, eins og hann var óførur at vitja landsmenn sínar niðri, serliga tey ið sótu einsamøll. –
Regina dugdi væl at skriva og lýsa umstøðurnar í Føroym, sum vóru so nógv øðrvísi enn alt, ið hon var von við. Brøvini eru long, men vit taka nøkur beinleiðis brot burturúr og í summum støðum ein samandrátt. Tá hon sigur frá brúðarvígslum og barnadópi, eru nøvnini tikin úr kirkjubókini og sett í klombru.
Í Ónagerði á Viðareiði, 28. juni 1834. Takk, túsunn takk góða dýrbara mamma fyri tað góða brævið og alt tú sendi. Tað kom alt so væl við. Takk fyri nátttroyggjurnar, tær komu, sum tær vóru "bestiltar", tí tær báðar, sum vóru nýggjar, tá eg fór niðri frá, eru vaskaðar so nógv, at lítið gott er eftir av teimum. Takka eisini Annettu frá mær. Alt er komið fram í øllum góðum, og í morgin skulu vit ordiliga gera okkum til góðar við stikkilsbergreyti. Við inniligari sorg havi eg lisið brævið frá tær, tí eg dugi at síggja, hvat tú stakkalin hevur verið ígjøgnum, og eg takki Gudi av fullum hjarta fyri, at hann hevur givið tær styrki at bera tað. ( Pápi hennara, Johannes Jung, var deyður 6. mars). Tað er eisini mín fasta vón, at hann vísiliga stýrir øllum til tað besta. Vit hava jú ta troyst, at vit einaferð skulu savnast við teimum, ið undan eru farin – har er eingin sorg longur. Endiliga eri eg komin til ein prestagarð, og eg føli meg bæði eydnusama og vælnøgda, tá bara Kaarsberg er heima. Men tá hann er burturstaddur, er tað so einsligt og trist. Tá sakni eg míni kæru mest. Men eg gleði meg til veturin, tí tá verður hann meiri heima. - Hiðanifrá var ikki við fyrru ferð:
Nú skal eg fortelja tær eitt sindur um, hvussu sær út her. Prestagarðurin er rættiliga fjálgur, sum allastaðni her uppi taktur við nævur og gras omaná. Rúmini eru: Fyrst ein lítil stova, sum Sørensen og tey brúktu til góðustovu, so er tað sovikamarið, har okkara sengur standa saman við teimum báðum kommodunum. Síðani er tað stórstovan, sum vit brúka til góðustovu. Við ein vegg er eitt spæliborð, og yvirav er seymiborðið hjá mær við øðrum speglinum. Har er ein sofa við stórum borði frammanfyri og fýra stólum. Síðani koma vit inn í lesistovuna. Har er so trongt av tí stóra skrivipultinum. Bókahillin stóð fyrr á pultinum, men nú stendur hon á gólvinum. Við síðuna av lesistovuni er gestakamarið. Har stendur songin, sum eg fekk við mær, og eitt lítið borð. Tað ringasta er, at eingi seingjarklæðir eru. Tú veitst, at vit eiga uttanum, men eingin fjøður er at fáa, tí teir hava ikki fingið so nógvan fugl hesa tíðina. Men K. hevur sagt úti á hinum oyggjunum, at vit fegin vilja keypa fjøður, so tað fer nokk at ganga. Men nú kom eg burtur frá tí, sum eg var byrjað uppá. Úr stovuni er hurð út í køkin, sum er lítil og rættiliga forfallin. Hann skal umvælast í summar; K. hevur biðið um timbur úr handlinum. Tað er óskiljandi, at prestarnir frammanundan hava latið konur teirra verið í einum sovorðnum køki, - tú skuldi bara sæð. Spískamarið er eisini vánaligt. Eitt lítið rúm er, sum eg goymi alt møguligt í. Høgrumegin forstovuna er roykstovan. Hon hóskar væl til navnið. Tað eru eingi vindeygu, men eitt hol í takinum við einari trekklúku omaná; haðani fæst ljós og luft. Við annan veggin eru tvær koyggjur, har húskallarnir liggja í aðrari og arbeiðisgenturnar í hinari, og tað er frálíkt. Í einum horni er fýrstaðurin, har tey kóka sær mat, og haðani fáa tey eisini hita. Í roykstovuni verður spunnið og bundið – ja, har gongur alt arbeiðið fyri seg. Úr roykstovuni er hurð út í fjósið. Vit hava 12 kýr, men tær mjólka ógvuliga lítið. Enn keypa vit mjólkina, vit brúka. ---
Tann 10. august taka vit við prestagarðinum. Tá skulu vit eisini fáa tveir húskallar og tvær arbeiðisgentur. Eg líti á gentuna, sum vit hava nú, tí hon veit so væl um alt føroyskt. Hon hevur tænt hjá Sørensen og Thomsen, og um hon verður, sum hon er nú, so eri eg nøgd, tí alt heruppi er so nógv øðrvísi enn okkara liviháttur. Eitt er, at ræst, hálvspilt kjøt og fuglur er tað besta, tey fáa. Hugsa tær til, tað etur amtmaðurin. Frúan sigur, at hon má drekka nógvar koppar av te omaná, til hon hevur fingið kjøtsmakkin úr munninum, og arbeiðisgentan sigur, at kópakjøt var tað besta, Sørensen fekk, so Gud vitið, hvørjum ein kann koma út fyri her. Tey eta eisini nakað, sum kallast skinsakjøt; tað smakkar væl. Fyrst verður tað kókað, síðani saltað og so turkað. Vit fara seint í song og sova tí søtt út á morgunin. Tú skalt trúgva mær, tey hava sín egna máta at vaska uppá. Fyrst verður vaskað í landi. Tað er urin, sum tey hava í einari stórari tunnu og so við og við fylla uppí. Hava tey ikki nóg mikið, so læna tey frá grannanum. Ljóðar tað ikki undarligt? Tú sært altso, at náttpotturin her er hentur og neyðugur, og báðir okkara brotnaðu á ferðini upp; men nú keypa vit okkum nýggjar í handlinum. – Tað ringasta er, at lokið á tí størsta súpanarbollanum er brotnað og eisini fleiri av tekoppunum. Fólkini her eru bæði góðslig og fitt. Tey vita ikki alt tað góða, tey skulu gera fyri okkum. Ein kemur við fugli, annar við fiski, ein triði við egg(j)um. Seinast, tá K. kom heim aftur, hevði hann ein kálv og eina hønu við til mín. Kálvinum gevi eg hvønn dag mjólk, fyri at hann skal verða feitur, tá prósturin kemur, tí hann segði við meg, seinast eg var í Havn, at hann væntaði sær 6 rættir til døgurða. Kaarsberg hevði hótt við, at hann fekk bara tríggjar, høsnasuppu niðurundir, síðani hønu og eggjakaku omaná. Men eg svaraði honum, at tað kundi væl verða, at hann fekk bara tveir rættir. Tað var eisini í lagi, segði hann. Hann er ein stuttligur og fittur maður. Vit vænta eisini fútan og frúuna og tær tríggjar genturnar. Herfyri høvdu vit frammandafólk. Tað var Garde prestur í Eysturoynni. Hann er ein stak vakur maður, 34 ára gamal – kona hansara skal eisini vera so vøkur. Tað er eitt stórt fylgi, tá prestarnir koma. Tað eru altíð 10 mans, sum rógva teir higar. Hesir menninir skulu eisini njóta blíðskap, sum brennivín, skerpikjøt og mjólk; men teir gista ikki her. Teir halda til hjá bøndum í bygdini. Heruppi hava tey tann sið at koma til prestin við teirra 3 dagar gomlu børnum, hvussu veðrið enn er. Tey hava verið við tveimum, síðan vit komu. ( Hon man meina við aðrastaðni frá, men doypt á Viðareiði. Tey vóru: Birthe Rosenmeiersdatter, fødd 27. mai á Trøllanesi, doypt 30. mai á Viðareiði, og Poul Johnsen, føddur 15. juni á Skálatoftum og doyptur á Viðareiði 17. juni). Hesi fólkini fáa eina máltíð í prestagarðinum. Tað eru vanliga trý mannfólk og tvey konufólk; men foreldrini eru ikki við. Fyri hetta fær prestur eitt ávíst tal av seyði um árið, sum tey kalla gávuseyð (hon man her meina við vistarhald). Tey siga, at seyðurin er miðal góður í ár. Í dag nappa vit ull. Tað er at pilka ta fínu ullina frá tí grovu. Vit hava keypt hana frá Thomsen (prestinum frammanundan), og eg skal brúka tógvið til rekkjuváðir, tað eru ullint seingjarteppir, til fólkini. Tey brúka 3 teppir og ein kodda til hvørja song. Her er altíð nóg mikið at gera, tí vit eru ikki rættiliga komin upp á pláss enn. Tað var keðiligt, at tú vart so óheppin við gásini. Eg havi bara eina gás, hon hevði 5 ungar, tá vit komu higar, og allir liva; men eingin høna vil liggja enn. Kaarsberg hevur verið einaferð á umreisu, og í gjár fór hann til Fugloyar og Svínoyar. Hann er framúr væl nøgdur við sítt kirkjulið. Tey tóku øll so hjartaliga ímóti honum.
Ónagerði, 22. juli 1834. Takk fyri brævið góða Annette! Sjálvt um eg ikki havi so góða tíð, so vil eg fegin skriva tær nakrar reglur. Wilhelm kemur so ikki upp higar, hoyri eg. Eg vónir, at hann raskur at gera skúlating hjá Johansen. Hann er í teimum árum, tá tað er neyðugt hjá honum. Tú lesur væl eisini – tað er helst ikki nógv tíð til spæl hjá tær. Tú kanst hugsa tær, at eg gjørdist bilsin nú eitt kvøldið. Knappliga stóð prósturin inni í stovuni, uttan at nakar visti, at hann skuldi koma. Eg hevði keypt 7 høsnarungar úr Havn, og vit fingust akkurát við at royta teir. Vit skundaðu okkum at rudda, og tíbetur høvdu við dripið ein kálv. Tað kundi kanska verið stuttligt hjá tær at hoyrt, hvat eg gav honum at eta, meðan hann var her. Hetta kvøldið fekk hann smurt breyð og punsch, morgunin eftir breyð og egg, radisur, rullupylsu og ost til viðskera. Til døgurða gjørdi eg kjøtsuppu, steik við stikkilsbergreyti, rommbuðing og so vín afturvið. Nátturðin var smurt breyð og punsch. – Næsta morgun var breyð við sildasalati, men eg átti ongar reyðrøtur. Til døgurða var sagosuppa og steiktir høsnarungar við spinati afturvið. Frú Thomsen var so beinasom at senda mær kervil og spinat, ið kom væl við. Tað veksur ikki nógv her í urtagarðinum uttan radisur, karsi og eitt slag av hetlendskum káli, sum eg fekk í Havn. Tað kemur eisini so seint fyri seg her, tí tað verður sáðað so seint. Jørðber og fruktir annars er ikki at hugsa um her. Amtmaðurin er tann einasti, ið hevur jørðber. Hann lovaði at senda mær nøkur, men nú hava tær ungu frýrnar úr Keypmannahavn helst etið øll. - - - Um tú heldur, at nóg nógv er til av teimum fyrstu eplunum, kundi mamma kanska sent okkum 4 skeppur, tí her taka tey ikki eplir upp fyri enn seint í oktober. – Vilt tú eisini senda eitt sindur av perikum til K. ? Tær kærastu heilsur frá okkum báðum frá elskaðu systir tíni Reginu Kaarsberg.
Ónagerði, 18. august 1834. Stóra takk góða, vælsignaða mamma fyri brævið og alt, tú hevur sent okkum. - - - Nú hava vit endiliga tikið við prestagarðinum, og eg havi fingið eina arbeiðisgentu. Hon skilir ikki eitt orð av donskum, og tá eg sigi okkurt við hana, so rópar hon, at hon fer eftir Karin (Østerø). Vit hava eisini fingið húskall. Hann er ein fittur drongur, siga tey. Her eru allir menn dreingir, til teir giftast. Tað er ræðuligt, sum foreldrini forkela síni børn her. Nú ein dagin, varð K. spurdur, hvussu lítli Jústines hevði tað. Hann er ein vaksin 26 ára gamal maður. Men hann er ógvuliga smæðin og hevur so lítið sjálvsálit. Tá hann fer út, biður hann altíð meg goyma lyklarnar. Seinasta leygardag hevði K. sína fyrstu brúðarvígslu, har hann fekk offurpengar. Tað var í Fugloy, og hann fekk 14 rd. Men veðrið var so vánaligt, at tað vóru nógv, sum ikki sluppu í brúdleyp. Eg hevði nógv um at vera við brúðarstáðsinum. Hon var í hinum puntuta kjólanum hjá mær, tí bláa beltinum og stimavestinum. Brúðgómurin var í tí gamla, svarta klædninginum hjá Kaarsberg. Tey vilja helst giftast í donskum klæðum. (Brúðarparið var: Pætur, sonur Líggjas í Keldhúsinum í Hattarvík og Anna Katrina, dóttir Per í Andrasstovu í Funningi). Fríggjadagin var brúdleyp her í bygdini. Eg skal fortelja tær, hvussu føroysk brúdleyp ganga fyri seg. Eg var onnur brúðkonan og Birta (Absalonsdatter) hin. Her brúka tey ikki brúðargentur men konur. Brúðurin var í kápu frá mær, og eg var í tí svarta kjólanum; men eg mátti fara í eina kápu, segði Karin, og tað gjørd eg so. Brúðurin var í hvítum kjóla, og so hevði hon lænt tað svarta floyalsbeltið frá mær. – Rósinkransin hevði hon keypt í Havn. Eg skuldi havt verið inni hjá teimum hóskvøldið. Tá savnaðust allir gestirnir og fingu velling og skerpikjøt. Síðani varð dansað til mitt um náttina. Klokkan 11 fríggjamorgunin fór eg niðan. Eg fekk romm, smurt breyð og kaffi; men hini fingu brennivín og smurt breyð. Eftir tað varð farið í kirkjuna. Fremst gekk brúðgómurin við brúðmonnunum, og aftaná teir hini mannfólkini. So komu tveir menn leiðandi við brúðrini ímillum sín, sum tey leiða blind. Síðani komu Birta og eg. Tá vit nærkaðust kirkjuni, stóðu tveir menn fyri okkum við stórari brennivínsfløsku í aðrari hondini og ølglasi í hinari. Fyrst drukku teir sjálvir, og so skuldu við smakka á til æru fyri brúðarparið. Í kirkjuni gekk alt fyri seg sum niðri, uttan offurgongdin. Mannfólkini bukkaði fyri brúðarparinum, og konufólkini nigu. Á heimleiðini skuldu vit aftur smakka á hjá brúðarsveinunum. Tá vit komu til hús, varð tað eitt sovorðið kyssarí. Øll kystu brúðarparið – tað er so vanligt her, at menn kyssast. Kaarsberg var eisini við til borðhaldið. Vit fingu steikt lambskjøt og rísgreyt, men hini fingu kókað skerpikjøt. Omaná var pannukøkur og eplaskivur. Til drekka afturvið var brennivín og mjólk, K. og eg fingu kaffi, men eingin annar. Klokkan 8 fóru vit til hús. Teirra dansur gongur fyri seg á tann hátt, at tey halda í hendurnar á hvørjum øðrum og taka saman í ein ring. Tey veipa við ørmum og beinum alt eftir, sum innihaldið er í sanginum; men eg ikki skilji ikki eitt orð av tí. Morgunin eftir savnast øll aftur og geva brúðargávu. Brúðkonurnar plaga at geva eina krónu, sama virði sum ein ríkisbankadáli. Tað er ikki góð forrætning hjá prestinum, tá konan er brúðkona, tí hann missir eisini eina krónu í offurpengum. Hini geva, sum tey hava ráð til. Tey dansa so aftur til út á seinnapartin, tá tey fáa skerpikjøt og brennivín. – Tað líkist ikki uppá nakran máta okkara brúdleypum niðri. (Hetta seinna brúðarparið hevur verið: Dánjal, sonur Guttorm Har Norð í Múla, og Elsebet, dóttir Ólav á Norðtoftum). Seinasta sunnudag vóru tey her við tveimum børnum úr Kunoy. (Thomas Simonsen og Anna Maria Johnsdatter, bæði fødd 14.- og doypt 17. august). – Seinnapartin vóru K. og eg inni hjá einum av okkara kongsbøndum og fingu tevatn og smurt breyð. Aftaná fóru vit inn til grannan Jon Absalon. Har fingu vit smurt breyð og pannukøkur. Hann er ein fittur og stuttligur maður. Eg má mangan flenna so hjartaliga at honum. Hann kemur ofta inn til okkara seinnapart sunnudag, tá K. er heima, og fær uppí eina pípu og ein kopp av te.
27. august 1834. Eg havi havt nógv at gera hesar dagarnar, tað er sum alt kemur í senn. Týsmorgunin kom ein bátur úr Havn. Grind var deyð í Eysturoynni, og tað er siður, tá tað er langt síðan, grind er deyð í hinum oyggjunum, so fáa prestarnir burturav, har grind er. Tú veitst, at prestar eru fínari enn onnur fólk!!! Spikið og nakað av grind verður saltað, hitt hongt upp at turka. Fyri at vatn ikki skuldi renna úr tonnunum á hinum í bygdini, so fingu tey eitt kók í part, og vit kókaðu so nógv til døgurða, at øll okkara hoyggingarfólk eisini fingu seg mett – tey vóru 14 í tali.
Ónagerði, tann 6. mai 1835. Takk, túsund takk mín góða vælsignaða mamma fyri brævið, sum eg eri so glað fyri, og tað gleðir meg at frætta, at tit øll, Gud havi lov, hava tað gott. Tað hevur mangan nívt meg í vetur, at eg einki havi hoyrt frá mínum kæru. Ofta er tað komið fram fyri meg, at tey, sum eg skrivi til, kanska ikki eru til, tá brævið kemur fram. Men nú angri eg, at eg ikki havi skrivað meira so hvørt, tí tað er so mangt, ið eg vildi fortalt, sum helst er gloymt. 30. november seinnapartin fingu vit eina lítla, fitta dóttur. Eg hevði av og á følt meg illa allan nov. mánað, og tú skuldi vitað, hvussu mangan eg ynskti, at tú vart nærri hjá mær. Jarðarmóðirin kom higar tann 28. oktober. Tann dagin gloymi eg ikki. Kaarsberg var farin á umreisu, og eg skuldi taka ímóti henni; mær dámdi einki, at hon kom longu. Hetta var ein vanlig bóndakona, ið hevði verið niðri og lært. Tað var ein long tíð at hava hana her til einki, og vit máttu hesa tíðina leggja oyra til nógv jarðarmóðurstos. Men hon var fitt, tá ið á stóð. Eg varð sjúk um morgunin. Tá komu tvær konur hiðani til mín, Elin og Birta, sum eg havi nevnt fyrr. Seinnapartin átti eg í øllum góðum, og 9. dagin var eg uppi eina løtu. Eftir tað var eg longri uppi hvønn dag, men eg orkaði ikki nógv, og Marin Sofía jarðarmóðirin segði, at eg var nógv ússaligari enn frú Kreps. Læknafrúan var tann einasta danska konan, hon hevði verið hjá, og hon helt tí, at eg skuldi hava somu viðgerð sum hon, um eg føldi meg illa. – Á jólum mundi verið galið hjá mær. Eg var stødd í køkinum, tá eg fór at bløða so illa. Men Marin Sofía royndi alt tað, hon dugdi, og eg kom fyri meg aftur. Lítla Louisa var 6 vikur, tá hon fór avstað aftur. Eg skal royna at siga tær, hvørjum Louisa líkist. Hon hevur eyguni á Kaarsberg, myrkt hár og mínar tjúkku kjálkar. Nøsin, ja eg veit ikki rættiliga enn, hvør skal kanna sær hana, men vøkur verður hon helst ikki, um hon fer at líkjast okkum. Karin er barnagenta nú. Hon er góð við barnið, men við hvørt tvør móti mær. Eg veit, at hon er nakað illsint, men hon blíðkast skjótt aftur. Nú havi eg tvær arbeiðisgentur, og eg fái kanska eina aftrat, nú vit skjótt fáa allan garðin. Tað er hend ein syndarlig vanlukka her í sóknini. Teir rógva altíð út, tá veður er til tað, einar 5-6 fjórðingar út á opið hav. Í bygdini, sum eitur Skarð, fórst ein bátur við 5 monnum - - (meira kom ikki við)
Ónagerði, tann 7. mai 1835. Takk mín góða Annette fyri brævið. Tað gleddi meg nógv, tí hvørt orð frá mínum kæru heima er mær so kært; skriva tí endiliga til mín, tá tú hevur tíð. Tú hevur stuttleikað tær nógv í vetur, haldi eg meg skilja; men øðrvísi er við mær. Eg havi ikki verið uttanfyri í allan vetur. Men tíðin hevur ikki fallið mær long, tí eg havi so nógv um at vera. Lítla var í kirkjuni jóladag. Hon eitur Louise Augusta Sophie Berlin Kaarsberg. Madam Østerøe bar hana, Elin helt kýsanum og Jens Nielsen, Matras, Absalon og Jacob Jacobsen vóru faddrar – allir kongsbøndur. 2. jóladag vóru Elin og Jon Absalon her til døgurða og eisini um kvøldið. Nýggjársdag var Madam Østerøe her við soni og dóttur. Hon er ein óvitandi gomul kona. Tá er nógv ímillum Elin og fleiri aðrar. Føðingardagin hjá K. var Jon Absalon her. Hann kemur ofta sunnudag og fær uppí eina pípu, og so telva teir eina løtu. K. dámar væl at telva og práta við hann. – Í apríl var eg fyrstu ferð í kirkju eftir, at eg hevði átt. Birta og Anna Margretha, kona Jens Nielsen, komu vð mær. Soleiðis gera tey her. Páskini gingu friðarliga fyri seg. Konfirmatiónsdagin afturímóti var stór veitsla her. Dannebrogsmaðurin og sonur hansara og lærarin úr Vági (Klaksvík) við soni vóru her til døgurða. Vit fingu kirsuberjasuppu, kálvasteik og wienartertu. Allir hinir 27 konfirmantarnir fingu te og smurt breyð, tá teir komu úr kirkju. Tað er gamal siður, og soleiðis skal tað verða. – Nú hevur tú fingið at vitað, hvussu vit halda okkara høgtíð. Veturin hevur verið óvanliga ringur, og vit hava havt ilt við at fingið hita í stovurnar. - - og her: Mær hevur longst so eftir skipi. Her hava gingið tíðindi um, at krígsskip hevur tikið tað, tí einki hevur verið at hoyrt frá tí; men Gud havi lov var tað ikki satt. Eg vildi ynskt, at tú skuldi sæð mína lítlu, fittu Louisu. Tú hevði heilt vist verið góð við hana, serliga, tá hon er í góðum lag. Men hon kann eisini leika í "tann lítla gjentan", sum tað eitur á føroyskum. Karin varð glað, tá eg bar heilsu frá tær, men firtin yvir, at eg hevði sagt "tann gamla". Tað dámar henni ikki, sjálvt um hon er yvir 50.
Ónagerði, 6. sept. 1835. Hjartans takk góða Annette fyri ta vøkru kápuna, tú sendi lítlu Louisu. Tú hevur brúkt nógva tíð uppá at seyma hana. Hon er so vøkur og passar henni væl; men eg haldi, at hon er ov fín at fara í her. Mamma sigur, at tú plagar at vera úti og stuttleika tær, og tað gleðir meg. Tað er undarligt at búgva her og bara vera á einum stað. Tað longsta, eg fari, er út í neytagarðin, og tað eru mangan 8 dagar ímillum. Men eg sakni einki her uttan tað, at við hvørt kundi eg hugsað mær at havt onkran av tykkum at tosa við. Men tann tíðin kemur nokk, og tá fara vit at hava nógv at práta um. – Tú skuldi vitað, hvussu fitt Louisa er. Henni dámar so væl at spæla við teir blonku knapparnar hjá Willa mammubeiggja.
Hetta var tað seinasta av brøvunum frá Reginu. Tey 3, ið eftir eru, hevur Kaarsberg skrivað. 22. januar 1836 skrivar hann til Annettu, har hann takkar fyri teir vøkru selarnar, hon hevur seymað til hansara. Hann kemur inn á sumt av tí, ið konan hevur skrivað um frammanundan og takkar fyri alt, tey hava sent. Av tí, at hann hevur verið lærari hjá teimum, fellir tað helst lættari at kalla hann við eftirnavni, sum Regina eisini ger. Kaarsberg nevnir ikki mammu hennara vermóðir, leggja vit til merkis, men móðir. Ein av brøðrunum er hjá teimum á Viðareiði.
Vit taka brot úr brævinum: Regina saknar nógv at hava konufólk at práta við. Besta vinkona hennara er Elin, kona Johan Absalonsen. Hann er tann størsti bóndin í oynni, og dóttir hansara skal koma til okkara í mai mánað. Vit havi verið noydd at siga Karin upp. Henda gentan er ung, men hon er væl vand. Eg kenni hana, tí hon er ein av mínum konfirmantum. Hon er fitt og fryntlig og dugir væl at arbeiða, og Wilhelmi dámar væl her. Hann hevur nógvar dreingir at spæla við, og í vetur hevur húsið verið fult av bæði stórum og smáum næmingum, so hann hevur skemtað sær óført. 21. apríl 1836. Nógvir dagar eru nú lidnir frá tí, at eg byrjaði uppá brævið, og teir seinastu hava verið fullir av sorg og stúran fyri heilsuni hjá míni elskaðu Reginu. Hon varð knappliga so ógvuliga sjúk, men bæði læknin og eg vóna tað besta. Gud gevi, at okkara vón gongur út. Heilsa øllum frá trúfasta svági tínum H. B. Kaarsberg P.S. Regina og Wilhelm biðja endiliga heilsa tær og øllum hinum.
Ónagerði, tann 16. juni 1836, Ja, nú vita tygum tað, neyðars góða móðir. Vøkur og bleik liggur mín elskaða, vælsignaða Regina, tann mest gudrøkna, kærleiksfulla og besta kvinna, eg havi kent. Læknin er farin; hann gav mær onga vón, men eg kann ikki gevast at vóna. Eg siti her og vaki yvir henni, til eg eri vísur í, at hon er deyð. Kann verða, at ein lívsneisti er enn. Guds almáttur er stórur; hann kann hoyra bønir okkara. – Ja, góða móðir, so eydnusom vit livdu saman, og gleðina vit høvdu av lítlu Louisu. Vit gleddu okkum so til barnið, sum skuldi koma. Hon var altíð so glað, um bert heilsan var tolulig. Eg hevði í boði at fáa prestastarv í Vendsyssel. Tað var illa lønt, men eg vildi farið fyri hennara skyld. Men hon legði einki í at fara, tá tað ikki var nærri mammuni. Hon segði mangan, at um hon bert hevði tygum nærri hjá sær, so hevði hon verið fullkomuliga eydnusom. Longsulin eftir tygum kom av og á, tá sinnið var tungt, men tað var sjáldan og vardi stutt. Eg fór tá eftir Louisu og setti hana hjá henni. Tá lætnaði, og hon setti seg at spæla við hana. Tað fellir mær tungt at skriva, men eg vildi tó gera tað beinanvegin, sum eg fekk hildið á penninum. Men ósamanhangandi verður tað – tygum fyrigeva. Eg bað læknan um at skriva alla hennara sjúkutilgongd til Myre lækna og biðja hann kunna tygum um tað. Fyrstu ferð, hon fekk krampa, gav læknin okkum góðar vónir, og tað góða veðrið gjørdi henni gott. Hon hevði lagt alt so væl til rættis, og vit spákaðu úti hvønn dag, viðhvørt tvær ferðir. Lagið var gott, og hon gleddi seg til aftur at verða mamma. Hon var ikki stúrin og hevði tað heilt øðrvísi enn fyrru ferð. Jarðamóðirin kom fyri 3 vikum síðani, og hon væntaði, at Regina hevði 3 vikur eftir. Hon hevði tað gott, tá eg fór á mína seinastu umreisu, áðrenn hon skuldi eiga. Eg hevði lagt tað soleiðis til rættis, at aftaná hesar báðar dagarnar burtur, kundi eg verða heima einar 8 vikur. Mánakvøldið føldi hon seg ikki væl; hon hevði ilt øðrumegin um lendarnar, nakað sum fyrru ferð, hon var sjúk. Men tað fór burtur aftur. Annars var hon blivin eitt sindur kløkk av buldrinum, tá ein av gentunum setti seg á eitt borð, sum Louisa plagdi at sita á, og eitt bein fór undan tí. Tó segði hon fyri mær, at hon aftaná tað hevði verið ein túr uttanfyri, áðrenn hon fór í song. Jarðarmóðirin svav í kamarinum við síðuna av, og Wilhelm svav í mínari song; hon hevði eitt band fast í honum. Klokkan 5 týsmorgunin hevði hon aftur krampaherðindi, og jarðarmóðirin fór beinavegin inn til hennara. Hon gav henni dropar, sum hon hevði fingið frá læknanum. Eg hevði lagt teimum eina við at fara eftir læknanum beinanvegin, um okkurt var áfatt. Bátur kom út til Fugloyar eftir mær, beint tá eg kom úr kirkjuni, og vit vóru við hús klokkan 2. Vit bíðaði nú eftir læknanum, og hann kom um 6 tíðina. Hon hevði havt eitt strik aftur klokkan 1, men tá eg kom, føldi hon seg so mikið væl, at hon vildi hava eitt sindur av vatngreyti. Hon vísti seg at hava tað gott, og hon flenti, tá eg fortaldi okkurt skemtiligt frá brúdleypinum úti í Fugloy, har bæði brúðurin og ein brúðkona vóru í klæðum frá henni. (Tey vóru: Jóhan, sonur Jóanes í Mittúni á Kirkju, og Katrina, dóttir Jákup í Uttarstovu í Hattarvík). Eg royndi at hava hana í góðum lag, meðan vit bíðaðu eftir læknanum. Men tá klokkan nærkaðist 5, segði hon seg vilja so illa sova, og sjálvt um eg gjørdi alt fyri at halda henni vakandi, til læknin kom, so sovnaði hon, og eina løtu seinni fekk hon aftur krampaherðindi. Jarðarmóðirin gav henni dropar, og læknin, ið kom beint tá, royndi at gera tað, hann kundi, men einki hjálpti. Klokkan 10 í morgun sovnaði hon stillisliga burtur. Læknin segði, at tað hevði einki verið at gjørt, um hon so hevði verið stødd niðri á "Fødselsstiftelsen". Ein lítil troyst í øllum hesum er at vita sær, at alt varð gjørt, sum gerast kundi. Veðrið var eisini til vildar, og vit høvdu tey fólkini hjá okkum, sum kundu hjálpt; men har var einki at gera. - -
Brævið er væl longri. Hann minnist m. a. aftur á ta góðu tíðina, tey fingu saman. Sum frá leið vóru ferðatrupulleikarnir fánaðir burtur, eftir vóru einans rík minnir um øll tey fittu fólkini, tey høvdu hitt. Tey høvdu havt tað gott, og Regina hevði mangan havt á orði, at hon var vís í, at henni fór at leingjast aftur til Føroyar, tá hon einaferð kom niður aftur. - - Men soleiðis skuldi ikki verða.
At enda skal viðmerkjast, at Louisa giftist og fekk børn, men tey fingu ongar eftirkomarar. Húskallurin, Jústines Simonsen, ættaður úr Gulaksstovu í Svínoy, giftist 24. okt. 1836 við arbeiðisgentuni Elsebeth Mariu Matras úr Uppistovu; tey vóru uppsitarafólk í Ónagerði. Árið eftir fingu tey eina dóttur, sum tey kallaðu Regina Isabella Barbara Onegjerde.
Copyright © 2004-2024 freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster